samstarv, eisini eg og Klæmint. Eg havi bara gott at bera honum, og eg haldi, at málini, sum hann hevur verið við til at seta út í kortið fyri felagið, eru skilagóð. Hákun heldur kortini, at tað, sum er mest [...] allan vegin ígjøgnum. Vit eiga at læra okkum at virða náttúruna nógv meira, og her haldi eg, at tað tíbetur gongur rætta vegin, sigur hann. Útlát í álvara Men hvussu kann so ein fyrrverandi Shell-stjóri, sum [...] gjørdi av at fara úr stjórastarvinum, at hann vildi vera tøkur í ráðum, um brúk var fyri tí. - Enn er alt so nýtt, og tí dugi eg ikki at siga, hvør tørvurin verður í so máta, men tað er náttúrligt, at Klæmint
hann ætlar at skipa arbeiðið, so tey verða loyst á bestan hátt. - Eg havi boðað frá at eg ynski eina opna leiðslu, og hesum ætli eg mær eisini at fylgja í arbeiði mínum. Eg ætli mær nevniliga at lurta eftir [...] eftir øðrum, áðrenn eg taki mínar egnu avgerðir. - Ja, eg fari ikki at tvinga nakran at tosa við meg. Eg fari í øllum førum at tosa við tey, sum hava hug at tosa við meg, sigur hann við einum brosi. Tosa [...] fari eg at tosa við bæði tvey, sigur nývaldi biskupurin. Neyðugt samskifti Eitt annað mál, sum hevur stóran týdning fyri Jógvan er at koma kring landið at hitta øll tey, sum hava við kirkjuna at gera.
frá á tlf. 22 05 66 í seinasta lagi 19. november. Hvønn dag er ein góður drekkamunnur at fáa, eins og bløðini eru til taks. Møguleiki er at gera ymiskt handarbeiði, spæla kort, bobb, telva o.m.a. Hvør dagur [...] Fríkirkjan Oasan Kirkjustræti Sunnudagin kl. 11 Guðstænasta v/Valdimar Simonsen Evni: Hvussu kann eg vita, at eg trúgvi? kl. 14 sunnudagsskúli. Mánadagin kl. 17.15 venur barnakórið, kl. 20 bønamøti. Verið [...] shúsinum kl. 15.30. Fríggjadagin 23. nov. Boccia Hvønn dag er ein góður drekkamuður at fáa. Bløðini eru altíð til taks. Tú ert vælkomin at hava títt egna hondarbeiði við. Andakt verður lisin hvønn dag
men talan verður um tann leiklut, sum eg persónliga haldi, at rithøvundar eiga at hava í almenna orðaskiftinum. Eg fari tí at koma nakað inn á okkurt av tí, sum eg persónliga havi lagt meg eftir í almenna [...] helst líka torført at finna felags stev millum rithøvundar, sum tað er at finna felags stev millum aðrar bólkar í samfelagnum. Tað, sum eg fari at tosa um, skal tí ikki skiljast soleiðis, at rithøvundar eru [...] serfrøðingar í at handfara orðið og ikki eins og politikarar heftir at støðuni hjá meirilutanum, at varpa ljós á øðrvísi sjónarmið, sum ikki eru millum tey ráðandi í samfelagnum. Tað snýr seg ikki um, at rithøvundar
fólk at taka ábyrgd, at taka fat heldur enn at finna orsøkir til ikki at fara í gongd – væntandi edv-skipanir var annars standard umskyldningurin fyri at okkurt ikki lat seg gera – og ikki minst at hava [...] sum heldur okkum aftur, at royna nakað nýtt”. Eg haldi at tað er sera beinrakið! Hitt citati er frá Andre Gide, sum sigur: “man vinnur ikki upp nýtt land, uttan at vera sinnaður at missa land úr eygsjón [...] fyri at náa teimum úrslitum vit hava nátt – uppá 3 minuttir. Blaise Pascal og vist nokk eisini Winston Churchill eru citeraðir fyri at skula hava sagt at: “Eg havi gjørt hetta brævi so langt, tí eg hevði
onkuntíð tosa um, at onkur av okkara átti at stilla upp. Eg havi ongantíð hugsað av álvara um hendan spurningin. Mær dámar betri at vera har, sum eg meti meg gera bestan mun, og í løtuni haldi eg tað vera í [...] eisini nógv at siga. Fyri meg er tað at fáa avbjóðingar og kenna á sær, at ein ger mun, umráðandi. Tá verður tað stuttligt at arbeiða. Leiðslan í Føroya Banka hevur ongan trupuleika við at býta út stórar [...] til kvinnur. Eg haldi, at ein orsøk til, at leiðslustørvini ofta eru so áhugaverd, kann vera, at avbjóðingarnir og tann góða lønin hava ligið har. Hetta broytist spakuliga í takt við, at kappingin harðnar
spátt, at komandi árini fer Russland – eins og Sovjet undir kalda krígnum - aftur at fáa eina lyklastøðu í heimspolitikki. Metingin er, at stríðið um orkukeldur fer at seta dagsskránna í enn størri mun enn [...] Evropa, men veruleikin er, at hann hevur roynst væl sum forseti í Russlandi. Tit gloyma ofta, at Russland er eitt torført land at stjórna, og at tað er ómetaliga stríggið at fremja reformar í einum so [...] religiónir eru at finna í landinum. Tí er tað eitt bragd, at Putin hevur megnað at slóa fyri stabiliteti í Russlandi. Stabiliteturin í landinum hevur eisini havt við sær, at Russland nú er vorðin ein álítandi
- Eg havi altíð fortalt søgur, og longu sum 12-13 ára gomul visti eg, at eg vildi vera rithøvundur. Sum lítil fann eg altíð upp á søgur, og tá eg fekk høvi at skriva frístíl í skúlanum, elskaði eg at [...] framíhjárætt, at hon hevur fingið eina trý ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins. Men hon arbeiðir eisini kvartað tíð á Jarðfeingi. - Eg elski at skriva, tað er tað eg dugi best, og har føli eg at eg kann gera [...] annað og meir enn bara ein frágreiðing. - Har má vera ein kjarna, sum ber út um einstøku søgurnar. Tá tú lesur stórar rithøvundar leggur tú merki til, at tað er ein serlig kensla ella ein serlig rødd, sum
vøllin. - Tá eg fari inn á økið og finni mítt pláss, geri eg hetta á ein ávísan hátt og eftir eini ávísari skipan, tí eg trúgvi upp á, at tað ger mun. Gongur ikki væl hjá okkara liði, stilli eg meg aftanfyri [...] NSÍ-liðið í ár, er, at nógvir hava skotið málini. Tað er ikki bara ein, sum hevur fingið málini, men fleiri. Eg haldi, at hetta er positivt, og nú mugu vit so bara hopa, at teir eisini duga at raka ímillum [...] vónar ikki minni – at NSÍ fer at draga longra stráið í hesum avgerandi dysti, og hon loyvir sær í tí stilla at tippa, at NSÍ fer at vinna 4-1 móti VB-/Sumba. - Vit mugu eisini hugsa um, at fleiri av okkara
lið í mun til sísðta kappingarár, men eg haldi allíkavæl, at vónirnar hjá okkum eru góðar. At vit hava mist Alinu og Agne ger bara, at hinar mugu spíla seg tað meir út. Vit ætla okkum í øllum førum at vera [...] hevur mist tveir so týdningarmiklar leikarar, so heldur Una, at hetta kann vera sunt fyri liðið. - Eg haldi, at tað er stuttligt at royna at spæla kappingina við føroyskum spælarum. Hetta er heilt sikkurt [...] harða kapping. - Eg trúgvi, at kappingin verður hørð í ár. Eg vænti serliga, at kvinnurnar í Neistanum eru svangar í ár, eftir at tær ikki komu í nakra finalu í fjør, so teimum vænti eg mær nógv av. Harafturat