Út at telva

Føroyskir telvarar gera alsamt meira vart við seg uttanlands

Talv: Alt fleiri føroyingar royna seg við at telva uttanlanda at fáa íblástur, ið ikki er møguligur her heima. Hetta kemst av, at ov fáar kappingar verða fyriskipaðar í Føroyum. Vanligt kappingarár verður bert telvað í einstaklingakappingini á páskum, Íslandssúlukappingini um summarið og liðkappingini um veturin. Einstakar aðrar kappingar hava tó verið uppi, men eru dottnar niður fyri aftur.

Nú sær ljósari út hóast alt. Hin sera sterka Tórshavn Open stendur fyri durum í oktober og fer at geva okkara telvarum neyðugar avbjóðingar. Luttakaralistin er sannførandi og eitt herðaklapp til fyrireikarnar.


Flóvin slóða fyri

Sum slóðbrótandi einstaklingur, hevur Flóvin Tór Næs tað mesta av einum ári ferðast runt í Evropu og roynt sínar dygdir á talvborðinum. Hendan rundferð hevur brotið niður mentalar garðar hjá øðrum føroyskum telvarum, sum kunnu síggja nýggjar møguleikar lata seg upp. Úrslitini hjá Flóvini hava verið svingandi, meðan innsatsurin sanniliga ikki hevur ligið eftir.

Longu nú hava so aðrir melda seg á talvfrontin úti í stóru verð. Í Politikken Cup í Keypmannahavn vóru fleiri føroysk umboð við, har John Arni Nilssen og Ólavur Simonsen høvdu frægastu úrslitini. Ólavur lá eftir fáum umførum til at fáa ein IM norm, sum eingin føroyingur enn hevur megnað, undantikið John Rødgaard. Hann stríddist manniliga og vann heilar tveir IM?arar, men mótstøðan gjørdist seinni ov sterk.

Í Ungarn og Kekkia komu tvey nøvn afturat listanum, nevnliga Rógvi W. Rasmussen og Martin Poulsen. Hesin seinri unglingin tók øll av bóli í Budapest, og telvaði sera sannførandi. Hann gjørdist nummar tvey í sínum bólki tá samanum kom, og vann seg langt upp eftir altjóða styrkislistanum.

Í august verður enn ein talvferð við føroyskari luttøku úti í Evropa, tá undirritaðu telva við á talvfestivalinum í Presov, Slovakia. Hetta er eisini ein spennandi kapping, sum tó ikki hevði hevði latið seg gjørt uttan sponsoravtalur við Postverk Føroya, Føroya Lívstrygging og Norðoya Sparikassa. Slíkt samstarv millum vinnulív og mentunarlív er fyrimyndarligt, og ein fortreyt fyri framhaldandi menning innan eitt nú føroyskari telving.

Fylgjast kann við kappingini á: www.sam-teld.fo/talv

Hendan gongdin við vaksandi føroyskari luttøku í altjóða talvhøpi, kann ikki annað enn bera ávøkst sum frálíður, serliga millum yngri telvararnar.


Íslandssúlan 2000

Eftir at hava luttikið í kappingum í Ungarn og Kekkia, var føroyameistarin Flóvin Tór Næs kortini ikki talvtroyttur. Í árligu Íslandssúlukappingini sum varð telvd í døgunum 4 - 6. august, var hann við sínum 2270 ratingstigum styrkismettur langt omanfyri tann næsta í røðini.

Átjan telvarar luttóku í hesari vikuskiftiskapping, ið fevndi um fimm umfør. Av hesum átjan telvarum luttóku trýggir útisetar, nevnliga Terji Petersen og Finnbjørn Vang úr Klaksvík, og Jóan Hendrik Andreasen úr Havn.

Undan fimta og síðsta umfari var støðan í oddanum greið; Flóvin skuldi bert megna javnleik ímóti Terja fyri at tryggja sær súluna, og tað varð júst úrslitið teirra millum. Terji leikti væl, men Flóvin leikti væl og sikkurt við svarta fólkinum. Flóvin vann fýra síni fyrstu talv, meðan teir næstu í røðini høvdu bert trý stig undan síðsta umfari. Herluf Hansen hevði eina góða kapping, til dømis vann hann hegnisliga lokaluppgerðina ímóti Jóan H. Andreasen

Føroyameistarin vísti sína veruligu styrki í hesari kapping, og higartil hevur ár 2000 verið eitt sera gott talvár hjá honum her heima á klettunum.


Endaliga støðan:


1.Flóvin T. Næs4,5

2.Herluf Hansen4

3.C.E.N.Samuelsen3,5

Terji Petersen3,5

J..H. Andreasen3,5

6. Finnbjørn Vang3

7. Olaf Berg2,5

Súni Ziska2,5

Karl L. Johannesen2,5

Jón Mikkelsen2,5

Jákup Andreasen2,5

12Brandur Jacobsen2

Mortan Thomsen2

Øssur Joensen2

Hans K. Simonsen2

16 Thomas Rubeksen1,5

17 Vagn Heldarskarð1

18 Jákup D. Joensen0