Prát
Seinasta fríggjadag kunngjørdi Elfelagið SEV, at stýrið fyri felagið hevur gjørt av at seta Hákun Djurhuus, fyrrverandi stjóra í P/F Føroya Shell, í stjórastarvið hjá felagnum. Virkandi stjóri í løtuni er Poul Arni Jacobsen, sum annars hevur verið næstformaður í stýrinum. Nú hann situr sum virkandi stjóri, er hann ikki limur í stýrinum, men hevur varamannin sitandi, til hann seinni tekur álitisstarvið aftur.
Saman við Poul Arna
Sosialurin hevur skift orð við nýggja stjóran, Hákun Djurhuus, sum alment tekur við stjórastarvinum 1. januar 2008, men sum longu 1. desember byrjar í føstum starvi hjá felagnum.
- Vit hava avtalað, at eg skal arbeiða saman við virkandi stjóranum, til eg alment taki við sum stjóri. Poul Arni hevur í nógv ár sitið í stýrinum fyri SEV og hevur eisini áður verið stýrisformaður. Tí hevur hann stóran kunnleika til felagið, og eg vænti, at hann saman við øðrum góðum fólkum innan felagið verður mær hollur í ráðum.
Stjórin í SEV gjøgnum mong ár, Klæmint Weihe, er nú í øðrum starvi, men hann segði, tá ið hann gjørdi av at fara úr stjórastarvinum, at hann vildi vera tøkur í ráðum, um brúk var fyri tí.
- Enn er alt so nýtt, og tí dugi eg ikki at siga, hvør tørvurin verður í so máta, men tað er náttúrligt, at Klæmint Weihe, sum hevur myndað felagið øll hesi ár, hevur allan kunnleikan um SEV og virksemið hjá felagnum, sigur Hákun.
Framtíðin avgerandi
Vit spurdu eisini, hvørja mynd hann hevði av Klæminti sum stjóra í SEV, meðan hann sjálvur sat í stjórastarvinum hjá Shell.
- Vit seldu nógva olju til SEV, og vit høvdu eitt gott samstarv, eisini eg og Klæmint. Eg havi bara gott at bera honum, og eg haldi, at málini, sum hann hevur verið við til at seta út í kortið fyri felagið, eru skilagóð.
Hákun heldur kortini, at tað, sum er mest áhugavert í hansara verð, nú hann skal byrja hjá SEV, er framtíðin – hvussu hann sum stjóri saman við leiðsluni annars og tí fólki, sum er í fyritøkuni, kann bera felagið longur fram á leið.
- Tað, sum nú liggur fyri framman, er meira áhugavert enn tað, sum liggur aftanfyri, heldur hann.
Minni útlát
Nýggi stjórin vísir á, at ein av uppgávunum hjá felagnum verður at fáa ein uppaftur størri part av orkuni, sum felagið framleiðir, úr varandi orkukeldum.
- Í dag koma 45% av orkuni úr varandi orkukeldum, vatni og vindi. Hetta er nakað, vit kunnu vera errin av, og hetta er eitt gott ískoyti til tað at “uppføra” seg pent sum heimsborgari, um vit so kunnu siga.
Hann vísir á, at málið hjá felagnum er at náa upp á tey 55% úr varandi orkukeldum í 2015, og hann heldur, at vit eiga at seta okkum málið enn hægri.
- Sum føroyingar eiga vit at vera errin av, at ein so stórur partur av okkara elframleiðslu stavar frá varandi orkukeldum, og úteftir eiga vit at fortelja hetta og kunna gleðast um tað. Vit eiga eisini at kunna fortelja øðrum, at okkara mál er í minsta lagi at náa upp á tey 55% í 2015. Rætt er, at nakrir av okkara grannum, eitt nú Ísland og Noregi, eru enn betur fyri enn vit í so máta, men tað eru nógv lond, sum ikki kunnu siga, at ein so stórur partur av teirra elframleiðslu stavar frá “grønari” orku.
Vatn og vindur
Hákun vísir á, at dýrasti posturin hjá SEV er oljan, sum bæði tyngir um raksturin og ger, at neyðugt er at hækka streymprísin. Lyklaorðið er effektivitetur – tað at reka tingini skilagott, bæði hvat viðvíkur tí fíggjarliga og umhvørvisliga partinum.
- Í tann mun tað ber til reint tekniskt og fíggjarliga, eigur málið at vera, at ein alsamt størri partur av orkuframleiðsluni kemur frá varandi orkukeldum. Sambært íløguætlanini fer felagið í framtíðini í bæði at troyta vatn og vind. Hetta kemur í longdini at geva felagnum størri fíggjarligt rásarúm, men ikki minst kemur hetta at tæna umhvørvinum.
Hann heldur, at tað eisini er positivt, at felagið við verkætlanini við alduorku og verkætlanini við Nólsoynni sum grønari oyggj er við í granskingarpartinum, tá ið ræður um alternativa orku.
- Hetta styrkir eisini um okkara “grøna” profil og ger, at felagið stendur saman við umheiminum at byrgja uppfyri globalu umhvørvistrupulleikunum. Okkara starvsfólk og felagið sum heild eigur at vera errið av, at vit eru við í tí partinum, sum roynir at minka um útlátið, sum er ein umhvørvislig hóttan fyri heimin. Oljan er ein ógvuliga týðandi orkukelda, men vit vilja gera okkara til at venda myndini, so varandi keldur í minsta lagi gerast líka so stórur partur av okkara orku – og helst størri, enn oljan í dag er, sigur hann.
Øll hava ábyrgd
Hákun heldur, at hóast Føroyar ikki telja nógv í heimshøpi, eiga vit avgjørt at verða við og bera okkara part av globalu umhvørvistrupulleikunum.
- Hvør einstakur borgari eigur at bera sín part, og vit mugu øll taka ábyrgd, so vit kunnu bera klótuna víðari til komandi ættarlið. Heimurin er lítil, og vit eru mong, sum skulu búleikast her. Tí er neyðugt, at vit ikki minst hugsa um umhvørvið og tað ríkidømi, sum er í havinum, oman á jørðini og undir himmalinum – at hetta er tað, sum skal geva okkum mat í munnin og klæði á kroppin. Vit eiga at vísa ábyrgd og gera tingini burðardygg allan vegin ígjøgnum. Vit eiga at læra okkum at virða náttúruna nógv meira, og her haldi eg, at tað tíbetur gongur rætta vegin, sigur hann.
Útlát í álvara
Men hvussu kann so ein fyrrverandi Shell-stjóri, sum hevur tikist við at selja olju, seta seg hinumegin “borðið” og vera tann, sum nú vil gera so nógv fyri at minka um oljunýtslu og útlát?
- Ja, eg veit væl, hvat tú hugsar, men tað er ein spurningur, hvørja mynd tú sum ábyrgdarhavari hevur av oljuvinnuni og olju sum orkukeldu, men eg vil leggja dent á, at felagið í míni tíð sum stjóri tók útlátið í størsta álvara. Hinvegin er tað ein veruleiki, at oljan er ein týðandi – men eisini kostnaðarmikil – orkukelda, sum samfeløgini eru rættiliga bundin at. Heimurin hevur sæð í eyguni, at neyðugt er at minka um útlátið, og tí verður arbeitt miðvíst við alternativum møguleikum – eisini her hjá okkum, sigur hann.
Hákun vísir á, at eisini á elorkuøkinum verður lógin liberaliserað, soleiðis at kapping í størri mun kemur í økið, og SEV kennir segt avgjørt ikki illa fyri í hesi kapping, men hann endurtekur, at tað er altíð ein spurningur um, hvat er skilagott reint tekniskt og fíggjarliga.
Bleytur startur
Sum vit nevndu í byrjanini, kemur Hákun Djurhuus at hava sína føstu gongd á SEV longu frá 1. desember, tá hann eitt nú kemur at arbeiða saman við virkandi stjóranum, Poul Arna Jacobsen.
- Eg var á SEV eina løtu í gjár og heilsaði upp á starvsfólkini á skrivstovuni í Havn, og vit høvdu onkran fund í hesum sambandi. Øll hava ein arbeiðsdag og kunnu tí ikki ganga og leiða meg runt ein heilan dag. Hetta verður ein “bleytur” startur, og eg fari at vitja á deildunum so hvørt, sum tíð og umstøður verða til tess.
Setti stjórin sigur, at hann hevur tykist við so mangt, síðan hann gavst hjá Shell, at “battaríið” nú veruliga er løtt uppaftur til at byrja í nýggja starvinum.
- Eg havi gjørt nógva av tí, sum mær dámar, men sum stundir ikki altíð hava verið til.
At fletta harur
Hákun Djurhuus sigur, at hann á ongan hátt hevur kett seg hesar mánaðirnar, síðan hann gjørdist leysur í stjórastarvinum hjá Føroya Shell, tvørtur ímóti.
- Eg havi smíðað, gingið á fjall, flett og skotið harur. Í tríggjar vikur havi eg eisini verið vikarur í Tórsahavnar kommunuskúla, tí teimum vantaði ein lærara. Nú eri eg klárur til hesa nýggju og stóru avbjóðing, sum eg virkuliga gleði meg til.
Vit takka fyri samrøðuna og seinastu orðini, ið komandi stjórin á SEV sigur, er, at nú fer hann at fletta nakrar harður, sum hann hevur skotið.