Høgni eigur avgerðina

Løgmaður vísir til Høgna Hoydal at avgera lagnuna hjá nýggja landsantikvarinum. Sum støðan er nú byrjar Steffen Stummann Hansen í starvinum mánadagin

SETAN

Málið um nýggja landsantikvarin hevur higartil kostað einum landsstýrismanni sessin, nógv rok og skriving í bløðunum og nú møguliga samgongusamstarvið.
Hvør verður so stjóri fyri Føroya Fornminnissavn? Mándagin stendur Steffen Stummann Hansen uttan fyri Føroya Fornminnissavn í Hoyvík klárur at taka við starvinum sum landsantikvarur.
Starvsfólkini á stovninum hava fleiri ferðir gjørt vart við, at tey ikki ynskja, at Steffen Stummann Hansen tekur við starvinum sum landsantikvarur, tí setanin skal ógildast, og søkt eigur at verða av nýggjum.
Somuleiðis hevur Magistarafelagið fleiri ferðir heitt á myndugleikarnar um at ógilda setanina.
Men bólturin liggur hjá Høgna Hoydal, virkandi landsstýrismanni í mentamálum. Hetta ger løgmaður eisini greitt, tá hann verður spurdur um málið.

Fyrisitingarlig avgerð
Bæði løgmaður, Anfinn Kallsberg, og varaløgmaður vóru staddir í Norðurlandahúsinum á grundlógarráðstevnu mikumorgunin, tá vit fingu fatur á teimum.
Mikumorgunin var Høgni Hoydal ikki heilt liðugur at gjøgnumganga málið, men tað vantaði lítið í, og hann skuldi eftir ætlan vera klárur við einari niðurstøðu seinni mikudagin ella hósdagin.
Løgmaður sigur um málið, at hann við at loysa Annlis Bjarkhamar úr starvi tók eina politiska avgerð, men sjálv starvssetanin var ein fyrisitingarlig avgerð. Ein fyrisitingarlig avgerð fær sjálvsagt nakrar fylgjur, men kann broytast við einari nýggjari fyrisitingarligari avgerð.
Sum støðan er nú kemur Steffen Stummann Hansen til landið mánadagin og tekur við starvinum sum landsantikvarur. Løgmaður vil ikki siga, hvat hann hevur sagt við Høgna Hoydal í sambandi við setanina, og hann vil heldur ikki greitt siga, hvørt hann ynskir og heldur tað vera rætt, at starvssetanin verður ógildað ella ei.
?Eg havi gjørt greitt í skrivinum til Annlis Bjarkhamar, at eg ikki metti, at málið var handfarið nóg væl fyrisitingarliga, og hetta er tað, eg havi at siga um málið, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.
Ì skrivinum til Annlis Bjarkhamar segði løgmaður millum annað:
»Grundað á gjøgnumgongd av skjølunum í málinum um at seta landsantikvar meti eg, at fleiri viðurskifti eru, sum benda á, at málið er ikki handfarið á nøktandi hátt, og at tað av røttum er sáddur ivi um embætisførslu tína í hesum sambandi.«
Aðra viðmerking vil løgmaður ikki gera, og hann visir á, at málið liggur hjá Høgna Hoydal.
Sjálvur hevur Høgni Hoydal í skrivandi stund heldur ikki tær nógvu viðmerkingarnar í skrivandi stund. Hann vísir á, at Steffen Stummann Hansen er settur, og hetta er einki gjørt við.
Sum støðan er nú bendir alt á, at starvsfólkið á Fornminnissavninum og øll onnur mánadagin mugu finna seg í at fáa ein nýggjan stjóra.
Meira verður væntandi at frætta um málið í Sosialinum í morgin.