Christian Høgni Jacobsen var aftur í Runavík og Christian Lundberg aftur í Føroyum – hesaferð í GÍ. Báðir komu teir á máltalvuna og gjørdu teir harvið júst tað, teir eru keyptir til. Tann fyrri við fantastiska flottum langskoti, og tann seinni við klassiskum centerforward-máli, har hann trumlaði bóltin í málið eftir ófantaligt verjuspæl.
Hetta átti at vera mest upplagda samtaluevnið kring nátturðaborðini í Eysturoynni sunnukvøldið, men heldur man tað vera leikluturin hjá dómaranum Jens Petur Brattalíð, sum varð viðgjørdur bæði væl og virðiliga.
Hetta tí, tá tíggju minuttir vóru spældir, dømdi hann brotsspark til NSÍ, eftir at bólturin tók í armin á einum GÍ-leikara. GÍ gjørdi nógv burturúr hesum men avgerðin stóð við. Tað var eisini í lagi, tí bólturin kom altso í armin hjá GÍ-leikaranum. Beint fyri steðgin bríkslaði dómarin so aftur. Jónhard Fredriksberg varð spældur leysur út í høgru, gjørdi eitt trekk inneftir í brotsteigin har Geza Turi var komin út at verja fyri. Kviki skálamaðurin fekk eisini prikað bóltin framvið málverjanum, og letur Geza Turi Jónhard Fredriksberg fara framvið sær. Geza Turi stóð við samlaðum beinum og ørmunum inn at kroppinum, men í tí at Jónhard fer framvið honum skramblar Jónhard um koll.
Dómarin bríkslaði og peikaði á sama stað, sum hann gjørdi góðan hálvan tíma frammanundan. Hetta fekk sinnið í kók á gøtumonnum, skilligt nokk, tí brotsspark var tað ikki. Gøtumenn royndu at fáa dómarin at spyrja linjuverjan eftir. Hesin hevði ikki flaggið á lofti og stóð beint yvirav tilburðinum, men hetta gjørdi dómarin ikki. Heldur ikki gav hann Geza Turi kort av nøkrum slag. Tað má sigast at vera ógvuliga undrunarvert, tí Geza Turi var seinasti maðurin hjá Jónhardi á veg inn ímóti málinum, og tá eru reglurnar greiðar: reytt kort. Ofta verður gult kort givið í staðin, um tað er eitt ivamál hvørt tað var síðsti maður ella ikki, men heldur ikki hetta hálaði dómarin úr lummanum. Einans brotsspark.
Tað sum síðani fekk bikarið at flóta yvir hjá GÍ var, tá Christian Lundberg miðskeiðis í seinna hálvleiki var koyrdur um koll, tá hann annars hevði beina kós móti Jens Martin Knudsen, og floytan hjá dómaranum tagdi.
NSÍ stýrdi fyrsta tíman
Liðformaðurin Óli Hansen setti bæði brotsspørkini í netið, og soleiðis gjørdist hálvleiksstøðan 2-0 til NSÍ. At NSÍ var á odda var fult í trá við spælbýtið. Heimaliðið hevði sitið á tí mesta, og spælið hevði koyrt væl hjá teimum. Upplagdir málmøguleikar høvdu teir ikki nógvar av, men liðið hevði víst góðar taktir við fleiri vælspældum álopum, sum kundu enda við at verið heilt vandamikil, men kortini ikki blivu tað. Í verjupartinum riggaði tað eisini væl, so tað sá gott út hjá NSÍ, tá teir fóru undir seinna hálvleik.
Og tað gjørdist bara uppaftur betri, tá eitt korter var farið av seinna hálvleiki. Afturvendi Christian Høgni Jacobsen fangaði ein leysan bólt eftir hornaspark. Rak seg í góða støðu nakað uttan fyri brotsteigin og sendi síðan bóltin upp í málhornið. Eitt fantastiska flott mál, sum fekk trúgvu áskoðararnar at syngja seingin, teir hava longst eftir sungið: “Christian, hann er okkara...”
Fjáltur kom á
Hetta málið avgjørdi dystin, og nú átti NSÍ av røttum at stýrt sigurin heim. Men tað gjørdu teir ikki. Konsentratiónin sveik eina løtu og tað revsaði GÍ. Ein høgur bóltur varð sendur inn í brotsteigin, har Jens Martin Knudsen og verjan ikki kundu semjast um, hvør skuldi fara eftir bóltinum. Christian Lundberg vildi tó heldur enn fegin hava fatur í hesum, so hann fór trumlandi í millum og skumpaði bóltin í kassan.
Eftir hetta tóktist heimaliðið fjálturstungið, men teir fingu tó tamarhald á støðuna aftur, eftir at GÍ hevði trýst eina løtu uttan at fáa nakað burtur úr, og soleiðis stýrdi NSÍ seg til ársins tólvta sigur.
Bóltar:
NSÍ 4
GÍ 3