Oddagrein· Fót undir egið borð

Tað er gamalt í Føroyum, at tann, ið setir seg í búgv, skal seta fót undir egið borð. Føroyingar hava drúgva siðvenju fyri, at hvørt húski hevur síni hús. Av hesi somu orsøk hava vit ikki siðvenju fyri íbúðarbygging í blokkum. Mong halda hetta vera sera gott. Onnur harmast um, at fólk, sum av ymsum orsøkum ikki vilja ella kunnu hava egin sethús, ikki hava alternativar bústaðarmøguleikar í Føroyum.

Tað má ásannast, at bústaðarstøðan er trupul og sera tungt er hjá ungum familjum at setast í búgv. Vit hava júst havt tíðindagrein, har tað verður upplýst, at í dag kostar tað eina millión meiri at seta føtur undir egið borð, enn tað gjørdi fyri einum ári síðani. Hetta er ein ómetaliga stór broyting, og hetta má fáa avvarandi myndugleikar at ressast og hugsa seg um. Húsaprísirnir í Havn eru farnir upp ígjøgnum loftið, og Føroya Banki hevur nú sett ítøkilig tøl á, hvussu nógv dýrari tað er blivið at seta føtur undir egið borð. ?
Ein uppgerð, sum Føroya Banki hevur á heimasíðuni, vísir, at nú á jólum vóru eini sethús í Havn í miðal eina heila millión dýrari, enn tey vóru á jólum fyri einum ári síðani. Uppgerðin vísir, at fjórða ársfjórðing í 2006 var miðal prísurin fyri eini sethús í Havn 2,5 milliónir krónur. Fjórða ársfjórðing í 2005 var meðalprísurin fyri eini sethús í høvuðsstaðnum 1,5 milliónir krónur. Sethúsaprísirnir í Tórshavn hækkaðu sostatt við einari millión krónum frá fjórða ársfjórðingi í 2005 til fjórða ársfjórðing í 2006. Men tað er stórur munur á, hvat eini hús kosta í Havn og prísinum aðrastaðni í landinum. Á størri plássum, eitt nú í Klaksvík, á Tvøroyri, í Vági, í Fuglafirði og í Runavík, var meðalprísurin fyri eini sethús 1,2 milliónir krónur fjórða ársfjórðing í 2006. ?
Tað hevur leingi verið talað um at skapa møguleikar fyri alternativari íbúðarbygging. Her má nakað henda nú. Frægasti máti at tálma húsaprísunum er at økja um útboðið. Her er serstakliga Havnar kommuna av álvara farin til verka og hevur í samstarvi við privatar byggifyritøkur skapt góðar fortreytir fyri einum øktum útboði. Hetta er sera jaligt, men tað fara sum kunnugt at ganga nógv ár, áðrenn hetta slær ígjgøgnum av álvara. Her er jú heldur ikki bert talan um útboð. Her er eisini ein annar álvarsamuer meinbogi fyri skilagóðum loysnum, og tað er trotið á arbeiðsmegi. Trotið á arbeiðsmegi er nú so stórt og álvarsamt, at landsbankin hevur staðfest, at orsøkin til ein væl minni búskaparvørkstur í ár, er trotið á arbeiðsmegi. Hetta er samantikið ein álvarsom støða, og tað tykist ikki, sum avvarandi myndugleikar látast um vón. Ein nevnd læt í fyrraárið frá sær álit um íbúðarbygging. Sera áhugaverd uppskot, men síðan hendi als einki. Her má henda nakað, og allir avvarandi partar mugu nú taka sær um reiggj.
Sosialurin