Bjóðið kosovo-albanum vælkomnum til Føroya

Í »Dimmalætting« týsdag 13. apríl skrivar Páll Dam úr Kvívík eitt lesarabræv við yvirskriftini »Flóttarfólk til Føroya?«.

Sum hann byrjar bræv sítt, stóð í Dimmalættingini 10. apríl ein grein um, at Reyða Krossur Føroya í løtuni kannar, um áhugi og umstøður eru í Føroyum fyri at taka ímóti kosovo-albanskum flóttarfólkum, sum serbisk herlið hesa seinastu tíðina hava jagstrað út úr Kosovo. Forsetin í Serbia, Slobodan Milosovic, hevur ein dreym um eitt Stórserbia, sum eisini - í minsta lagi - skal fata um Kosovo, og tað sigst, at útvið ein millión kosovo-albanar nú eru jagstraðir í útlegd, serliga til Makedonia og Albania. Makedonia og Albania eru fátæk, fyri ikki at siga blóðfátæk lond og hava tískil ikki orku til at hýsa øllum teimum neyðstøddu flóttarfólkunum. Tað hevði í veruleikanum verið ógjørligt hjá flestu londum, við ella uttan hjálp uttanífrá. Aðrar meira vælbjargaðar europeiskar tjóðir eru farnar at veita kosovo-albanum bráðfeingishjálp og eru farnar at bjóða teimum inn í lond síni. Páll Dam heldur ikki, at vit føroyingar eiga at bjóða flóttarfólki at búgva í landi okkara.

Eftir hansara tykki eru vit ikki búgvin til tess, og als ikki í hesum førinum, tá ið flóttarfólkini harafturat eru muslimar. Eg eri ógvuliga ósamdur við Pálli Dam, og er haldi ikki, at nakað høpi er í grundgevingum hansara. At kosovo-albanar eru muslimar, átti at gjørt okkum tað sama. Hvat trúgv fólk formelt hava, er eingin trygd fyri at tey annaðhvørt eru góð ella ring menniskju. Tað eru teir sonevndu kristnu serbarnir, sum í hesum døgum fremja fólkamorð við øllum teimum ósigandi ræðuleikum, sum tað ber í sær, móti einum muslimskum fólki, sum ongantíð hevur gjørt nøkrum nakað, tað er veit um søguna hjá hesum fólkaslagi. At Føroyar ikki tykjast Páll Dam búnar at taka ímóti flóttarfólki, er, eftir mínum tykki, ikki so løgið. Vit hava higartil altíð borið okkum undan - við hvørji grundgeving, veit eg ikki - og hava tí als ongar royndir á hesum øki. Vit fara uttan nakran iva at búnast við teimum royndum, vit fáa. Hetta er galdandi í flestu viðurskiftum.

Í greinini 10. apríl, stóð at lesa, at Reyði Krossur Føroya hevði spurt seg fyri hjá ymsu leguhúsunum kring landið, um tey vóru før fyri at taka ímóti flóttarfólki, og svar var komið frá tveimum leguhúsum, at tey høvdu allar umstøður, ið kravdust. Eg haldi hetta er ógvuliga hugaligt og bæði Reyði Krossur og hesi leguhúsini eiga rós uppiborið fyri tað, ið her er tikið stig til. Vóni, at hetta er eitt tekin um at vit veruliga eru farin at rakna við sum heimsbúgvar og tjóð. Samstundis sum vit taka ábyrgd av egnum landi, fara vit eisini at sýna ábyrgd í altjóða høpi.

Oddagreinin í Dimmalætting 13. apríl, sum var á føroyskum máli henda dagin (endurgivna brotið niðanfyri er tí hvørki ein leyslig týðing ella fræls tulking), var sera góð og endar við orðunum: »Hvussu leingi skulu vit sleppa so bíliga í heimshøpi við at balla okkum væl inn í Norðuratlantshavi, meðan fimm tímar loftvegis frá okkum verða fólk dripin, pínd, neyðtikin, forfylgd og rikin heimanífrá?«. Um flogferðin tekur fimm ella fimtan tímar, haldi eg hevur einki at siga, hóast tað kanska sigur eitt sindur um okkara dølskni, men annars haldi eg tað vera væl mælt. Brævaskrivarin Páll Dam sigur seg eisini sakna eitt orðaskifti um flóttarfólkaspurningin, og heldur tað vera ov illa avstaðfarið, at okkara kosnu fólk tykjast at sleppa sær undan at taka støðu til hetta. Í hesum eri eg samdur, og tí gleðir tað meg, eins og tað utan iva gleðir Páll, at síggja í viðtalum á síðu 13 í tíðindablaðnum »Sosialinum« í dag, 15. apríl, at politikarar veruliga hava hugsað um henda spurning. Semja tykist at vera um at bjóða nøkrum útlagnum kosovo-albanum higar. Hvat talið skal vera, eru menn ymsir á máli um. Onkur nevnir 20 (tjúgu), onkur 100-300 (hundað til trý hundrað). Eg haldi, hesti seinnu tølini eru meira hóskandi, men alt ger mun, og vónandi verður gjørt so skjótt av, sum gjørligt og ráðiligt er.


Kári Sverrisson,

Saltangará