Kvinnur bæði tora og vilja

Hon er ikki valevni, men hevur stóran áhuga fyri politikki og samfelagsviðurskiftum. Sum deildarleiðari fyri Menning og Samskifti í næststørsta peningastovni í landinum heldur Brynhild Setberg tað vera eina blóðskeiva mytu, at kvinnur ikki tora at bjóða seg fram á ovastu rók í vinnulívinum ella politikki. - Tá tú setir tær fyri at taka eina hægri útbúgving, veitst tú longu, at við starvinum aftaná fylgir ábyrgd. Hesum eru nútíðar kvinnur als ikki ræddar fyri at átaka sær, sigur Brynhild Setberg

Karriera

 

Handan døkku rútarnar í landnyrðingshornium á høvuðsskrivstovuni hjá Føroya Banka í Húsagøtu í Havn, situr ein kvinna. Ella rættari, har sita fleiri kvinnur. Ein av teimum er Brynhild Setberg, ið fyri hálvum ári síðani gjørdist deildarleiðari fyri Menning og Samskifti í næststørsta peningastovninum í landinum.

Brynhild Setberg heldur tað vera eina skrønu, at nútíðar kvinnur ikki tora at bjóða seg fram til álitisstørv í samfelagnum. Tað veri seg í vinnulívi ella politikki.

- Jú, kvinnur bæði vilja og tora. Um eg tosi út frá mínum egna lívi, so hava bæði eg sjálv og tær flestu av mínum vinkonum hægri útbúgvingar. Tær eru verkfrøðingar, læknar, búskaparfrøðingar, juristar og arkitektar. Tá tú setur tær fyri at taka eina hægri útbúgving, hevur tú eisini nakrar metingar um, hvat starv tú kanst hugsa tær aftaná. Longu tá tú fert undir undir útbúgvingina, veitst tú, at við starvinum aftaná fylgir ábyrgd. Tað at fáa sær eina hægri útbúgving er longu byrjanin uppá at bjóða seg fram, tí tað er hart arbeiði at gjøgnumføra eina longri útbúgving, og tað er ofta dreymurin um eitt ávíst starv, sum ger, at tú fert undir útbúgvingina. So nei, eg skilji ikki hatta argumentið, at man nýtir nógv ár og setir sær nógv fyri at fáa sær eina ávísa útbúgving, tá ein er komin igjøgnum hesa, vil man ikki bjóða seg fram ella torir ikki. Hetta hongur heilt einfalt ikki saman, sigur Brynhild Setberg.

Hví gongur tað so seint at fáa kvinnur í álitistørv. Ella er hetta ein myta?

- Svarið er ikki so einfalt, tí nógv ting gera seg galdandi. Høvuðsorsøkin er allarhelst tað samfelag, vit liva í. Tað, at tað eru fáar kvinnur í álitisstørvum, er ikki nakað føroyskt fyribrigdi, men eitt alheims fyribrigdi. Um vit seta hetta inn í ein skala, kunnu vit siga, at kvinnur í arabiska heiminum liggja heilt i botni, og kvinnur í norðanlondum liggja høgt uppi. Men taka vit tað í einum norðurlendskum høpi, liggja føroyskar kvinnur niðast. Og aftur; taka vit ST sum dømi, hevur eingin kvinna nakrantíð verið aðalskrivari síðani stovnanina í 1945. Hetta hóast ST er ein stovnur, sum júst arbeiðir nógv við kvinnurættindum um allan heim.

Kvinnur eru lítið umboðarar í politikki og kanska serliga landspolitikki. Hví?

- Her er torført at geva eitt eintýðugt svar. Vit síggja sama mynstur í londunum rundan um okkum, har lutfalsliga fáar kvinnur fara inn í politik. Tær átaka sær í stóran mun smærri uppgávur, sum til dømis at undirvísa á kvøldskúlum, í fimleiki, á frítíðarskúlum, gera tænastur í samkomum og so framvegis. Kvinnur fokusera ofta upp á tað næra, tí síggjast tær møguliga minni í politikki sum heild og serliga lítlan mun í landspolitikki.

Sæð útifrá tykist eisini ein harður og til tíðir óseriøsur tóni at eyðkenna serliga landspolitikkin. Tá menn til dømis á Tingsins røðarapalli gera viðmerkingar um áraknútar hjá hvørjum øðrum, er skiljandi, at fá tíma at stilla upp og halda tað vera stríðið vert. Farið verður í størri mun eftir persónum enn at viðgera mál.

Føroyar liggja aftast í kvinnuumboðan í politikki. Hví heldur tú tað?

- Ein møguleiki kann vera tað politiska umhvørvið. Fleiri av føroysku politikkarunum hava sitið í áravís, og sjálvt um teir tykjast útbrendir, neyðhalda teir fast um sessin. Teir hava í nógv ár sungið sama sang um loysing ella ikki loysing og tunlar. Hví fer ongin stigið longur og gevur eitt boð uppá, hvussu Føroya kundi sæð út, um vit fingu loysing? Eg kundi hugsað mær fleiri politikarar av slagnum sum okkara núverandi fíggjarmálaráðharra. Ung og væl lærd fólk, menn sum kvinnur, ið blása nýtt lív í politikkin og toga hann upp á eitt hægri støði. Tað kann møguliga gera, at áhugin fyri politikki í Føroyum fer at vaksa aftur, og fleiri vilja stilla upp. Bæði menn og kvinnur.

Hvat er tín uppskrift upp á at fáa broytt býtið millum menn og kvinnur?

- Ein møguleiki kundi verið kvotir. Í roynd og veru hava vit longu brúkt kvotur til menn, tí vit í mongum føri hava valt ein mann, tí hann var maður. Eisini krevst, at vit sum veljarir fara at hugsa meira kritiskt, hvat okkara politikkarar gera fyri samfelagið, og at hetta eru persónarnir, sum okkara vegna skulu vera mentir fyri at føra Føroyar inn í framtíðina. Skilja teir framtíðina og tær avbjóðingar, ið liggja fyri framman?

 

 

Ungar kvinnur eru framfýsnar

 

Oftani verður sagt, at kvinnur sjálvar ikki velja kvinnur, tí tær kanska ikki hava álit á teimum. Hvat heldur tú um hendan spurningin?

- Eg eri ikki forsprákari fyri at velja eftir kyni og velji ikki eina kvinnu, tí hon er kvinna. Hinvegin er tað heldur ikki ein sjálvfylgja, at ein maður fær mína atkvøðu. Eg hyggi sjálv eftir persónleika, boðskapi, kvalifikatiónum, avrikum og hvussu fyrimyndarligur persónurin er á nógvum økjum. Eg velji gjarna ein persón, sum hevur ein langtíðarboðskap. Yvirhøvur eru kvinnur kritiskir veljarir, og eg haldi ikki, tær sum heild skulu velja eina kvinnu, bert tí hon er kvinna. Hinvegin áttu menn eisini í størri mun at valt kvinnur.

Væntar tú, at komandi Løgting fer at síggja øðrvísi út. Serliga nú Føroyar eru eitt valdømi ístaðin fyri sjey?

- Tað verður spennandi at síggja, hvussu úrslitið verður. Um vit fáa fleiri kvinnuligar politikkarar og kvinnur í landsstýrið avhongur av, hvør og hvussu nógvar kvinnur stilla upp.

Eru tær yngru kvinnurnar meira framfýsnar, enn vit hava sæð fyri bara fáum árum síðani?

- Ja, har er ein týðiligur munur. Tær yngru kvinnurnar hava stórar ambitiónir og vísa stórt fyritakssemi í serliga vinnulívinum. Tíbetur er ongin avmarking fyri kvinnur, tá tað kemur til útbúgving. Alt fleiri fáa sær hægri útbúgving. Tað er spell, um hesar velja Føroyar frá, bert tí tær ikki sleppa framat teimum spennandi størvunum. Føroyar hevur brúk fyri so nógvum tilfeingi, sum gjørligt at velja ímillum til at stýra landinum og til at varðveita og menna kappingarførið i vinnulívinum. Samanbera vit tað við landsliðið, sum vit gjarna vilja hava skal vinna, verður ofta tikið til, at hini londini klára seg nógv betri, tí tey hava fleiri spælarar at velja ímillum. Jú fleiri vit hava at velja í millum, jú betri verður dygdin og harvið úrslitið. Hetta er eisini galdandi í politikki og vinnulívinum, og jú betri fáa vit tað í Føroyum upp á longri sikt. Tað má vera hetta, tað snýr seg um, at tey sleppa at taka ábyrgd, sum vilja, og harvið fáa øll tað betri.

Skal nøkur lógarbroyting til fyri at broyta lutfallið millum menn og kvinnur í politikki?

- Mær dámar ikki tankan um at tvinga broytingar ígjøgnum við lóg. Argumentið fyri ikki at gera tað er, at so er vandi fyri, at ein kvinna verður vald, tí hon er kvinna, men manglar tær røttu kvalifikatiónirnar. Man kann, um lógarbroyting kemur á økinum, eisini venda argumentinum og siga, at hetta kann tryggja, at ein væl kvalifiserað kvinna verður vald fram um ein minni kvalifiseraðan mann.

Kundi tú sjálv hugsað tær at farið upp í politik?

- Millum vinkonurnar hava vit onkuntíð tosa um, at onkur av okkara átti at stilla upp. Eg havi ongantíð hugsað av álvara um hendan spurningin. Mær dámar betri at vera har, sum eg meti meg gera bestan mun, og í løtuni haldi eg tað vera í vinnulívinum.

 

 

Kunnu læra nógv av Clinton

 

Hvussu hevur javnrætturin tað í vinnulívinum?

- Herfyri tá Bill Clinton vitjaði her var ein av yvirskriftunum í miðlunum, at Bill segði at »Føroyingar hava tað gott«. Hetta tosaðu vit føroyingar so um í nakrar dagar og sannførdu okkum sjálvi í at siga: »jú, vit hava tað gott«. Sjálvt Bill Clinton skal ikki meira enn lenda í Føroyum, so kann hann eisini fortelja føroyingum, at vit hava tað gott. Tað er eitt gott brand at hava, at her er eitt fólk, ið trívist.

Eg haldi, tað var áhugavert at lurta eftir tí, hann hevði uppá hjarta. Tosað var um branding av Føroyum og branding av føroyskum fyritøkum. Meirilutin av teimum, sum traðkaðu fram í hesum høpinum, vóru menn. Fleiri úr toppinum í føroyska vinnulívinum, sum søgdu, hvussu umráðandi hetta var fyri Føroyar, og her eri eg púra samd.

Eitt sum tó undraði meg, var, at eg ikki legði til merkis, at nakar av teimum tók uppaftur, hvussu Bill Clinton stuðlar konu síni, nú hon stillar upp sum valevni fyri demokratarnar til Hvítu Húsini í Washington. Hann ivast ikki, tá hann var spurdur um, hvussu hon fór at klára seg. Hon fer at klára seg væl, var hann vísur í, og kanska á summum økjum betri enn hann sjálvur. Og so vísti hann á ávísar kvalifikatiónir, sum hon hevur í mun til hann.

Eg hugsaði við mær sjálvari, at bara teir føroysku mennirnir fingu hatta við á jøvnum føti við branding, umhvørvispolitik og so framvegis. Kanska fer Føroya Arbeiðsgevarafelag at bjóða Hillary til Føroyar um nøkur ár, um hon gerst forseti í USA.

Innan javnrættindi eru Bill og Hillary eitt øðrvísi, men eisini hugvekjandi par, sum vit í Føroyum kundu lært nógv av. Eitt samfelag hevur ikki ráð til í longdini at yvirsíggja eina so dýrabara rávøru sum vælkvalifiserað arbeiðsmegi er, har kvinnur sjálvandi eru íroknaðar. Um hetta framhaldandi verður rákið, koma tær ungu kvinnurnar ikki aftur til Føroyar. Tað hoyrdu vit í Degi & Viku fríggjakvøldið, og heldur tað áfram, so verður eisini synd í teimum føroysku monnunum upp á longri sikt.

Ofta ber prátið um javnrættindi brá av, at kvinnurnar vilja útkonkurrera mennirnar, og at vit eru so ymiskar frá monnunum, sum mangan eisini verður uppfatað sum veikleiki. Vit hava somu útbúgvingar, so vit kunnu ikki annað enn at hava rættuliga nógv til felags. Í veruleikanum snýr tað seg heldur um at síggja tað góða í, at vit eru ymisk og á tann hátt duga at gagnnýta styrkirnar hvør sær.

Skal Føroyar framhaldandi vera kappingarført og eitt gott land at búgva í, mugu vit øll kýta okkum og brúka allar resursir uttan mun til kyn.

 

Føroyar eru aftanfyri

 

Enn eru luftalsliga fáar kvinnur í leiðslustørvum. Hví?

- Ein orsøk kann vera, at tað er lutfalsliga nýtt, at kvinnur í Føroyum eru á arbeiðsmarknaðinum og uppaftur nýggjari, at kvinnur í vaksandi mun fáa sær hægri útbúgving. Har skal tilvenjing og tilvitan hjá arbeiðsgevaranum um, at hann í veruleikanum hevur fleiri evni at velja ímillum. Hetta forklárar tó ikki alt. Onnur norðurlond hava somu avbjóðing, men har hava kvinnur verið á arbeiðsmarknaðinum longri enn í Føroyum.

Í Føroyum síggja vit oftani, at leiðslur eru samansettar av lestrarfeløgum ella vinmonnum, og slík netverk eru ring at kappast við hjá kvinnunum. Hetta gongur ofta aftur í nevndum eisini. Samstundis er hatta natúrligt, tí man kennir tað aftur frá lestrartíðini, tá man arbeiddi við verkætlanum og skjótt fann út av, hvør verkætlanarbólkur virkaði væl saman bæði fakliga og sosialt, og so helt man seg til hendan. Helst átti starvssetanarhátturin í Føroyum at verðið broyttur.

Í Danmark eru tey komin nakað longri, tí kvinnur hava verið longri á arbeiðsmarknaðinum har enn í Føroyum. Har verður eisini í nógvum førum farið meiri professionelt til verka, tá fólk verða sett. Oftani skalt tú til fleiri samrøður. Tá eg varð sett í starvið, eg røkti í Danmark, var eg til fimm samrøður. Tvær tær fyrstu samrøðurnar gingu fyri seg hjá einari konsulentfyritøku. Fyrst skuldi eg taka eina roynd, sum skuldi tekna ein ávísa mynd av mær og fyri at vita, um eg hevði teir eginleikar, leiðslan ynsktu sær til starvið. Síðani skuldi eg loysa tvær uppgávur, har onnur var ein marknaðarførings-uppgáva í altjóða høpi og hin ein týðingar-uppgáva á enskum og sponskum. Hetta var ein altjóða fyritøka, har málskunnleiki og kunnleiki um altjóða marknaðir var týdningarmikil. Ikki fyrr enn hesar uppgávurnar, saman við profilinum av mær var góðtikin, slapp eg inn at tosa við stjóran í fyritøkuni. Starvsetanarhátturin gav eina góða kenslu, tí tú visti, at tú vart sett út frá egnum førleikum. Hetta var ein spennandi fyritøka at arbeiða í, har avlopið vaks 25-35 prosent um árið.

Eg spurdi einaferð stjóran hjá mær, hvussu hann fekk ein slíkan vøkstur at bera til. Hann svaraði einfalt: »Tú skalt hava eina greiða fatan av, hvat tú vilt og seta tey røttu fólkini«. Eg spurdi hann, hvat hann meinti við at seta tey røttu fólkini: »Tú skalt fyrst og fremst spyrja inn til, hvørji úrslit og avrik ein umsøkjari hevur at vísa á«.

Fyritøkan var nummar eitt í øllum heiminum innan sítt yrki; har arbeiddu 500 fólk og tveir triðingar vóru kvinnur. Eisini í toppleiðsluni. Viðurskiftini fyri kvinnur vóru góð. Millum annað fingu tær eitt heilt ár barnsburðarfarloyvi, um tær høvdu starvast í fyritøkuni tvey samanhangandi ár.

Taka vit Føroyar, so eru uppaftur færri – fyri ikki at siga ongin kvinna at síggja í ovastu leiðsluni í teimum heilt stóru fyritøkunum. Sum til dømis í peningastovnum; har tú sjálv arbeiðir, tryggingarfeløg og aðrar stórar fyritøkur. Har síggjast bert slips og jakkasett á ovastu rók. Hvat er orsøkin?

- Orðið skiparamentan hevur onkuntíð verið at hoyrt, og Føroyar sum fiskivinnutjóð hava eina skiparamentan. Traditionelt hava kvinnurnar ikki »staðið á brúnni« í fiskivinnuni, kanska mest tí vinnan ikki hevur verið so áhugaverd fyri kvinnur. Eg havi størstu virðing fyri teimum føroysku sjómonnunum. Abbi mín, Tummas Hansen, var sjálvur ein av teimum, men sló tíverri út undir krígnum. Hann var við Skálaberg. Omma stóð eftir við nógvum børnum, so eg eri væl vitandi um, hvussu hart og váðafult hetta lívið kann vera, eisini fyri familjuna, sum er eftir á landi.

Vinnumynstrið í Føroyum broytist og fyritøkur, serliga innan tænastuvinnuna havi vunnið seg fram seinastu árini og leita eisini út um landoddarnar. Hetta eru vinnur, sum flestu kvinnum dáma væl at arbeiða innan og klára seg væl í. Men hví tað eru so fáar kvinnur í toppleiðsluni? Eg kann geva tær eitt persónligt dømi:

Fyri fáum árum síðani søkti eg eitt starv sum deildarstjóri á eini størri føroyskari fyritøku. Starvið var eitt dreymastarv, og eg leyk øll krøv til útbúgving og starvsroyndir sambært starvslýsingini. Til setanarsamtaluna vóru tað forstjórin, ein deildarstjóri og eg. Við endan av tí triðju setanarsamtaluni sigur deildarstjórin brádliga: »Vit ivast í tær, tí tú ert kvinna«. Eg trúði ikki mínum egnu oyrum og bleiv púra paff. Tað haldi eg, vit øll blivu í nøkur sekund. Har var pínlig tøgn, aftan á at deildarstjórin hevði hugsað hart. Seinni hugsaði eg, hví ikki seta tað í lýsingina beinanvegin, at kvinnur eru óynsktar, so sleppur man undan øllum stríðnum við at søkja, tí hatta er alíkavæl ikki ein kvalifikatión, sum tú fært gjørt nakað við.

Hetta eru nøkur ár síðani, og eg síggi tíbetur eina vend. Kvinnur eru komnar inn í toppleiðslur og í fleiri nevndir, og sjálv siti eg til dømis sum næstformaður í nevndini fyri Postverk Føroya. Í Føroya Banka var eitt dóttirfelag, Skyn, sett á stovn í fjør, og har er ein kvinnuligur stjóri. Tað var ongantíð talan um, at tað skuldi vera nakar annar enn hon.

Innihaldið í arbeiðinum hevur eisini nógv at siga. Fyri meg er tað at fáa avbjóðingar og kenna á sær, at ein ger mun, umráðandi. Tá verður tað stuttligt at arbeiða. Leiðslan í Føroya Banka hevur ongan trupuleika við at býta út stórar og krevjandi uppgávur, eisini til kvinnur. Eg haldi, at ein orsøk til, at leiðslustørvini ofta eru so áhugaverd, kann vera, at avbjóðingarnir og tann góða lønin hava ligið har. Hetta broytist spakuliga í takt við, at kappingin harðnar og troðkar seg meira inn á okkum. Kappingin ber í sær, at virkini í størri mun mugu menna síni starvsfólk og seta serfrøðingar av ymiskum slag og førleikum fyri at gerast meiri kappingarfør. Tá vaksur ábyrgdin og tær spennandi uppgávurnar út um leiðsluna, og lønarlagið uttan fyri leiðsluna hækkar. Kanska átti man eisini spakuliga at komið burtur frá verandi lønarlagi, sum í ov stóran mun gevur leiðarum fyrimun. Løn átti í størri mun at verðið givin eftir avrikum.

Brynhild Setberg heldur tað vera gott, at kanningar verða gjørdar av støðuni og livihátti hjá útisetum í Danmark við tí fyri eyga at fáa so nógvar heimaftur sum møguligt. Hetta átti eisini at fevt um føroyingar í øðrum londum.

- Í mínum førum var tað hvørki løn ella sjálvt starvið, sum fekk meg at koma heimaftur, men fyrst og fremst, tí eg eri føroyingur. Eg kendi tað sum mína skyldu at koma aftur og gera nakað fyri tað samfelagið, sum gav mær teir møguleikar, eg havi gjørt brúk av. Vit plaga at siga, at tað er so og so gott at búgva í Føroyum, men tað er sanniliga eisini gott at búgva nógva aðrastaðni, sigur Brynhild Setberg og tekur brøður sínar sum dømi.

- Teir búgva sera gott í Kalifornia. Báðir hava fingið sær amerikanska familju, góða útbúgving og gott starv, men báðir leingjast heimaftur. Serliga annar kundi væl hugsað sær at komið aftur til Føroya, men tað verður ikki fyri einhvønn prís. Hann hevur gjørt alt fyri at varðveita tað føroyska og lærir millum annað smáu børnini hjá sær føroyskt. Føroyar má tí skapa umstøður fyri at gera tað meiri lokkandi fyri útisetar at koma aftur. Millum annað stendur lønin als ikki mát við til dømis bústaðarprísirnar í miðstaðarøkinum, sigur Brynhild Setberg.

 

 

 

Fakta

 

Brynhild Setberg, 44 ár. Fødd í Havn, uppvaksin í Horsens, Roskilde og Århus. Kom heimaftur sum 10 ára gomul. Einasta av fýra systkjum, ið býr í Føroyum. Tveir brøður búgva í Kalifornia, har teir arbeiða sum verkfrøðingar, og systirin býr í Danmark, har hon arbeiðir sum sjúkrasystir á privatsjúkrahúsi.

Útbúgvin cand. merc. frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn og Universitetinum í Barcelona. Búði eitt tíðarbil í Spania og USA. Hevur arbeitt hjá altjóða fyritøkuni, International Health Insurance Danmark a/s í Keypmannahavn við høvuðsábyrgd fyri marknaðarmenning og stovnsetan av dóttirfeløgum, serliga í Latínamerika, Spania og USA. Tosar fleiri mál flótandi.

Starvast í dag sum projektleiðari fyri Menning & Samskifti í Føroya Banka. Seinasta hálva árið sum deildarleiðari fyri hesum økinum. Áðrenn hetta marknaðarleiðari í Tryggingarfelagnum Føroyar.

Næstformaður í nevndini fyri Postverk Føroya

 

Kvinnuliga fyrimyndir:

Mamman fyri hennara eldhuga í at stuðla døtrunum, hennar gløgga lyndi og arbeiðsemi.

Madeleine Albright (tað liggur næstan í navninum »All bright«) fyri hennara innlit, sum fyrsti kvinnuligi uttanríkismálaráðharri í USA.

Condoleezza Rice, tí hon hevur fingið alt at borið til sum svørt og kvinna

Jacqueline Kennedy og Audrey Hepburn fyri fantastiska samanseting av stíli og útbúgving