Christian Høgni Jacobsen var aftur í Runavík og Christian Lundberg aftur í Føroyum – hesaferð í GÍ. Báðir komu teir á máltalvuna og gjørdu teir harvið júst tað, teir eru keyptir til. Tann fyrri við fantastiska [...] brotsspark til NSÍ, eftir at bólturin tók í armin á einum GÍ-leikara. GÍ gjørdi nógv burturúr hesum men avgerðin stóð við. Tað var eisini í lagi, tí bólturin kom altso í armin hjá GÍ-leikaranum. Beint fyri steðgin [...] inn í brotsteigin, har Jens Martin Knudsen og verjan ikki kundu semjast um, hvør skuldi fara eftir bóltinum. Christian Lundberg vildi tó heldur enn fegin hava fatur í hesum, so hann fór trumlandi í millum
Stefan í Skorini Statoil kring Føroyar fór av bakkastokki í Klaksvík í gjár, og fyri fyrstu ferð hava fleiri súkklarar alment tikið seg saman í eitt lið, sum vit kenna tey frá teimum stóru súkklukappingunum [...] førarin er í. Teir á Team Shell leggja dent á, at teir koyra fyrst og fremst fyri liðið og liggja ikki í sjálvdrátti. Í Team Shell eru savnaðir nakrir av teimum bestu súkklarunum, sum eru við í Statoil kring [...] teirra øki. Í fjør var eisini onkur trupulleiki við øðrum stuðlum, men í ár skuldi hetta verið nakar trupulleiki. Á Statoil sigur Hans Waag, at tað bara er gleðiligt, at fleiri vilja stuðla súkkling í Føroyum
talvtroyttur. Í árligu Íslandssúlukappingini sum varð telvd í døgunum 4 - 6. august, var hann við sínum 2270 ratingstigum styrkismettur langt omanfyri tann næsta í røðini. Átjan telvarar luttóku í hesari v [...] møguligur her heima. Hetta kemst av, at ov fáar kappingar verða fyriskipaðar í Føroyum. Vanligt kappingarár verður bert telvað í einstaklingakappingini á páskum, Íslandssúlukappingini um summarið og liðkappingini [...] sanniliga ikki hevur ligið eftir. Longu nú hava so aðrir melda seg á talvfrontin úti í stóru verð. Í Politikken Cup í Keypmannahavn vóru fleiri føroysk umboð við, har John Arni Nilssen og Ólavur Simonsen
bara í Føroyum er trupult hjá foreldrum at fáa børn síni inn á dagstovn. Eisini aðra staðni eru langir bíðilistar ? og hóast tað í Danmark eitur plássgaranti bíða børn alla staðni eftir at sleppa í vøggustovu [...] stovnspláss til síni børn, eru í eini desperatari støðu. Eingin hevur hug at lata børnini upp í hendur á tilvildarligum persónum, og tað er sjón fyri søgn, at mangt verður í neyðini nýtt. Gagnligt Danska [...] arbeiðsleys ella eru viðskiftafólk hjá tí almenna. Og andin í hesi lógini, sum Karen Jespersen, almannamálaráðharri, hevur sett í verk, er í neyvum samsvari við tað, granskararnir, Sven Thyssen, og Pernille
Gospeltónleikafelag stovnað og skipaði fyri í fjør. Tá var festivalurin tó ikki í Norðurlandahúsinum; men í Ítrottarhøllini á Hálsi. Í ár er gospelfestivalurin so aftur í Norðurlandahúsinum. Hvørt ár hava onkrir [...] Rannva Joensen, dottur Anni og Gotfred Joensen. Tey hava búð í Danmark í nógv ár. KOPP hevur framført nógv i Danmark og hava eisini verið í Svøríki, Noreg, Týsklandi og Estlandi. Leiðari er Andreas Mathew [...] totalt, í mun til tað bólkarnir eru vanir við, tá teir øva ella spæla í smærri hølum, sum taka 100-200 fólk. Tí er tað gott, eisini at gera nýggir bólkar varnar við ta broytingina. Atgongumerki fáast í Nor
Sum hann byrjar bræv sítt, stóð í Dimmalættingini 10. apríl ein grein um, at Reyða Krossur Føroya í løtuni kannar, um áhugi og umstøður eru í Føroyum fyri at taka ímóti kosovo-albanskum flóttarfólkum, [...] undan at taka støðu til hetta. Í hesum eri eg samdur, og tí gleðir tað meg, eins og tað utan iva gleðir Páll, at síggja í viðtalum á síðu 13 í tíðindablaðnum »Sosialinum« í dag, 15. apríl, at politikarar [...] Forsetin í Serbia, Slobodan Milosovic, hevur ein dreym um eitt Stórserbia, sum eisini - í minsta lagi - skal fata um Kosovo, og tað sigst, at útvið ein millión kosovo-albanar nú eru jagstraðir í útlegd,
fólkunum, sum høvdu tikið hana til sín krígsárini. Í 60?unum var Anna nøkur ár í Føroyum, arbeiddi í Føroya Banka; tey árini var hon hondboltleikari í Kyndli. Hervilig tuberklasótt tók Hjalmar frá teimum; [...] bygdu. Sum nýgift búsettust Astrid og Hjalmar, sum var ættaður av Norðtoftum, í nýggj hús í Brekkugøtu, hetta var í 1932, í býlinginum, sum onkuntíð verður róptur Rabarbukvarterið. Her búleikaðust tey, [...] einki at gera, ja det skylur hon ikki! Ein teirra, sum í barnaárunum hevði dagligu gongdina í Brekkugøtu í heiminum hjá Astrid - og tá tey búðu í M. Heinasonargøtu hjá Johonnu og Hans Jakki, hevur manga
gomul úr Føroyum fyri at royna at fáa gongd á eina yrkisleið sum dansari, eftir háskúla á Fjóni fór hon á grundútbúgving innan dans í Keypmannahavn, áðrenn leiðin gekk til Svøríki, har hon í juni í ár tók [...] Vígdis skal hóskvøldið dansa í beinleiðis sendingini Kan Du Danse? á donsku sjónvarprsrásini Kanal 5. Í sendingini kappast Vígdis við aðrar dansarar um at gerast besti dansari í Danmark og kr. 250.000. Eftir [...] eri komin longur í kappingini, taki eg tað við størri álvara, og fyrireikið meg betur, sigur hon. Vígdis vónar at koma langt í kappingini. Hvussu langt væntar tú, at tú fert at koma í kappingini? - Eg
selvstyrende områder, og goldið ein triðing í part. Í NAR sita formenninir fyri áhugaleikarasambondini í norðurlondum, og Hilmar Joensen er í løtuni næstformaður í felagsskapinum. Næsta ár verður tað Føroyar [...] MÁF, Meginfelag Áhugaleikara í Føroyum, hava úr at gera fyri tíðina. Felagið skal nevniliga vera vertur fyri út ímóti 200 útlendskum áhugaleikarum í døgunum 3.-8. august í ár. Gestirnir, sum koma at búgva [...] støði og av høgari góðsku. Leikirnir verða vístir fyri almenninginum í Sjónleikarhúsinum, á Tjóðpallinum og í Norðurlandahúsinum, og vera í mesta lagið ein hálvan tíma til longdar. Sostatt fer at bera til
eygleiðara av teirri samantvinnan av politikki og vinnu, sum fór fram í Føroyum. Ein samantvinnan, sum í serligan mun er ein trupulleiki í einum viðbreknum búskapi, ið er ógvuliga tengdur at einari ávísari [...] blanda seg í bankakreppuna til skeivar tíðir og á skeivan hátt. Tað kom í alt ov stóran mun pollitikkur í málið, ikki minst tá Nyrup-stjórnin gjørdist bundin at einari føroyskari atkvøðu í Fólkatinginum [...] Politikarar klossaðu í føroysku bankakreppuni. Soleiðis eitur yvirskriftin á greinini, sum danski blaðmaðurin á Børsen, Hugo Gården hevur í blaðnum týsdagin. Sambært danska blaðmanninum er tað samantvinnanin