r í Havn eru farnir upp ígjøgnum loftið, og Føroya Banki hevur nú sett ítøkilig tøl á, hvussu nógv dýrari tað er blivið at seta føtur undir egið borð. ? Ein uppgerð, sum Føroya Banki hevur á heimasíðuni [...] fjórða ársfjórðing í 2006. Men tað er stórur munur á, hvat eini hús kosta í Havn og prísinum aðrastaðni í landinum. Á størri plássum, eitt nú í Klaksvík, á Tvøroyri, í Vági, í Fuglafirði og í Runavík, var [...] loysnum, og tað er trotið á arbeiðsmegi. Trotið á arbeiðsmegi er nú so stórt og álvarsamt, at landsbankin hevur staðfest, at orsøkin til ein væl minni búskaparvørkstur í ár, er trotið á arbeiðsmegi. Hetta er
gjørligt. ?Hesa fatanina fingu vit bæði á stovnandi aðalfundinum hjá P/F Vágatunlinum, umframt á fundinum við løgtingslimir og á fundinum við løgtingsins vinnunevnd. ? Tí gjørdu vit av at býta byggiætlanina [...] fleiri, sum fýltust á, at løgmaður helt eina politiska røðu fyri drotningini. Niðan fyri prenta vit røðuna, løgmaður helt undir døgurðanum fyri drotningini og hinum gestunum á Hotel Føroyum á hvítusunnu. Deres [...] feløg skuldi sleppa at bjóða upp á vegirnar og tí tilmælinum fylgdu vit. ? Og tá ið tilboðini verða latin upp, vísir tað seg, at serliga tvey tilboð eru áhugaverd at koma upp á tal at gera arbeiðið. ? Talan
at fara, vit kundu telja eini 60 skip, tá vit lógu avhálaðir, sum tað kallaðist, tá vit fiskaðu. Tá vit høvdu roynt nakrar dagar kom Kyrjasteinur úr Fuglafirði uppá prei. Tá vóru teir longu á veg heim [...] farið til Grønlands, eg haldi, at vit fóru 18. juni. Vit sóu land í Grønlandi 1. juli. Veðrið var gott og vit komu inn móti Hellefisk-oyggjunum. Vit høvdu havt oljutunnur við á dekkinum. Oljan varð stúrtað [...] Grønlandi, og vit royndu við Hamburgarlandið. Har fingu vit eisini nokk so væl av fiski. Vit royndu eisini í Streymfjørðinum út frá Fiskemesterens Havn, har skipið var fortoyað. Vit róðu so vit bátunum inn
Fiskimannafelag sigur seg nú umhugsa at fáa sær grannskoðara inn á skrivstovuna, sum kann taka sær av slíkum málum. - Vit fara als ikki at góðtaka slíkt, sigur felagið, sum heitir á reiðarar um at halda seg [...] felag, sum fer at kanna hesi viðurskifti. Líkt er til, at trupulleikar eru við at stinga seg upp millum fiskimenn og reiðarar, nú fiskimenn eftir nýggju sáttmálunum luttaka í oljuútreiðslunum hjá fiskiskipum [...] kanna, um reiðarar nýta rætta prísin á olju, tá manningin verður avroknað. Onkur reiðari tekur oljupengar frá manningini hvønn dag. Tað sigur Føroya Fiskimannafelag á síni heimasíðu. - Tá partrolarar koma
helst at leggja seg á eina lægri legu. Símun Jacobsen segði við Kringvarpið á middegi, at góði upsaprísurin, sum verið hevur í seinastuni, partvís kemst av, at tørvur hevur verið á upsa í Týsklandi og [...] vera rímiliga góður prísur. Símun Jacobsen segði, at allar rávørur eru dýrkaður, og hetta kemst ikki minst av høga oljuprísinum, vit hava í løtuni. - Hetta er ikki bara galdandi fyri fiskaprísir, men fyri [...] dámar væl hetta fiskaslag. - Føroyski upsafiskiskapurin var vánaligur í seinnu hálvu av 2010, men er nú vorðin betri aftur. Upsaprísurin hevur verið góður, og eg vænti, at hann verður góður í eina tíð enn
væntandi fór Teistin at gerast siglingarførur seinni á degnum. Skal roynast umaftur Magnus Magnussen, tekniskur leiðari á Strandfaraskipum Landsins, sigur, at nú Teistin hevur ligið í tríggjar mánaðir, skal nógv [...] ? Tríggir mánaðir eru lang tíð hjá einum skipi at liggja, og hóast Teistin hevur ligið væl, so mugu vit ganga ígjøgnum útgerðina einaferð afturat, sigur Magnus Magnussen. Manningin á strandfaraskipinum [...] Skrúvan á nýggja Teistanum hevur ikki malið í skjótt tríggjar mánaðir, men í dag fer Teistin eftir ætlandi siglandi av Skála, har hann hevur ligið spildurnýggjur, men óvirkin, í skjótt tríggjar mánaðir
verður givin út á hvørjum ári. Har eru m.a. ferðslutelj-ingar á vegastrekkjunum við Vestmanna og á Oyragjáarvegnum. Hesar vísa, at á Vestmannavegnum koyrdu 1.220 akfør í miðal pr. dag, og á Oyragjáar-vegnum [...] Vestmanna. Sama er galdandi í Vestmanna. Siga vit, at vestmenningar koyra 500 teim-um 1.250 teljingunum, eru um 400 sum ikki fara við ferjuni. Stórur partur av hesum eru akfør sum flyta flogferðafólk til ferjuna [...] avgerð. Øll eru greið yvir, at fyritreytin fyri føstum sambandi um Vestmannasund, og fyri sovítt eisini til Norðoyar, var og er at brúkarin skal gjalda ávísan part. Nú skjøtil skjótt skal setast á Norðoyartunnilin
Strøm ----- Síðstu 8 árini hava vit mist útvið 2.000 fólk í bestu ungdómsárum. Kanska eru tey blivin eini 2.300, tá hetta árið er farið. Tað eru ungar kvinnur og menn, sum á hvørjum ári í stórum tali fara [...] grannarnar, ið eru lond á hægsta menningarliga stigi. • Sum pinkuland hava vit eisini so lítlan arbeiðsmarknað við avmarkaðum útboði av fjølbroyttum starvsmøguleikum. • Av somu orsøk eru eisini møguleikarnir [...] er samstundis minkað niður í tað lægsta í 125 ár, og munar nú bara upp móti góðari helvt av fráflytingini. Tí er fólkatalið nú farið at minka á fjórða ári . Tað fer áhaldandi at minka, um landsins myndugleikar
fokus í langa tíð hevur verið á kvinnurættindi og felagsskapir sum AME hava sett fokus á at stuðla kvinnum, eru nigersku kvinnurnar vorðnar meiri sjálvstøðugar. Tær hava nú sjálvar nakrar møguleikar og [...] hesi evni. Amou tosaði um at deila alt, so tað eru kanska bert fordómar, vit hava av monnunum í u-londunum og kynsmyndir teirra? Hevur tað nakra ávirkan á kynsbýtið, at tú livir í 4. fátækasta landi heimsins [...] royna at liva upp til. Í Niger hava vit ein talumáta, sum sigur, at kvinnurnar áður høvdu høvd teirra í einum ílati, men nú er hetta ílatið burtur og eygu teirra eru opin. --------- Navn: Rashida Abdou
draga á bæði, hvat tær skulu siga til uppskotið um at veita sjómonnum skattalætta. Fyri summar kommunur hevur hetta ongan týdning. Tað eru tær kommunurnar, sum hava lutfalsliga fáar sjómenn, eitt nú Tórhavnar [...] kommunurnar, sum frammanundan harðast eru raktar, tær mest viðbreknu. Jógvan K. Mørkøre nevnir dømi um eina kommunu á meginøkinum. Har búgva 600-700 fólk. Fleiri eru sjómenn, og fleiri fólk arbeiða í øðrum [...] Tórhavnar kommuna. Men so eru tað hinvegin aðrar bygdir, har tað mesta av mannfólkinum hevur sína inntøku á sjónum. Skattainntøkan hjá hesum kommunum veksur so nógv, at neyðugt verður at hækka skattaprosentið