Skúlaøkið verður raðfest høgt

Formaðurin í mentanarnevndini í Tórshavnar býráð, Heðin Mortensen, sigur, at skúlaøkið verður raðfest høgt í høvuðsstaðarkommununi. Býráðssamgongan hevur sett sær sum mál at seta alla orku inn á skúlaøkið, eftir at barnaansingartørvurin eftir ætlan verður nøktaður komandi summar, sigur Heðin Mortensen

Heðin Mortensen, ið er formaður av mentanarnevndini, sum varðar av skúlunum í Tórshavnar kommunu, heldur ikki, at tað er rætt at tosa um, at ov lítið verður gjørt á skúlaøkinum í Tórshavnar býráð.
? Samgongan hevur sett sær sum mál at raðfesta barnaansing, skúlaøkið og eldraøkið fremst. Tørvurin á ansingarplássum í kommununi verður nøktaður komandi ár, og síðan verður øll orka løgd á skúlaøkið, har stórar íløgur standa fyri framman, sigur Heðin Mortensen.
Formaðurin í mentanarnevndini sigur, at nógvur peningur verður í dag settur av til rakstur av skúlunum í Havn. Hann sigur seg eisini vænta, at skúlaleiðslurnar í Havn eru væl nøgdar við játtanina, tær fáa til rakstur um árið frá kommununi.
Heðin Mortensen ásannar kortini, at tað eru ikki nógvir pengar settir av til íløgur til skúlar í Havn seinastu árini, men tann støðan er við at broytast.
- Tað er rætt, at seinasta rættiliga nýbyggingin innan skúlaverkið í kommununi er Hoyvíkar skúli, har seinasti partur varð bygdur seinast í áttatiárunum. Vit hava tó bygt upp í Venjingarskúlanum og gjørt umfatandi umvælingar í Kommunuskúlanum, so vit hava ikki ligið heilt á latu síðuni, sigur Heðin Mortensen
Hann leggur afturat í løtuni verður arbeitt við einum nýggjum skúla í Hoyvík, og á Argjum arbeiðir býráðið eisini við eini loysn, so tørvurin eisini har verður nøktaður. -Skúlin í Kaldbak er klárur, og 20 mio. krónur eru settar av til skúlan í Kollafirði. Arbeiðið við Kommunuskúlin er í løtuni steðgað, men har er alt projektera.
Sankta Frans skúli fær ein nýggjan bygning, sum skal rúma fyrsta og øðrum flokki, og Eystursskúlin skal hava nakrar ábøtur, so nógvar ætlanir um skúlaøkið liggja á borðinum í í løtuni, greiðir Heðin Mortensen frá.

Nógvir tilflytarar
Stóra tilflytingin til Havnar og veksandi barnatalið hevur við sær, at tað er neyðugt við størri íløgum í skúlaverki komandi árini.
Spurdur um, býráðið ikki fyri langari tíð síðani átti at sæð, at tað varð neyðugt við størri íløgum í skúlaverki í kommununi, svarar Heðin Mortensen, at skúlaøkið hevur verið ráðlagt eftir einum nattúrligum vøksti í kommununi, men tilflytararnir til kommununa við børnum, er nærmast ógjørligt at rokna út, og tí hevur verið torført at hava fult tamarhald á støðuni.
? Barnatalið fer helst ikki at veksa í kommununi í framtíðini, men heldur standa í stað. Tað fer at gera tað lættari at planleggja fyri skúlaøkið, og eg kann sláa fast at vit koma at nøkta allan tørvin á skúlaøkinum, tá núverandi ætlaninar hjá kommununi verða framdar í verki, sigur Heðin Mortensen at enda.