Í 1988 var endiliga skjøtul settur á í Leynum av samgongu við javnaðarflokkinum á odda. Longu árið eftir varð arbeiðið steðgað av samgongu við fólkaflokkinum, tjðoðveldinum og teimum smáu.
Hetta arbeiðið, ið varð byrjað í 1988, stóð landið fyri, og landsverkfrøðingurin gjørdi arbeiðið. Tá ið verkætlanin verður tikin upp aftur í 1996, hevur hon eitt annað skap. Nú skal eitt partafelag stovnast við almennum pengum, og arbeiðið bjóðast út í fríari kapping t.v.s. millum útlendingar. Landsverkfrøðingurin er settur í skammikrók.
Og her koma vit til tað fyrsta kritikkpunktið í málinum. Í eitt mannaminni hevur landsverkfrøðingurin staðið fyri útbyggingini av hesum landi. Av havnum, vegum og tunlum. Hesi árini hevur stovnurin uppbygt ein førleika undir føroyskum fortreytum, sum er alneyðugur fyri landið.
Undir fullveldissamgonguni hava vit sæð eina niðurpíning av hesum heiðurskrýnda stovni, sum má vera á markinum til forfylging. Øll kenna ta syndarligu søguna. So hon skal ikki endurgevast. Fólkaflokkurin førir knívin, meðan tjóðveldið letst at gráta rossatár.
Við teimum verkætlanum tingmenn hava sett sær fyri við m.a. undirsjóartunli um Leirvíksfjørð, tunli úr Kambsdali út millum Fjarða og øðrum ætlanum í huga, var hetta prosjektið eitt kærkomið høvi hjá føroyingum at vinna sær royndir og førleika. Men nei, okkara almenna entreprenørfelag skal eyðmýkjast. Tað sleppur at putlast við koyriveg, meðan útlendingar fáa avbjóðingarnar.
Hetta er fullveldispolitikkur: Útlendingar byggja okkara skip.Útlendingar bora okkara tunlar. Og stóð tað til landsstýrið, skuldu útlendingar yvirtakað helvtina av okkara alivinnu og fóðurframleiðslu . Men tað fekk javnaðarflokkurin tíbetur forpurrað.
Javnaðarflokkurin viðgongur, at hann hevur tapt fyrsta part av stríðnum um landsverkfrøðingin. Fólkaflokkurin og tjóðveldið vunnu. Men tað kemur ein dagur eftir henda.
Viðvíkjandi fíggingini er ikki so nógv at siga. Her er tó greitt frá, at einki landskassaveðhald kemur upp á tal, og at landskassans leiklutur í fíggingini er úti við játtanini av teimum 160.3 mió. Hetta ljóðar definitivt og er definitivt. Vit hava fingið upplýst, at ein slík verkætlan altíð er knýtt at ávísari óvissu, sum entreprenørar, ið skulu bjóða upp á arbeiðið, eisini fara at taka hædd fyri, tá ið bjóðað verður.
Hvar eru vit stødd, um fíggjar- og rakstrarætlan ikki halda,og landskassin er stongdur?
Vinnumálastýrið er varugt við henda trupuleika uttan at hava nakað boð uppá, hvussu ein slíkur knútur skal loysast. Tí skriva teir, at fæst ikki greiða á eini slíkari fíggjarligari støðu hjá felagnum, kann hetta leggja stórt politiskt trýst á løgtingið, tí er tunnilin fyrst komin, verður tað torført at standa í tí støðu, at hann verður stongdur. Her hevur landsstýrið onki boð upp á eina loysn..
Kann tað tá hugsast, at ein mafiabossur, íð eigur tunlar í Italia og hevur skil fyri slíkari drift, kann keypa sær ein bíligan undirsjóartunnil gjøgnum strámenn á tvingsilsølu í Føroyum?
Hesi viðurskiftir eiga at fáast upp á pláss í hesi lógini, so onki óvantað hendir.
Javnaðarflokkurin tekur sjálvandi undir við, at tunnilin gerst veruleiki, men vit kundu hugsa okkum modellið øðrvísi. Og tað er kanska vón fyri tí. Formaðurin í tjóðveldisflokkinum hevur boðað frá , at hann als ikki tekur undir við uppskotinum, sum tað sær út. Um hetta ikki er tað vanliga skúmið frá tí manninum , so skal ikki standa á at fáa okkum 7 úr javnaðarflokkinum at meðvirka til, at landsverkfrøðingurin fær tann leiklut, sum hann hevur uppiborið, og sum eisini gagnar landinum best.
Undir fyrstu viðgerð í tinginum var samgongan alt annað enn samd, so síggjast kann fram til eina baldruta viðgerð í vinnunevndini. Hvør veit, kanska verður javnaðarflokkurin felagsnevnarin,tá ið álitið verður skrivað, og málið verður endaliga avgreitt frá tinginum.
Dan R. Petersen.
javnaðartingmaður