hon sigldi í eitt ár, til hon fór á HF-skúla. Tá Ingerð hevði fingið húgvuna, fór hon eitt hálvt-áraskeið á sjófartsskúla í Svendborg. Eftir tað arbeiddi hon eitt ár á Hagdeildini, sum Føroya Hagstova kallaðist [...] segði hon við mammu sína, tá hon sum 14 ára gomul arbeiddi í kioskini á Ternuni, sum sigldi um Vestmannasund. Mamma hennara helt ikki, at hetta mundi fara at blíva til nakað, men hon fekk annað at síggja [...] prógv sum skipsførari á sjómansskúlanum í Svendborg. - Eftir at hava siglt við farmaskipum hjá DFDS millum Ongland og Týskland, tímdi eg ikki at liggja og tvætla í Norðsjónum longur, sigur hon og flennir
føroysku sjúkrahúsini hava so at siga onki havt við okkum at gera, uttan tað at vit plaga at fara út á deild M á Klaksvíkar sjúkrahúsi at taka slímprøvar, sum so verða sendir til Danmarkar. So uttan at taka nakað [...] mánaðar, men tað er eisini tí, at tað havi eg als ikki tørv á. Tí gott nokk er túrurin í sjúkraørindum, men eg royni altíð at gera hann hugnaligan á ein ella annan hátt kortini. Um tað er tíð til tað, so plaga [...] Svanna varð fødd, grunaði Dagmar ikki ilt. Gentan hostaði illa, men Dagmar helt ikki, at tað var óvanligt kortini. Men tá hostin helt fram, fór hon til læknan við henni. Men ongin dugdi at siga, hvat bagdi
Aktivur formaður Kári sigur, at hann fer at leggja dent á at vera ein aktivur floksformaður, og málið er at gera Sjálvstýrisflokkin meira sjónligan á politiska leikpallinum. - Tað er avmarkað, hvat ein e [...] evnir, sum røra seg í samfelagnum. Vit mugu koma á tal við fleiri fólk í lokalsamfelagnum og fáa at vita, hvat rørir seg har. Yngst og elst Kári vísir á, at tað hevur eydnast sjálvstýrisfólki at endurreisa [...] mínum tykki eigur at vera á fíggjarløgtingslógini. Ætlaðu vit í staðin at hava eina fríkirkju, noyðist kirkjufólkið sjálvt at gjalda fyri sína egnu kirkju - og tá hava vit ikki longur eina fólkakirkju í Føroyum
flestu kreftinar eftir. Trýstið á VB var øgiligt. Áskoðararnir í høllini sótu mest sum á nálum, meðan VÍF aftur togaði eitt mál fyri og annað eftir inn á VB. Kanska helt onkur, at VÍF fekk fekk mønustingin [...] høll vóru karmarnir kring finaludystirnar á toppinum, og so var tað upp til liðini at skapa rest. Stórur munur Fyrstu longu løtuna var tó ikki nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um eina framúr spennandi [...] tóktist orka ágangandi VB-spælið meira, men heldur tók sær ein túr á beinkinum, so hon kundi koma fyri seg aftur. Noktaðu at gevast Grundað á gongdina í fyrra hálvleiki, so var ikki løgið, um vágbingar hildu
í SvF, tí at hann helt seg hava fingið eitt so sera gott hugskot, um at innflyta mjólk úr Skotlandi. Har lá prísurin á umleið 5 kr/litur. Tá mjólkin var komin til Føroya, lá prísurin á umleið 6,50-7 kr/litur [...] gongur aftur á bakka hjá bóndum, tá ið tað gongur so væl í samfelagnum annars. Úrslitið av tí verður einans at, sum tíðin líður, verður ongin at hava áhuga fyri, at fáast við landbúnað longur. Og tá hava [...] seg gera, reint polittiskt. Ein annar møguleiki er, at avtaka meirvirðisgjaldið á øllum landbúnaðarvørum, og ikki bert á mjólkini, sum Javnaðarflokkurin ætlaði at skjóta upp. Hetta hevði hjálpt nógv um
við ein tjóv. Hesin tjóvur tók beinini upp á nakkan og ætlaði at flýggja. Men filmstjørnan frá filminum 24 hours taklaði hann og helt honum, meðan hann rópti á vinin og bað hann ringja eftir løgregluni [...] Lavigne á konsertferð í Evropa, og fer vældámda sangarinnan í summar á sína fyrstu konsertferð í Norður Amerika. Shakira vil hava frið Shakira hevur gjørt vart við sína ónøgd um, at USA ætlar at leypa á Irak [...] hjá NBC nú. Orsøkin er, at tað ikki loysir seg fíggjarliga at hava hana koyrandi longur. Partarnir eru nú dýrkaðir upp á 30 milliónir fyri hvønn, samstundis sum hyggjaratalið er dalandi. Tí tóku framleiðararnir
tænastuna, sum fólk ikki fingu longur, men noyddust ístaðin at gjalda fleiri túsund krónur fyri Televarpið. Hann helt tað tískil vera upp á sítt pláss, at Rás Tórshavn kom aftur á skíggjan, og kommunukassin [...] kkin, reisti málið á býráðsfundinum. Hansara uppskot, um at fáa málið upp til nýggja viðgerð, fekk bert atkvøður úr minnilutanum. Jógvan Arge vísti í viðmerkingunum til uppskotið á, at kommunan hevði gjørt [...] ikki upp á, at ikki eingin hevði skrivað undir fleiri ferðir. Meiriluta limirnir, ið tóku orðið, vóru ikki í iva um, at rætt var gjørt við at sleppa sær av við Rás Tórshavn. Tórfinn Smith helt, at bara
neisur, eitt nú tá hann billaði tær inn, at Donny Osmond skuldi koma til Føroya á konsertferð. Tú trúði so fult og fast upp á hetta, tí hetta hevði stóribeiggi sagt tær ? hann hevði eisini sagt, at konsertin [...] kjallaranum í Uppistovu í C. Pløjensgøtu í Havn, har Losjan tá helt til. Hesum hava vit mangan grinið eftir. Komnir til mans skiltust vegir okkara á ein hátt. Tú leitaði tær av landinum í lestrarørindum, men [...] tíðina at ganga teimum til handa. Tú fórt á posthúsið við v4-seðlinum fyri abba og til handils fyri ommu. Tú las eisini lestur fyri teimum, tá tey ikki longur orkaðu at fara í kirkju ? og hini børnini
eitt steðgar dreymurin upp. Annika greiðir frá, at hon hevði verið og koyrt systur sína vestur á flogvøllin. Á veg heim aftur merkir hon, at hon missir følilsið í beinunum og tað følist sum tey eru bedøvað [...] n. - Eg lá í 4 vikur á hospitalinum og fór ígjøgnum eina rúgva av kanningum, men teir kundu ikki staðfesta nágreiniliga, hvat var galið. Eg fekk at vita, at eg hevði betendilsi á nervalagnum. Tað var tað [...] teir kundu siga, greiðir Annika frá Eitt ár seinni varð hon send niður á ríkissjúkrahúsið, men heldur ikki har kundu tey seta navn á sjúkuna. Men tá fekk hon at vita, at hon var so mikið sjúk, at hon ikki
býráðið. Tað merkir altíð, at býráðið skal viðgera og avgera málini. Men tá vit komu á býráðsfundin, merkti hetta ikki tað longur. Nú vóru hetta kunningarmál, sum býráðið ikki skuldi taka støðu til. Tað metti [...] undir at byggja og umbyggja barnaansingarstovnar og skúlar fyri býráðið til staðfestingar. Í nevndini helt meirilutin í fyrstu atløgu uppá, at málini vóru avgjørd í nevndini og allarhægst kundu koma fyri býráðið [...] sjálvt er sett út av spælinum. Politikkurin verður rikin í skýmaskotum fyri niðurrullaðum gardinum á Vaglinum, og ein ætlan fyri og onnur eftir verður lumpað og lirkað ígjøgnum. Síggi í onkrum blað, at