Meistaragentur heiðraðar

Nakað seinkað av flogferðsluni kom gentuliðið hjá Havnar fimleikarafelag heim týsdagin til stórfingna móttøku á Stórheyggi

Gentuliðið hjá Havnar Fimleikarafelag fekk eina stórfingna móttøku, tá tær komu aftur til høvuðsstaðin týsdagin.
Inga Thorkildshøj er venjari hjá gentunum, og hon fegnaðist stórliga saman við sínum liði. Hon greiðir frá, at tað var sera stuttligt at koma á Stórheygg og síggja ballónir, fløgg, horntónleik og øll fólkini, sum vóru komin at taka ímóti teimum.
Nógvar røður vórðu hildnar. Umboð fyri Havnar Fimleikarafelag, fyri Fimleikarasamband Føroya, Ítróttarsamband Føroya og eisini eitt umboð vegna øll foreldrini helt røðu.
Genturnar fingu eisini heiðursmerki og blómur handaðar. Av tí at tær vóru gestalið og úr Føroyum til kappingina, kundu tær ikki gerast Danmarksmeistarar á pappírinum, men tær staðfestu væl og virðiliga til kappingina, at tær eru betur enn tær donsku.
Eftir røður og heiðursmerkjahandan var smyrjibreyð, sum foreldur høvdu gjørt, at fáa. Og framførslan hjá gentunum í Danmark varð bandað, so hon varð víst í sjónvarpi í fimleikarahøllini nakrar ferðir.
Inga sigur, at í tí fríu seriuni gekk so at siga alt upp á stás, men onkur smærri kiks vóru í amboðseriuni. Men tey munna ikki hava verið nakað at tosa um við frálíka úrsltitinum, sum genturnar fingu. Ein fer eisini at hugsa sær til, hvussu framtíðin man síggja út fyri hesum unga liði, sum hevur klárað seg so væl.
Genturnar sjálvar vóru ovfarnar av stóru móttøkuni, og gleðin lýsti av teimum.
Tær eru, sum vera man, eisini sera glaðar fyri góða úrslitið, sum tær fingu í Danmark. Somu gentur luttóku sum smágentur fyri tveimum árum síðani í Danmarksmeistaraskapinum, og tá vunnu tær eisini, so hetta má sigast at vera eitt rættuliga flott avrik.
Inga sigur, at tað var sera rørandi og stuttligt at fáa eina so stóra móttøku, og hon heldur, at hesin møguleikin uttan iva er ein stór gularót til allar ungar fimleikarar.

Norðurlandameistaraskap
Tað ber sum sagt ikki til hjá einum føroyskum liði at gerast Danmarksmeistarar. Men nú er tosið so spakuliga byrjað, um tíðin ikki er komin til at gera eitt Norðurlandameistaraskap í rútmiskum fimleiki. Inga sjálv veit ikki so nógv um tað. Men hon dylir ikki fyri, at hon heldur tað vera eitt frálíkt hugskot, og at tað hevði verðið spennandi.
Komandi vikuskiftið fer kvinnuliðið hjá Havnar Fimleikarafelag til Danmarkar at luttaka í meistaraskapinum fyri kvinnur. Inga er sjálv ein av luttakarunum har, og hon er øgiliga spent.
? Vit fingu eitt fjórða pláss í fjør, og eg vóni, at tað fer at ganga betur hesuferð, sigur hon.
Sosialurin ynskir teimum góða eydnu og gentunum hjartaliga til lukku við flotta úrslitinum í Danmark.