Lumpa og lirka á Vaglinum

Jan Christiansen hevur sagt frá seinasta býráðsfundi í Dimmalætting. Hansara frásagnir eru altíð litaðar. Sosialurin var trúgvur á fundinum, men hevur helst verið illa útborin. Tí nøkur orð aftrat.

Ein av hendingunum var, at Jan Christiansen boðaði frá, at eitt mál, sum eg vegna minnilutan hevði biðið um at fáa fyri býráðið til staðfestingar, ikki skuldi koma til atkvøðugreiðslu.
Eins og hin borgarstjórin, Heðin Mortensen, tvíhelt hann um, at málið einans varð lagt fram til kunningar.
Tað var ein skeiv útlegging, og tað er enn eitt prógv um ta vanvirðing, sum hesir menn sýna lógum, reglum, borgarum og øðrvísi hugsandi býráðslimum.
Sum limur í mentamálanevndini bað eg um at fáa eini fimm mál um at fara undir at byggja og umbyggja barnaansingarstovnar og skúlar fyri býráðið til staðfestingar. Í nevndini helt meirilutin í fyrstu atløgu uppá, at málini vóru avgjørd í nevndini og allarhægst kundu koma fyri býráðið sum kunningarmál.
Men av tí, at eg vildi krevja málini fyri býráðið, gingu teir frá sínum, og orðingin bleiv tann vanliga, at málini vórðu beind til býráðið. Tað merkir altíð, at býráðið skal viðgera og avgera málini.
Men tá vit komu á býráðsfundin, merkti hetta ikki tað longur. Nú vóru hetta kunningarmál, sum býráðið ikki skuldi taka støðu til. Tað metti eg sum eina vanvirðing av býráðnum og teimum, sum vit umboða, og eg mótmælti framferðini. Afturfyri fekk eg skomm skitin orð frá býráðsformanninum.
Vit í minnilutanum meina, at tá kommunan fer undir at byggja skúlar, dagstovnar og aðrar bygningar, so skal býráðið taka ta principiellu støðuna, um byggjast skal.
Býráðið skal eisini eftir okkara tykki taka støðu til tær peningaupphæddir, sum skula nýtast til hvørt projektið sær eins og hvør, ið skal gera arbeiðini.
Við teirri manngongd, sum meirilutin nú trumfar ígjøgnum, kemur bert ein lítil partur av býráðslimunum at taka støðu til sjálvt størstu og kostnaðarmestu avgerðir. Býráðið sjálvt er sett út av spælinum.
Politikkurin verður rikin í skýmaskotum fyri niðurrullaðum gardinum á Vaglinum, og ein ætlan fyri og onnur eftir verður lumpað og lirkað ígjøgnum.
Síggi í onkrum blað, at Jan Christiansen nevnir lógarregluna um, at ein býráðslimur sum móttrekk kann krevja øll mál fyri býráðið.
Tað var júst tað, eg gjørdi í hesum førinum, men teir siamesisku borgarstjórarnir hirdu ikki at virða mítt krav.
Vit mugu hava demokrati aftur í Tórshavnar Býráð.