Tað má loysa seg betur at framleiða

Nú um dagarnar hevur nógv verið at hoyrt og lisið um mjólkaprísir og landbúnað yvirhøvur.

Eitt nú var ein av landsins kosnu í SvF, tí at hann helt seg hava fingið eitt so sera gott hugskot, um at innflyta mjólk úr Skotlandi. Har lá prísurin á umleið 5 kr/litur. Tá mjólkin var komin til Føroya, lá prísurin á umleið 6,50-7 kr/litur. Hetta var so prísurin, sum vit komu at gjalda fyri skotska mjólk. Tað sum hesin, so annars skilagóði maður, í allari síni fáfongd gloymdi (við vilja), var at rokna flutningin innanoyggja og vinning handilsmansins uppí liturprísin, sum sostatt kemur at liggja áleið sama støði, sum tann føroyska mjólkin, kanska heldur lægri.
Hann var tó ikki á heilt skeivari kós, tá hann tók trupulleikarnar í landbúnaðinum upp. Henda vinna hevur sanniliga stórar trupulleikar at dragast við. Fleiri fjós eru niðurbundin av skuld, og slátturlendi er samanborið við onnur lond sera lítið. Hetta, saman við stórum studningi í útlandinum gerð, at vit í Føroyum ikki klára at framleiða mjólk líka bíliga, sum onnur lond. Harafturat royna vit at halda lív í mjólkaframleiðsluni í útjaðaranum, og tað kostar jú eisini.
Vit klára at framleiða mjólk bíligari við at leggja fjós saman, tí tá verður framleiðslan nógv rationellari, men so mugu vit gera okkum greitt, at útjaðarin verður at bera kostnaðin.

Sanering
Ætlanin hjá Bjarna Djurholm er at sanera tey fjós, sum ikki megna at gjalda skuldina, sum hevur hópað seg upp. Hetta skal tó ikki ganga út yvir festiviðurskiftini. Hetta tykist mær at vera ein hálvhjartað loysn, sum als ikki fer at bera við teir grundleggjandi trupulleikarnar. Tá hesi fjós, sum flest øll eru yvir 20 ára gomul, eru saneraði niður í tað skuld, tey klára at bera beint nú, standa tey yvir fyri stórum íløgum, sum tey sjálvandi ikki hava verið før fyri at gera tey árini, tey høvdu skuldina hang-andi yvir sær. Og so eru vit aftur í sama spori.
Tey flestu av hesum fjósum eru básafjós, sum eru sera ótíðarhóskandi og arbeiðskrevjandi, og skulu vit gera okkum vónir um at fylgja við í tíðini, so krevjast sera stórar íløgur, fyri at fáa hesi fjós at vera nýtulig í 20-30 ár afturat.
Eg meini, at tað hevði verið mikið skilabetri at gjørt sær eina sanerings-leist, sum setti tað ófrávíkiliga krav, at fyri at sanera skuldina, skuldu fjósini lagt saman, so at ein tryggjaði sær, at hetta veruliga blivu nakrar eindir sum bóru seg. Eftir núverðandi ætlan verður als eingin trygd fyri, at hesi fjós ikki enda aftur í sama díki, sum tey hava hava verið í.

Einskiljing
Eg eri av teirri hugsan, at tann almenna jørðin í Føroyum ikki eigur at verða einskild. Mær dámar væl tann leistin, sum hagartil hevur verið nýttur viðv. festaraskifti o ø, av tí at eg meti meg og aðrar, sum ein týdningarmiklan part av tí mentunnararvi, sum vit hava fingið frá teim undanfarnu, og eg haldi, at vit hava skyldu at bera hann víðari, og ikki lata Mammon sleppa at ráða í øllum førum.
Tá tað er sagt, skal eisini sigast, at vit eiga at fáa so nógv burturúr til at lata víðari, sum gjørligt. Økja vit um virðið á garðinum, sum tað almenna eigur, so skulu vit sjálvandi eisini fáa tað økingina útgoldna frá tí almenna, tá vit gevast. Sum nú er, gera vit sjálvir íløgur í almenna ogn, uttan at vit síggja eitt einasta oyra aftur. Fótin í afturpartin, tá vit leggja frá okkum.
Mín meining er, at vit skulu eiga sethúsini sum vit búgva í, og sum vit sjálv hava goldið fyri. Hetta er ikki so í øllum førum. Seyðhús, fjós o.a, er at meta sum rakstrargøgn á garðinum, og eiga tí eftir míni hugsan, at hoyra til garðin.
Í flestu førum, er arbeiðsdagurin hjá bóndum sera langur og likamsliga krevjandi, men lønin hevur tíverri bara verið í afturgongd, tey seinnu árini. Her má polittiski myndugleikin taka sær um reiggj,ásanna henda trupulleikan, og síðani gera okkurt, fyri at bøta um hesa skeivu gongd, tí vit kunnu ikki liva við, at tað bara gongur aftur á bakka hjá bóndum, tá ið tað gongur so væl í samfelagnum annars. Úrslitið av tí verður einans at, sum tíðin líður, verður ongin at hava áhuga fyri, at fáast við landbúnað longur. Og tá hava vit mist nógv.
Hvat er so at gera, fyri at steðga hesi skeivu gongd?
Jú, nógvir eru batarnir, ið gerast kunnu. Beinleiðis studningur er ein, sum eg tó ikki havi so stóra trúgv uppá letur seg gera, reint polittiskt. Ein annar møguleiki er, at avtaka meirvirðisgjaldið á øllum landbúnaðarvørum, og ikki bert á mjólkini, sum Javnaðarflokkurin ætlaði at skjóta upp. Hetta hevði hjálpt nógv um støðuna. Eisini er ein møguleiki, at lata bøndir gjalda max. 20% av inntøkuni í skatt, sum øll partafeløg gera. Hetta hevði havt við sær, at fleiri pengar høvdu verið til taks, til neyðugar íløgur á garðinum, samstundis sum meir hevði verið í bóndans part. Fiskivinnan hevur eina skipan, sum er at 15% av inntøkuni er skattafrí, sjálvt nú tá ið best stendur til og inntøkurnar eru í topp. Hetta er teimum sera væl unt, tí at hetta vísir teimum, at tað loysir seg at gera ein eyka innsats.
Hesa motivatión treingja vit so avgjørt til at fáa í landbúnaðin, á ein ella annan hátt. Trupulleikin hevur bara víst seg at vera vantandi polittiskur vilji.
Eftir uppskoti frá Vinnumálastýrinum skal Jarðarráðið avtakast, og búnaðarbanki vera í staðin, beinleiðis undir landsstýrismanninum. So er bert at vóna, at ein ikki skal hava ávísan politiskan lit, fyri at fáa fígging í framtíðini.
Annars haldi eg, at vit skuldu sett eitt loyvisráð (koncessiónsráð), til at halda skil á, at vit ikki øll fara at leggja okkum eftir somu framleiðslu, við tí úrsliti, at ongin fær nakað at bera til. Hetta hevði gjørt sítt til, at íløgurnar í framtíðini høvdu verið betri gjøgnumhugsaðar.