halda, at hetta hevur nakað at gera við okkara søguligu royndir gjøgnum øldir. Eisini hevur hetta kanska nakað at gera við, at føroyingar flestir halda, at tað er ikki uttan vanda at leggja seg út í ósemjur [...] trygdarspurningin. Tað, at landsstýrið reisir hendan spurning nú, er í sjálvum sær áhugavert. Higartil hevur tað nevniliga verið so, at hvørja ferð spurningurin um støðu Føroya við atliti at verju- og trygda [...] orðaskifti millum manna í fjølmiðlunum, so tað veruliga fer at bera til at staðfesta, hvørja støðu føroyingar hava til trygdarspurningin. Vit fara at venda aftur til ítøkiliga uppskotið frá landsstýrinum, tá
Hesum partinum hava vit bjarga í land við uppskot-inum um at flyta ein part av strandafaraskipum landsins til Suðuroyar, soleiðis at suðringar sleppa at umsita teirra egnu viðurskifti. Nú situr javnaðarflokkurin [...] Old so dyggiliga møguleikarnar fyri at fylgja málinum víðari, nú høvi beyðst í samgongu. Strandferðslan hevur á fundi við vinnunevndina greitt frá, at ikki ber til at órógva kongaríkið teirra. Heildaratlit [...] javnaðarfloksins, sum í dag vísir seg at hava verið sett fram upp á hvamsvís. Hendan samgongan yðjur í suðringum, og áhugavert verður at síggja, um allir fara at roynast eins kaldir mótvegis oynni, sum
vunnu tær eisini, so hetta má sigast at vera eitt rættuliga flott avrik. Inga sigur, at tað var sera rørandi og stuttligt at fáa eina so stóra móttøku, og hon heldur, at hesin møguleikin uttan iva er ein [...] stórliga saman við sínum liði. Hon greiðir frá, at tað var sera stuttligt at koma á Stórheygg og síggja ballónir, fløgg, horntónleik og øll fólkini, sum vóru komin at taka ímóti teimum. Nógvar røður vórðu hildnar [...] foreldur høvdu gjørt, at fáa. Og framførslan hjá gentunum í Danmark varð bandað, so hon varð víst í sjónvarpi í fimleikarahøllini nakrar ferðir. Inga sigur, at í tí fríu seriuni gekk so at siga alt upp á stás
limaskap í ráðnum. Vit vóna, at hetta kann vera viðgjørt og ikki so nógv annað, segði Høgni Hoydal. Hann royndi sostatt at snúgva kjakið uttan um donsku sýtingina fyri at viðurkenna Føroyar sum javnsettan [...] upp í kjakið, sum støðan er. Eg kann bara siga, at vit hava fingið eitt bræv á borðið, sum sigur, at tað stríðir ímóti grundlógini, og tá dugi eg ikki at síggja, hvussu vit kunnu blanda okkum upp íhetta [...] var nýtt til spurningin. Anders Fogh Rasmussen forsætisráðharri var sjálvur fyrstur at taka málið upp. Hann vísti til, at Føroyar hava søkt um sjálvstøðugan limaskap. Men sjálvstøðugur limaskapur kemur ikki
Barnatalið fer helst ikki at veksa í kommununi í framtíðini, men heldur standa í stað. Tað fer at gera tað lættari at planleggja fyri skúlaøkið, og eg kann sláa fast at vit koma at nøkta allan tørvin á s [...] skúlunum í Tórshavnar kommunu, heldur ikki, at tað er rætt at tosa um, at ov lítið verður gjørt á skúlaøkinum í Tórshavnar býráð. ? Samgongan hevur sett sær sum mál at raðfesta barnaansing, skúlaøkið og eldraøkið [...] Heðin Mortensen ásannar kortini, at tað eru ikki nógvir pengar settir av til íløgur til skúlar í Havn seinastu árini, men tann støðan er við at broytast. - Tað er rætt, at seinasta rættiliga nýbyggingin
nógv í umvælingum, so nú er tíð upp á at skifta hann út, sigur hon. Hon greiðir frá, at brúkarunum dámar so væl at sleppa ein busstúr, og tað kemur ofta fyri, at tað fyrsta tey spyrja um, tá tey koma um [...] bussurin sigast at hava tænt fyri sítt breyð nú, og tí skal ein nýggjur útvegast. Ein tílíkur bussur kemur at taka sjey ferðafólk umframt bilføraran. Nær Dáin kann vænta at hava nóg mikið til at keypa hann [...] bussurin er í lagi. Hartil skal eisini sigast, at ein tílíkur bussur er sera neyðugur, tí brúkararnir í Dáanum koma allastaðnis frá. Noomi sigur, at byrjað varð at savna pening inn til ein nýggjan buss fyri
stevnuskrá, sum sigur, at tað er við sjálvbjargni, við okkara egna hegni og við egnum avrikum, at vit vinna sjálvstýrið. Okkum nýtist bara at leita aftur í søguna og lesa tað, sum at sær komin sjálvstýrisfólk [...] num dent á, at Sjálvstýrisflokkurin er ein veruligur miðflokkur og ikki eitt politiskt avrit av Miðflokkinum hjá Jenis av Rana og øðrum sektaristum. Eg kundi hugsað mær at lagt aftrat, at Sjálvstýrisflokkur-in [...] -in eigur heldur ikki at vera eitt politiskt avrit av Fólkaflokkinum, hóast tað kanska var taktiskt rætt at kasta saman við Fólkaflokkinum aftan á seinasta val. Men er tað so, at leiðslan í Sjálv-stýr
rætt, at starvssetanin verður ógildað ella ei. ?Eg havi gjørt greitt í skrivinum til Annlis Bjarkhamar, at eg ikki metti, at málið var handfarið nóg væl fyrisitingarliga, og hetta er tað, eg havi at siga [...] á gjøgnumgongd av skjølunum í málinum um at seta landsantikvar meti eg, at fleiri viðurskifti eru, sum benda á, at málið er ikki handfarið á nøktandi hátt, og at tað av røttum er sáddur ivi um embætisførslu [...] Føroya Fornminnissavn í Hoyvík klárur at taka við starvinum sum landsantikvarur. Starvsfólkini á stovninum hava fleiri ferðir gjørt vart við, at tey ikki ynskja, at Steffen Stummann Hansen tekur við starvinum
trimum kvinnum, og roknaði veljarin sjálvandi við, at nú fór okkurt nýtt og áhugavert at verða at hoyra frá hesum valevnunum. Men tað var so eiðasørt, at tær fingu orðið. Ein teirra var enntá royndur politikari [...] ivi tykist vera um, at í Eysturoynni er taktikkurin, at Torbjørn Jacobsen skal førast fram, og hann fekk eisini góða tíð á fundinum sunnukvøldið. Sigast skal eisini, at hann dugdi at nýta tíðina. Samba [...] var, at her var talan um eitthvørt sølukatalog, har vakrar kvinnur verða nýttar sum sølufremjandi íkast. Tjóðveldisflokkurin møtti við vælmannaðum Hoydalsveingi. Týðuligt var eisini at merkja, at teir
heldur ikki at lata sitandi løgting svansa framhaldandi. Seinasta nýggja er uppskotið um at seta eina ?óhefta? nevnd at áseta lønir og eftirlønir hjá løgtings- og landsstýrismonnum. Vit vita nú, at sitandi [...] landsstýrið?) Ásannandi, at tað ber til at manna eitt løgting við 32 ryggja- og samvitskuleysum kraddarum, mugu vit ístaðin broyta stýrisskipanarlógina soleiðis, at møguleikin at gera sær dælt av ognum Føroya [...] narlógini stendur, at løgtingslimir ikki mugu misnýta vald sítt til at geva sær sjálvum ovurhonds fyrimunir framum aðrar borgarar. Einasta trygdin ímóti tílíkari misnýtslu er tí, at vit hava góðar og