Lagnuløta

   

Eg síggi í bløðunum í dag (16. des.), at leiðslan í Sjálvstýrisflokkinum er ónøgd við innihaldið í einum lesarabrævi, sum formaðurin í Unga Sjálvstýrinum hevur skrivað herfyri. Í lesarabrævinum leggur formaðurin í Unga Sjálvstýrinum dent á, at Sjálvstýrisflokkurin er ein veruligur miðflokkur og ikki eitt politiskt avrit av Miðflokkinum hjá Jenis av Rana og øðrum sektaristum. Eg kundi hugsað mær at lagt aftrat, at Sjálvstýrisflokkur-in eigur heldur ikki at vera eitt politiskt avrit av Fólkaflokkinum, hóast tað kanska var taktiskt rætt at kasta saman við Fólkaflokkinum aftan á seinasta val. Men er tað so, at leiðslan í Sjálv-stýrisflokkinum heldur, at vit skulu vera fitt og tekkjast øllum hugsandi sjónarmiðum, kanska serliga teimum, sum Miðflokkurin stendur fyri, so kann flokkurin bara avtaka seg sjálvan. Kristiligheitina hjá Miðflokkinum gevið eg í hvussu er lítið fyri.

Eina góða stevnuskrá
Sjálvstýrisflokkurin hevur eina dundrandi góða stevnuskrá, sum er eitt greitt alternativ til bæði buldrutan loysingarpolitikk og høgrapopulismu, eina stevnuskrá, sum sigur, at tað er við sjálvbjargni, við okkara egna hegni og við egnum avrikum, at vit vinna sjálvstýrið. Okkum nýtist bara at leita aftur í søguna og lesa tað, sum at sær komin sjálvstýrisfólk áður hava sagt og skrivað, og ásanna, at teirra sjónarmið hava ongantíð verið meira aktuell enn júst í dag. Men er tað so, at leiðslan í Sjálvstýrisflokkinum ikki vil fylgja síni egnu stevnuskrá, so skal hon siga tað púrasta greitt, so vit vita, hvar krossurin skal setast 20. januar.

Sjálvstýrið er ein daglig avbjóðing
Eg haldi annars at tað sæst so týðiliga í dag, hvussu stóran týdning tað hevur at hugsa seg um og vera á varðhaldi, tá ið tú situr í landsins leiðslu. Har eru nógvir traðrir at toga í, og togar tú bara í tann eina ella ongan, so er skjótt at alt fer av lagi. Og tað er júst tað, sum er um at henda, nú hendan samgongan leggur frá sær.
Skal Sjálvstýrisflokkurin hava nakra framtíð og gera sína ávirkan galdandi, má hann hava onkra ætlan fyri framtíðina, bæði tá talan er vinnu-, sosial-, útbúgvingar-, umhvørvis- og ikki minst mentunarpolitikk, sum alt eigur at byggja á sjónarmiðið um sjálvstýri. Sjálvstýrið er ein daglig avbjóðing fyri hvønn einstakan!
Í mínum eygum er onki í áður nevnda lesarabrævi, sum talar fyri eini avsannan. Lat tað vera vítt til veggja í andaligum spurningum, og latið brævskrivaran sjálvan hefta fyri tí, sum hann skrivar, serliga um tað er ósatt, sum hann sigur.
Grundsjónarmiðini og stevnuskráin hjá Sjálvstýrisflokkinum standa annars at lesa á heimasíðuni:
www.sjalvstyrisflokkurin.fo