Símun Jacobsen, formaður í Ráfiskakeyparafelagnum, væntar, at góði upsaprísurin fer at halda sær eina tíð enn, men síðan fer prísurin helst at leggja seg á eina lægri legu.
Símun Jacobsen segði við Kringvarpið á middegi, at góði upsaprísurin, sum verið hevur í seinastuni, partvís kemst av, at tørvur hevur verið á upsa í Týsklandi og Fraklandi, har teimum dámar væl hetta fiskaslag.
- Føroyski upsafiskiskapurin var vánaligur í seinnu hálvu av 2010, men er nú vorðin betri aftur. Upsaprísurin hevur verið góður, og eg vænti, at hann verður góður í eina tíð enn, kanska í einar 2-3 mánaðir. Síðan fer prísurin helst at fella nakað aftur, men eg trúgvi ikki, at upsaprísurin gerst lágur aftur.
Formaðurin í Ráfiskakeyparafelagnum segði seg vænta, at upsaprísurin, tá hann fellir aftur, fer at liggja um einar 7,50-8 krónur fyri kilo, og tað verður framvegis mett at vera rímiliga góður prísur.
Símun Jacobsen segði, at allar rávørur eru dýrkaður, og hetta kemst ikki minst av høga oljuprísinum, vit hava í løtuni.
- Hetta er ikki bara galdandi fyri fiskaprísir, men fyri flest allar rávørur, legði hann aftrat.
Símun Jacobsen segði seg onga løtu ivast í, at góða veiðan seinastu tíðina og góði upsaprísurin fara at síggjast aftur hjá ísfiskatrolarunum, sum annars hava havt tað trupult.
- Oljuprísurin er nú omanfyri 5 krónur fyri liturin, og hetta tyngir sjálvandi um raksturin. Góði upsaprísurin skuldi hinvegin sæst aftur sum eitt íkast til skiparakstur og manningarhýrur, segði formaðurin í Ráfiakakeyparafelagnum við Kringvarpið á middegi.