Politikarar klossaðu í føroysku bankakreppuni.
Soleiðis eitur yvirskriftin á greinini, sum danski blaðmaðurin á Børsen, Hugo Gården hevur í blaðnum týsdagin.
Sambært danska blaðmanninum er tað samantvinnanin av politikki og vinnu, sum førdi til so álvarsligar avleiðingar fyri føroysku bankarnar, Sjóvinnubankan og Føroya Banka. Tað verður staðfest í bókini hjá Jørn Astrup Hansen um Føroya Banka, har kreppan fær drúgva umrøðu.
Talan er sum so ikki um eina nýggja bók, men eina endurútgávu – á donskum – av teirri bókini, sum Føroya Banki gav út í sambandi við 100-ára dagin.
Tað ljóðar, at Jørn Astrup Hansen var heldur ónøgdur við, at tað, hann upprunaliga skrivaði á donskum, varð umsett til føroyskt, tí hann kendi, at hann ikki til fulnar fekk sagt tað, hann meinti, á føroyskum.
Rithøvundurin er ein snildur fýrur, heldur Hugo Gården, við fleiri bítandi viðmerkingum, og hann nevnir seg sjálvan fyri ein »insidara«, tí hann hevði beinleiðis kunnleika um so at siga alt, ið hendi við seinastu bankakreppu, ið fór fram í árunum 1992 til 1998.
Bókin umfatar øll hundrað árini hjá bankanum, men tað er bankakreppan í 90-árunum, sum er mest áhugaverdi parturin, staðfestir blaðmaðurin á Børsen.
- Hann kallar seg sjálvan ein kritiskan eygleiðara av teirri samantvinnan av politikki og vinnu, sum fór fram í Føroyum. Ein samantvinnan, sum í serligan mun er ein trupulleiki í einum viðbreknum búskapi, ið er ógvuliga tengdur at einari ávísari vinnu, sum fyri Føroya viðkomandi er fiskivinnan, skrivar Hugo Gården.
Politikkur kom í málið
Og júst hetta metir blaðmaðurin hava havt stóran týdning langt út um ríkisfelagsskapin og bankaverðina. Tí hetta er nevniliga eisini viðkomandi hjá øllum nýggjum búskapum, og lærusetningurin er týðiligur: Um politikarar eru ov bjartskygdir og í ovurmát stuðla einari vinnu, samstundis sum teir ikki gera neyðugu tillagingarnar tá konjukturtrupulleikar stinga seg upp, ja, so endar galið.
Jørn Astrup Hansen leggur eftir føroyska landsstýrinum, men als ikki í saman mun, sum eftir donskum politikarum. Fyrst og fremst fyrrverandi statsministaranum, Poul Nyrup Rasmussen, og fíggjarmálaráðharranum, Mogens Lykketoft, sum báðir fáa av at vita fyri at blanda seg í bankakreppuna til skeivar tíðir og á skeivan hátt. Tað kom í alt ov stóran mun pollitikkur í málið, ikki minst tá Nyrup-stjórnin gjørdist bundin at einari føroyskari atkvøðu í Fólkatinginum, teirri hjá Jóannes Eidesgaard, skrivar danski blaðmaðurin.
Endin var, at Sjóvinnubankin og Føroya Banki vórðu lagdir saman, tí báðir høvdu havt munandi tap. Tað skapti eisini øsing, at Danske Bank tók stig til samanleggingina, og harvið slapp sær undan avgerandi leiklutinum í Føroya Banka.
Ábyrgdin ikki staðfest
Blaðmaðurin á Børsen umrøður síðani tað, sum fór fram eftir samanlegingina, kanningar og ivan hjá føroyska fólkinum. Alt endaði í túsindatals síðum, har sonevnda Grønborg-frágreiðingin stóð frammalaga, men henda megnaði ikki at staðfesta nakra ábyrgd.
Heldur ikki Jørn Astrup Hansen endavendir leiklutin hjá Danske Bank, og tað undrast Hugo Gården stórliga á. Rithøvundurin hinvegin er ikki í iva um, at Danske Bank handlaði við snildi og fullum rætti, tá hann tók seg burtur úr sínum ábyrgdum mótvegis Føroya Banka.
Trupulleikin var, sigur blaðmaðurin, at Nyrup blandaði seg í málið. Hann skuldi latið bankan og Fíggingargrunnin frá 1992 tikið sær av kreppuni, sambært Astrup, sum kortini ikki nemur við við møguleikan, at Danske Bank royndi at fáa eina politiska loysn, sum eisini fataði um Hafnia- og Balticamálið, ið øll komu í hæddina um somu tíð.
Nyrup royndi at taka broddin av ákærandi frágreiðingini hjá Grønborg við at almannakunngera sína egnu útlegging av málinum fáar tímar áðrenn frágreiðingin gjørdist almenn.
»Nyrup ofraði Richard Mikkelsen, og Finanstilsynet bjargaði harvið Mogens Lykketoft. Framferðin hendan fríggjadagin var lítið sømilig«, skrivar Jørn Astrup Hansen, hvørs virðing fyri politikarum kann liggja á einum ógvuliga lítlum stað, staðfestir Hugo Gården í grein í Børsen nú um dagarnar.










