Teistin siglir hósdagin

Nýggja sandoyarskipið hjá Strandfaraskipum Landsins, Teistin, verður nú sett í sigling millum Skopun og Gomlurætt. Ætlanin er at royna Teistan í dag og seta hann í fasta rutusigling í morgin, hósdagin.


 

Skrúvan á nýggja Teistanum hevur ikki malið í skjótt tríggjar mánaðir, men í dag fer Teistin eftir ætlandi siglandi av Skála, har hann hevur ligið spildurnýggjur, men óvirkin, í skjótt tríggjar mánaðir.

 

Fyrst var tað ósemjan millum Fíggjarmálastýrið og Skipara- & Navigatørfelagið, sum forðaði nýggja skipinum at fara í sigling, og síðan tann trætan varð loyst, hava Strandfaraskip Landsins bíðað eftir einum lítlum elektroniskum eykaluti, sum Teistanum vantaði, og sum forðaði honum í at fara í sigling.

 

Eykaluturin, sum skuldi fáast til vega úr Týsklandi, kom við flogfari til Føroya fyrrapartin í gjár, og væntandi fór Teistin at gerast siglingarførur seinni á degnum.

 

 

 

Skal roynast umaftur

 

Magnus Magnussen, tekniskur leiðari á Strandfaraskipum Landsins, sigur, at nú Teistin hevur ligið í tríggjar mánaðir, skal nógv av útgerðini, ið varð roynd fyri trimum mánaðum síðan, roynast aftur, áðrenn skipið kann setast í sigling.

 

? Tríggir mánaðir eru lang tíð hjá einum skipi at liggja, og hóast Teistin hevur ligið væl, so mugu vit ganga ígjøgnum útgerðina einaferð afturat, sigur Magnus Magnussen.

 

Manningin á strandfaraskipinum Trónda arbeiðir í tveimum vaktum, og tað verður onnur av hesum vaktum, sum fer at royna nýggja Teistan í dag, meðan hin vaktin fer at røkja rutusiglingina við Trónda.

 

Sum kunnugt var tað ætlanin at Teistin skuldi takast í nýtslu fyri langari tíð síðan, og tað hevði eisini passað Strandferðsluni nógv betur. Nú verður Teistin tikin í nýtslu í hægstu feriutíð, men tað hevur skund at fáa nýggja skipið í sigling, so Strandfaraskip Landsins fara ikki at bíða eftir, at starvsfólkið kemur aftur úr feriu.