So fekk VB steypið

Til tíðir vórðu meistararnir úr VÍF út- og niðurspældar, men við einum seigum taki gjøgnum allan seinna hálvleik, var kortini um reppið, at VB enn einaferð misti eina steypafinalu

Coca-Cola kappingin, kvinnur

Kvinnufinalan var ein gysari. Einki er at ivast í tí. Við eini fullsettari høll vóru karmarnir kring finaludystirnar á toppinum, og so var tað upp til liðini at skapa rest.

Stórur munur
Fyrstu longu løtuna var tó ikki nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um eina framúr spennandi finalu. Undan dystinum høvdu báðir partar á munni, at tað fyrst og fremst ráddi um at fáa verjupartin at koyra, og hetta var eisni sjónliga aðalmálið fyrstu longu løtuna.
Tað tóktist tó skjótt greitt, at var nøkur yvirvág, so var tað VB, sum átti hesa. Nakrar ferðir megnaðu tær at spæla seg ígjøgnum verjuna, men mest sum hvørja ferð rendu tær seg bara í livandi múrin í VÍF málinum, soleiðis at VÍF ikki misti dystin úr eygsjón alt fyri eitt.
Tað er tó mørk fyri, hvussu leingi ein málverji kann halda liði sínum í dystinum, og sum frá leið í dystinum, og sum frá leið mátti eisini hon geva skarvin yvir.
Greiðasta staðestingin restina av fyrra hálvleiki mundi vera, at VÍF ikki longur er sterkasta liðið í føroyskum kvinnuhondbólti. Við eini framúr sterkari verju syrgdu vágbingar fyri, at meistararnir at kalla ikki fingu fótin fyri seg. Hvat tær hjá VÍF so enn royndu, so vórðu tær antin steðgaðar av sterku VB-verjuni, ella av eini væl leikandi Davi Ylatie í málinum, og hinvegin gjørdist revsingin bara alt meira eirindaleys. Serstakliga Daiva Tuomaite tóktist vera væl uppløgd, men ikki minst hevði tað týdning, at VB eisini megnaði at skora av veinginum, soleiðis at breidd fekst í álopsspælið.
Hjá VÍF restaði hinvegin nógv í, í mun til tað spælið, sum hevur gjørt liðið einaráðandi seinnu árini. Orsakað av tøttu VB verjuni gekk álopsspælið sera striltið, og títtu plássflytingarnar ? sum ivaleyst høvdu til endamáls at órógva VB-verjuna ? tóktust ikki betra um samanhangin. At hetta ikki mundi vera dagurin hjá VÍF sást eisini, tá heldur ikki Sóley Mikkelsen hevði hepni við sínum gjøgnumbrotsroyndum, men ístaðin mátti síggja mest sum hvørja einastu av hesum fara sendandi beint á VB-málverjan.
Fyri viku síðani royndi VÍF seg eitt skifti við mansverju ímóti VB, uttan at hetta hepnaðist serliga væl. At hetta eisini varð nýtt seinastu løtuna undan steðginum sigur helst nakað um, hvussu ringum skørum VÍF var í, og somuleiðis at Manuela Stan at enda ikki tóktist orka ágangandi VB-spælið meira, men heldur tók sær ein túr á beinkinum, so hon kundi koma fyri seg aftur.

Noktaðu at gevast
Grundað á gongdina í fyrra hálvleiki, so var ikki løgið, um vágbingar hildu, at nú var mest sum sloppið. Í øllum førum mundu tey á áskoðaraplássunum kenna tað so, men hinvegin sýndu leikararnir eingi tekin um at taka tað róligt.
Heldur royndu tær framvegis at koyra VÍF liðið í senk við ágangandi spælinum. Men VÍF gav seg ikki. Við alla tíðina hart arbeiðandi Sóley Mikkelsen sum primus-motori byrjaðu tær spakuliga at koma inn aftur í dystin. VB, sum undan hesum hevði mest sum jagstrað VÍF runt á vøllinum, gjørdist brádliga jagstraða liðið, og tað var sjónligt, at hetta ikki var nakað, sum hóvaði teimum serliga væl.
Spakuliga tók VÍF seg inn á VB, sum alt meria sjónligt kendu seg kroystar. Time-out varð tikið, soleiðis at venjarin aftur kundi fáa skil á leikararnar, men fyrstu løtuna tóktist heldur ikki hetta at hjálpa nakað stórvegis. Tíggju minuttir fyri leiklok var munurin minkaður niður í eitt mál, og so mundu sjálvt mest svartskygdu vestmenningarnir kenna roykin av sigrinum, meðan vágbingarnir í høllini gjørdust alt meira fámæltir.
Og so var av álvara spenningur aftur í dystinum. VB gjørdi við tveimum fylgjandi málum ein seinasta vørr at skræða seg leyst aftur, men VÍF tóktist framvegis vera liðið, sum hevði flestu kreftinar eftir. Trýstið á VB var øgiligt. Áskoðararnir í høllini sótu mest sum á nálum, meðan VÍF aftur togaði eitt mál fyri og annað eftir inn á VB.
Kanska helt onkur, at VÍF fekk fekk mønustingin, tá Daiva skeyt sítt níggjunda mál í dystinum til 19-17, men við einum minutti eftir setti VÍF setinasta spurtin inn. Nicoleta minkaði aftur um munin, og tá VB so ikki fekk nyttu úr seinasta álopinum, stóð av álvara á gomlum nøglum. VÍF setti skjótálop í gongd, og tó at Nicolina hevði fleiri møguleikar at avlevera bóltin, so endaði alt í einum ruðulleika, har VÍF bert fekk tríggja-metra kast, og so var liðugt. Eitt dramatiskt eftirspæl var eisini, tá Reda Kurkaskiene fekk ein snudd í andlitið í seinatu skotroyndini hjá VÍF, men tíbetur var hetta ikki so ógvusligt, sum líkt var til, og eftir eina lítla pentu var hon eisini klár til at fagnast saman við liðfeløgunum.
VB er steypavinnari. Tað var hart, og móti endanum vóru tað helst bert sekundini, sum skiltu VÍF frá í minsta lagi einum javnleiki, men tað kann alt vera tað sama. Steypavinnarar eru tær.

Dysturin í tølum
VB-VÍF 19-18 (12-5)
Støður í dystinum:
10 min4-1
20 min8-3
40 min14-7
50 min16-15
Málskjúttar:
VB: Daiva Tuomaite 9(4), Gurið Mortensen 4, Reda Kurkaskiene 4, Rannvá Augustinussen 1, Laila Jespersen
VÍF: Sóley Mikkelsen 6(2), Nicoleta Radu 5(2), Jacklin Durhuus 3, Alis Høghamar 2, Nicolina Eyðbjørnsdóttir
Brotskøst: VB 6, VÍF 5
Útvísingar: VB 2, VÍF 5
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Eyùn Samuelsen. Løgdu eina greiða linju beinanvegin, og hildu hesa ígjøgnum allan dystin.