Jóanes N. Dalsgaard
23.07.2001
??????????????????
Fremstu fyritreytirnar fyri góðari lóggávu eru góðir og reiðiligir lóggevarar og ein góð stýrisskipan.
Í Føroyum hava vit eina stýrisskipan, sum gevur lóggevarunum ógvuliga víðar ræsur, tá tað snýr seg um lóggávu. Ongastaðni í stýrisskipanarlógini stendur, at løgtingslimir ikki mugu misnýta vald sítt til at geva sær sjálvum ovurhonds fyrimunir framum aðrar borgarar. Einasta trygdin ímóti tílíkari misnýtslu er tí, at vit hava góðar og reiðiligar lóggevarar. Men tað hava vit ikki!
Fyrst verður málið um eftirløn til landsstýrismenn lirkað ígjøgnum Tingið, í teirri vón, at almenningurin ikki fór at fáa frænir av svansinum. Tá so málið kemur alment fram, er tað eingin løgtingslimur, sum hevur skilt, hvat tað er, tey hava lóggivið um. Niðurstøðan av hesum má vera, at antin hava vit óreiðiligar løgtingslimir yvir ein kamb, ella eru tey, øll sum ein, út av lagi dugnaleys og fávitskut. Undir øllum umstøðum eiga dagar teirra, sum lóggevarar Føroya fólks at vera taldir. Út við teimum til næsta val!
Tí eiga vit heldur ikki at lata sitandi løgting svansa framhaldandi. Seinasta nýggja er uppskotið um at seta eina ?óhefta? nevnd at áseta lønir og eftirlønir hjá løgtings- og landsstýrismonnum. Vit vita nú, at sitandi tinglimir yvir ein kamb eru óreiðiligir, og tískil er endamálið við hesari ?óheftu? nevnd ivaleyst bara at tryggja Helenu, Høgna og øllum hinum ein feitan nevndarsess, nú tey øll vera vrakaði á næsta vali.
Nei einki skulu vit hava nakra ?óhefta? nevnd omanfyri okkara fólkavalda Løgting. Løgtingið er og skal vera evsti myndugleiki í Føroyum. (Er tað ikki júst hetta Høgni Hoydal hevur tútað føroyingum oyruni full av síðani hann kom í landsstýrið?) Ásannandi, at tað ber til at manna eitt løgting við 32 ryggja- og samvitskuleysum kraddarum, mugu vit ístaðin broyta stýrisskipanarlógina soleiðis, at møguleikin at gera sær dælt av ognum Føroya fólks ikki longur er til fyri Løgtingið. Ein tílík broyting skal fyrst og fremst styggja hálv- og heilkorrumperaðar politikaraspírar burtur frá uppstilling. Í øðrum lagi skal broytingin tryggja, at villist onkur óreiðiligur blóðsúgvari kortini inn um tinggátt, so skulu møguleikar hansara/ hennara at gera sær dælt av fólksins ogn vera so smáir sum gjørligt.
Broytingin, sum eg her sipið til, er einføld. Hon snýr seg um, at eitt sitandi løgting ásetir lønarviðurskiftini hjá næst komandi løgtingi. Beint eftir løgtingsval skal nývalda tingið góðtaka ella vrakað ásetingina hjá fráfarna tingi. Ein líknandi regla er í amerikonsku grundlógini, so duga løgtingsmenn og ?kvinnur ikki at hugsa sjálvi, so kunnu tey fáa okkurt skilafólk at týða regluna úr enskum. Týðing av útlendskum lógum er kortini vanligasti lóggávuháttur í Føroyum.