Eingin stuðul úr Íslandi

Uttan danska hjálp verður helst vónleyst at søkja um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. Komandi íslendski formansskapurin virðir føroysku sjálvstýrisstrembanina, men hann fer ikki at seta seg upp ímóti Danmark

Føroyskur limaskapur í Norðurlandaráðnum ikki er sannlíkur, so leingi Føroyar ikki hava egna grundlóg. Tað tykist greitt eftir Norðurlandaráðsfundin, sum var mánadagin og týsdagin. Fitt av orku var nýtt til spurningin.
Anders Fogh Rasmussen forsætisráðharri var sjálvur fyrstur at taka málið upp. Hann vísti til, at Føroyar hava søkt um sjálvstøðugan limaskap. Men sjálvstøðugur limaskapur kemur ikki upp á tal.
? Danska stjórnin stuðlar føroysku ynskjunum um ein styrktan leiklut í norðurlendska samstarvinum, og vit eru sinnað at geva Føroyum og Grønlandi so sterkan leiklut, sum danska grundlógin loyvir, segði Anders Fogh Rasmussen.
Í hesum liggur, at danska grundlógin loyvir ikki sjálvstøðugum limaskapi, tí Norðurlandaráðið byggir á Helsinki-avtaluna, sum er ein fólkarættarligum sáttmáli millum statir.

Uttan um Danmark
Føroyski varaløgmaðurin, sum umsitur norðurlandamál, førdi fram, at ynski um føroyskan limaskap byggir á eina einmælta løgtingssamtykt. Hann helt tíðina vera komna at søkja um limaskap, tí samstarvið altíð hevur verið millum fólk og tjóðir heldur enn millum sjálvstøðugar statir.
? Umsóknin snýr seg sostatt ikki um at kjakast við Danmark, men at Norðurlandaráðið tekur støðu til, um Norðurlandaráðið og norðurlendska ráðharraráðið eisini kunnu geva fólkum, sum ikki enn eru vorðin sjálvstøðugir statir, javnbjóðis limaskap í ráðnum. Vit vóna, at hetta kann vera viðgjørt og ikki so nógv annað, segði Høgni Hoydal.
Hann royndi sostatt at snúgva kjakið uttan um donsku sýtingina fyri at viðurkenna Føroyar sum javnsettan part í norðurlendskum samstarvi.

Ráðharrar hveppast
Ísland verður landið, sum næstu árini fær formansskapin í Norðurlandaráðnum, og tað fekk Jóannes Eidesgaard, formann Javnaðarfloksins, at spyrja um íslendsku støðuna til føroyska ynskið um sjálvstøðugan limaskap.
Íslendski ráðharrin við norðurlandamálum, Siv Friðleifsdóttir, svaraði ikki beinleiðis, um hon stuðlaði Føroyum í ynskinum um fullan limaskap. Hon hevði skilt, at danska stjórnin helt tað vera ímóti donsku grundlógini, og tí hvepti hon seg við taka støðu.
? Eg haldi tað vera ógvuliga torført og viðbrekið at spyrja okkum ráðharrar um hetta. Men eg skilji, at tit gera tað. Eg havi stóra virðing fyri arbeiðnum í Føroyum fram ímóti sjálvstýri, men eg havi eisini stóra virðing fyri Danmark og teirra støðu. Eg fari tí ikki at leggja meg beinleiðis upp í kjakið, sum støðan er. Eg kann bara siga, at vit hava fingið eitt bræv á borðið, sum sigur, at tað stríðir ímóti grundlógini, og tá dugi eg ikki at síggja, hvussu vit kunnu blanda okkum upp íhetta, segði Siv Friðleifsdóttir.
Sostatt tykist greitt, at Føroyar fáa onga sjálvstøðuga luttøku í Norðurlandaráðnum fyrr enn danir loyva tí, og Ísland og onnur lond styðja heldur ikki føroyska ynskið, uttan at danir gera tað. Spurningurin skuldi viðgerast í samstarvsráðnum mikudagin.