Gorbatjov slær manngarð um Putin

- Eg eri fullgreiður yvir, at Putin verður umrøddur sum eitt bølmenni í fleiri londum í Evropa, men veruleikin er, at hann hevur roynst væl sum forseti í Russlandi. Tit gloyma ofta, at Russland er eitt torført land at stjórna, og at tað er ómetaliga stríggið at fremja reformar í einum so stórum landi. Tí er tað eitt bragd, at Putin hevur megnað at slóað fyri stabiliteti í Russlandi, heldur fyrrverandi sovjetiski stjórnarleiðarin Mikhail Gorbatjov. Mikudagin helt Mikhail Gorbatjov fyrilestur á Christiansborg

Politiskur fyrilestur

 

 

Christiansborg: Hann var maðurin, sum stóð við stýrisvølin, tá risaveldið Sovjet datt sundur í 1991. Tann lágvaksni Mikhail Gorbatjov við tí eyðkenda móðurmerkinum hevur havt ein rættiliga avgerandi leiklut í heimssøguni. Saman við amerikanska forsetanum, Ronald Reagan, var hann fyrst og fremst tann politikarin, sum seinast í áttatiárunum legði lunnar undir at enda atomdubbingina og kalda kríggið millum stórveldini USA og Sovjetsamveldið. Tað var ikki bara úti í heimi, at Gorbatjov gjørdi vart við seg. Við hansara kjarnuhugtøkum um “Perestroika” og “Glasnoist”, sum á føroyskum merkja ávikavist opinleiki og umskipan, broytti hann eisini grundleggjandi sovjettiska samfelagið.

 

Mikudagin var tann nú 76 ára gamli Gorbatjov á vitjan í Fólkatinginum, har hann greiddi frá sínum visjónum fyri framtíðina, og hvørjar avbjóðingar standa fyri framman í heiminum í dag.

 

Stuðlar Putin

Tá tann 54 ára gamli Mikhail Gorbatjov kom til valdið í Sovjetsamveldinum í 1985, stóð hann beinleiðis í andsøgn við sínar undanmenn í kommunistiska flokkinum. Hann varð sæddur sum ein ágrýtin, litríkur og karismatiskur politikari, sum dugdi at tosa beinleiðis við fólkið í Sovjet. Ein eginleiki, sum hansara undanmenn als ikki høvdu.

 

Hóast Gorbatjov er komin væl upp í árini, hevur fyrrverandi stjórnarleiðarin framvegis karismu og fólkatekki. Undir sínum fyrilestri á Christiansborg var hann ikki bangin fyri at lata onkra stuttliga og speiska viðmerking fella, meðan hann greiddi frá, hvussu hann sá støðuna í heiminum í dag. Og tað var ikki sørt, at Gorbatjov í einstøkum førum tók áhoyrararnar á Christiansborg á bóli. Millum annað greiddi hann greiddi frá, at hann nærum treytaleyst stuðlar kósini hjá sitandi russiska forsetanum Vladimir Putin.

 

-Eg eri fullgreiður yvir, at Putin verður umrøddur sum eitt bølmenni í fleiri londum í Evropa, men veruleikin er, at hann hevur roynst væl sum forseti í Russlandi. Tit gloyma ofta, at Russland er eitt torført land at stjórna, og at tað er ómetaliga stríggið at fremja reformar í einum so stórum landi. Vit hava heili 120 ymisk mál, og allar heimsins religiónir eru at finna í landinum. Tí er tað eitt bragd, at Putin hevur megnað at slóa fyri stabiliteti í Russlandi. Stabiliteturin í landinum hevur eisini havt við sær, at Russland nú er vorðin ein álítandi orkuveitari. Tí eiga tit at vísa honum nógv størri virðing enn tit gera, greiddi hann frá.

 

 

Russland á veg

Í kjalarvørrinum av harðrendu framferðini hjá Vladimir Putin í Tjetjenia og á morðunum á fyrrverandi KBG-agentinum Alexander Litvinenko og atfinningarsama journalistinum Onnu Politkovskaja eru fleiri og fleiri atfinningarsom eygu í vesturheiminum vend ímóti stýrinum hjá Vladimir Putin.Vesturheimurin fílist millum annað á, at Putin hevur miðsavnað politiska valdið í Kreml og skert grundleggjandi frælsisrættindi hjá bæði fólki og fjølmiðlum í Russlandi. Samstundis verður russiski forsetin lagdur undir at stjórna landinum sum ein einaræðisráðharri, og hetta fær hansara kritikarar at samanbera Putin við gomlu zararnar í Russlandi. .

 

Men hesar atfinningar nerva ikki Mikhail Gorbatjov.

 

Hann vísti á, at tað framvegis ikki fyriliggja nøkur prógv um hvør beindi fyri Litvinenko ella Politkovskaju, og tí ynskti hann at halda seg til veruleikan, sum hann málbar seg. Hann greiddi frá, at støðan í Russlandi var hættislig, áðrenn Putin kom til valdið. Og henda veruleika hava evropearar lyndi til at gloyma.

 

- Russland var snøgt sagt í upploysn, tá Boris Jeltsin sat við valdinum. Hann lat stóran part av risa stórum almennum ognum nærum ókeypis til nakrar fáar vinnulívsmenn, sum afturfyri hjálptu honum at varðveita politiska valdið. Russiska mafian hevði eisini góðar dagar undir Jeltsin, men leikluturin hjá henni er minkaður undir Putin, heldur fyrrverandi stjórnarleiðarin.

 

Samstundis eftirlýsti Gorbatjov, at evropearar royna at skilja støðuna í Russlandi betur. Hann vísti á, at landið hevur framvegis langt á mál.

 

-Evropearar eru rættiliga skjótir at finnast at Russlandi, tí tað eftir teirra tykki gongur ov seint at fremja neyðugu reformarnar. Eftir mínum tykki hava árini við Putin sum stjórnarleiðara verið við til at gera Russland meira demokratiskt. Vit eru bara komin helmingin av leiðini til at gerast eitt demokratiskt og frælst land eftir at hava verið í haftinum av kommunismuni í stórum parti av 1

20. øld. Tí er tað týdningarmikið, at tit hava tol við okkum, fortaldi hann.

 

ES og Russland hond í hond

Fleiri eygleiðarar hava seinastu árini spátt, at komandi árini fer Russland – eins og Sovjet undir kalda krígnum - aftur at fáa eina lyklastøðu í heimspolitikki. Metingin er, at stríðið um orkukeldur fer at seta dagsskránna í enn størri mun enn tað ger í dag. Og í tí sambandi hevur Russland við sínum ovurhondsstóru olju- og gasskeldum eitt frálíkt útgangsstøði. Evropa Samveldið hevur í løtuni stóran tørv á bæði olju og gassi úr Russland, og hetta gevur Russlandi sera góð kort á hondina í samráðingum við ES. Evropeiskir leiðarar bera ótta fyri, at Russland fer at gera sær dælt av støðuni og leggja hart trýst á tey evropeisku londini í samráðingum.

 

Ræðumyndin í Vesturevropa er, at Putin fer at føra ein revolvarapolitikk mótvegis restini av Evropa á orkuøkinum. Hesa ræðumynd kennir Mikhail Gorbatjov ikki aftur. Retoriskt setir hann spurningin, hvør fær nakað burtur úr tí?

 

-Tað er burtur úr vón og viti at hugsa sær, at Russland fer at trýsta ES við sínari góðu støðu á orkuøkinum. Russland hevur stóran tørv á ES - bæði ES-valuta og ES-forbrúkarum. Tí haldi eg talan er um eina mistonkiliggering, tá hesir tankar vinna frama. Vit eiga at hava skilagóð viðurskifti millum ES og Russland. Uttan mun um vit nakrantíð gerast limir í ES, so síggja vit russarar okkum sum evroperarar, heldur Gorbatjov.

 

Global kreppa

Undir fyrilestrinum nam Mikhail Gorbatjov eisini við støðuna í heiminum. Og lat tað vera sagt beinanvegin: Mikhail Gorbatjov er ikki bjartskygdur um gongdina í heiminum í dag. Heldur tvørturímóti.

 

Vit eru í mitt í einari globalari kreppu, og okkum vantar visjónir, hvussu vit koma á rætt kjøl. Bert 30 % av heiminum livir í dag á einum virðiligum støði, og tað er sjálvandi ikki nøktandi. Helvtin av øllum heimsins borgarum liva fyri ein til tveir dollarar um dagin. Heimurin er eisini ovfólkaður í løtuni. Í byrjanini av 20. øld vóru vit 1,6 milliard í heiminum, men nú eru vit meira 6 milliardir fólk. Hesi tølini siga ikki so lítið, segði Mikhail Gorbatjov

 

Fyrrverandi stjórnarleiðarin í Sovjetsamveldinum hartaði tey stóru londini í heiminum fyri at gera alt ov lítið fyri at basa fátækradøminum í heiminum.

 

Tað er nærum blivin ein klassisk søga. Altjóða avtalur, sum lond binda seg til at halda, verða als ikki virdar. Nærum øll lond hava bundið seg til at lata 0,7 % av bruttotjóðarúrtøkuni til menningarhjálp, men í løtuni er tað bara fýra lond, sum halda avtaluna. Tað er snøgt sagt ov vánaligt, greiddi Mikhail Gorbatjov frá.

 

Undir fyrilestrinum kom Mikhail Gorbatjov við einari inniligari áheitan á vesturheimin um at taka umhvørvið í nógv størri álvara – tí tað er fyrst og fremst vesturheimurin, sum er noyddur at ganga undan.

 

-Vit hava í løtuni eina grundleggjandi umhvørviskreppu í heiminum. Millum annað er tað ein stórur trupulleiki at veita øllum fólkum í heiminum feskt vatn. Vit hava havt fleiri stórar altjóða stevnur um at loysa trupulleikan við feskum vatni, men einki tykist verða komið burturúr. Eftir mínum tykki stava umhvørvistrupulleikarnir, vit í dag síggja, fyrst og fremst av vantandi umhvørvispolitikkinum í 20. øld, fortaldi hann.

 

Mikhail Gorbatjov nevndi Kyoto-avtaluna sum ein møguleika fyri at loysa partar av galdandi umhvørvistrupulleikum.Samstundis hartaði hann bæði USA og Russland fyri ikki at hava undirskrivað Kyoto-avvtaluna.

 

-So leingi USA ikki vil binda seg, vil Russland heldur ikki binda seg.

 

Fáar loysnir

Hóast Mihhail Gorbatjov nýtti nógva orku í sínum fyrilestri at vísa á, hvørjir trupulleikar eru í heiminum í dag, var hann trekur at koma við nøkrum ítøkiligum loysnum. Hann staðfesti fleiri ferðir, at tað er neyðugt at skifta núverandi skipanir út fyri at bøta um støðuna. Fleiri áhoyrarar høvdu eisini áhuga í at vita nærri, hvussu hann helt hesa loysnir skuldu finnast, men Gorbatjov hevði ilt við at vísa á nakrar ítøkiligar politiskar loysnir.

 

 

 

FAKTA:

 

Stutt um Mikhail Gorbatjov…

 

Mikhail Sergejevitj Gorbatjov er føddur 2. mars 1931. Hann vaks upp í býnum Stavropol, sum liggur har norðuri í Kaukasis. Hann hevur útbúgving sum løgfrøðingur á Universitetinum í Moskva, og fór upp í sovjettiskan politikk í 1955. Frá 1985 til 1991 var hann aðalskrivari í kommunistiska flokkinum og stjórnarleiðari í Sovjetsamveldinum. Í 1990 fekk hann Nobel-friðarheiðurslønina. Í 1996 stillaði hann upp til forsetavalið í Russlandi, men honum eydnaðist bert at fáa 0,5 % av atkvøðunum. Fyri nøkrum vikum stovnaði hann ein nýggjan flokk í Russlandi, sum verður róptur Sosialdemokratiski flokkurin.

 

Útvald sitat:

 

“Eg eri fullgreiður yvir, at Putin verður umrøddur sum eitt bølmenni í fleiri londum í Evropa, men veruleikin er, at hann hevur roynst ómetaliga væl sum forseti í Russlandi. Tit gloyma ofta, at Russland er eitt torført land at stjórna og at tað er ómetaliga stríggið at fremja reformar í einum so stórum landi”.

 

 

“Vit eru í mitt í einari globalari kreppu, og okkum vantar visjónir, hvussu vit koma á rættkjøl. Bert 30 % av heiminum livir í dag á einum virðiligum støði, og tað er sjálvandi ikki nøktandi”.

 

“Eftir mínum tykki stava umhvørvistrupulleikarnir, vit í dag síggja, fyrst og fremst av vantandi umhvørvispolitikkinum í 20. øld. Millum annað er tað ein stórur trupulleiki at veita øllum fólkum í heiminum feskt vatn”

 

“Tað er nærum blivin ein klassisk søga. Altjóða avtalur, sum lond binda seg til at halda, verða als ikki virdar. Nærum øll lond hava bundið seg til at lata 0,7 % av bruttotjóðarúrtøkuni til menningarhjálp, men í løtuni er tað bara fýra lond, sum halda avtaluna”