Chiko er eisini klárur til dystin í Runavík

- Tá ið eg fari inn á áskoðaraplássið og stilli meg á mítt pláss, havi eg nøkur “ritualir”, sum eg fylgi og trúgvi upp á. Gongur ikki væl hjá okkara liði, stilli eg meg aftanfyri málið hjá mótstøðuliðnum, tí eg trúgvi, at bólturin kemur, har eg standi – altso í málið. Tað sigur Laura Olsen, NSÍ-fjeppari, sum treyðugt sigur okkum søguna um, tá hon einaferð í summar koppaði ein barnavogn í berum ovfarakæti aftanfyri málið hjá mótstøðuliðnum

NSÍ-fjepparar

 

Nú NSÍ liggur nógv best fyri í kappingini um at vinna Formula-deildina og harvið gerast føroyameistarar í fótbólti, var Sosialurin í gjárkvøldið inni á gólvinum hjá Lauru og Jónsvein Olsen í Rytuvík, ið teljast millum tey, sum rættiliga kunnu sigast at vera NSÍ-fjepparar.

Øll í húsinum eru fjepparar og øll, sum eru løgst aftrat familjuni, eru eisini NSÍ-fjepparar – ja, sjálvt hundurin Chiko, sum gongur og melur á gólvinum, meðan vit eru á vitjan, er í bundnum gulum og svørtum NSÍ-búna.

Chiko hevur nummar 12 á rygginum. Tað er nummarið hjá Einari Hansen, sum er sonur Onnu og Svend Hansen í Saltangará. Á bringuni standa bókstavirnir NSÍ, og oman á rumpistykkinum aftan hevur hann eitt reklamumerki hjá E.M. Asfalt.

Einar er ein av stuðlunum á NSÍ-liðnum, sum nú er FM-heitinum nær, og hann er eisini nýggjur í landsliðshøpi.

 

Bara fótbóltur

- Her verður næstan bara tosað um fótbólt, og vit eru ógvuliga spent, nú 5 stig eru á muni millum NSÍ og B36, samstundis sum bara tveir dystir eru eftir at leika.

Laura Olsen, sum vit skifta orð við, dylur ikki, at flest øll í Runavíkarøkinum eru ógvuliga spent til sunnudagin, tá NSÍ-liðið fer á vøllin ímóti VB/Sumba, sum kemur norður at spæla næst seinasta dystin í landskappingini.

- Eg vænti, at allir leikararnir hjá okkum fara út á vøllin at stríðast av øllum alvi, nú teir við at vinna á suðuroyarliðnum á heimavølli kunnu tryggja sær meistaraheitið í 2007.

Men, leggur Laura aftrat:

- Tað er eingin dystur vunnin, fyrr enn vit eru á odda, og dómarin hevur blást í floytuna fyri seinastu ferð.

Hon ivast onga løtu í, at skal NSÍ-liðið vinna sunnudagin, er neyðugt at allir leikarar taka dystin í størsta álvara, heilt frá byrjan.

- Vit hava so ofta sæð áður, at lið, sum fáur ella eingin roknaði við enntá, kunnu órógva eitt meistaraheiti, og tað kann eisini henda í Runavík sunnudagin, um allir leikarar ikki gera sítt ýtasta.

 

Er hent áður…

Laura vísir til dystin á sinni millum GÍ og NSÍ, tá GÍ “bara” skuldi tryggja sær ein javnleiki móti einum undirtippaðum NSÍ-liði, men tapti FM-heitið, tí NSÍ beit frá sær.

- Tá noyddist tyrlan til Tvøroyrar við gullinum, tí TB gjørdist føroyameistari. Nei, dysturin millum NSÍ og VB/Sumba sunnudagin má avgjørt ikki takast sum nakar avgreiðsludystur fyri heimaliðið, tí tá kann veruligur vandi vera á ferð, leggur hon aftrat.

Hon væntar sjálvandi – og vónar ikki minni – at NSÍ fer at draga longra stráið í hesum avgerandi dysti, og hon loyvir sær í tí stilla at tippa, at NSÍ fer at vinna 4-1 móti VB-/Sumba.

- Vit mugu eisini hugsa um, at fleiri av okkara leikarum júst hava spælt krevjandi landsdyst, og tað er einki at ivast í, at hjá teimum situr nógv møði eftir í beinunum.

Laura vísir á, at VB/Sumba hevur fleiri leikarar, sum duga at spæla fótbólt.

- Nú mugu vit bara hopa, at okkara menn hava eydnuna við sær sunnudagin og føra sigurin heim. Eitt, sum hevur sermerkt NSÍ-liðið í ár, er, at nógvir hava skotið málini. Tað er ikki bara ein, sum hevur fingið málini, men fleiri. Eg haldi, at hetta er positivt, og nú mugu vit so bara hopa, at teir eisini duga at raka ímillum stengurnar hjá mótstøðuliðnum sunnudagin.

 

Óvæntað eykastig

Hon vísir á, at hin sunnudagin, tá NSÍ herfyri vann trygt á GÍ í Gøtu og B36, sum var í hølunum á NSÍ, tapti tepurt móti B71 á Sandi, fekk NSÍ trý sera kærkomin eykastig, sum hon tekur til.

- Vit høvdu slett ikki væntað, at B36 fór at tapa á Sandi, og hetta var slett ikki við í okkara “roknistykki”. Tí vóru hesi stigini so serstakliga kærkomin, og eg vil nýta høvi at takka sandoyingum fyri, at teir stríddust so manniliga.

Laura sigur, at hon og mangir aðrir NSÍ-fjepparar vóru staddir í Gøtu, tá B71 og B36 leiktu á Sandi.

- Tá ið B71 hevði lagt seg á odda, og dystartíðin nærkaðist endanum, stóð eg millum einar hundrað aðrar NSÍ-fjepparar og lurtaði eftir einum bilradio við fótbóltsvøllin í Gøtu. Vit vóru ógvuliga spent, og tað var ein øgiligur rómur, tá dysturin endaði, og B71 hevði vunnið, sigur hon.

Laura, sum plagar at krevja inn atgongumerki, tá landskappingardystur er í Runavík, sigur, at vanliga plaga eini 700-800 fólk at vera til heimadystirnar hjá NSÍ, og hon væntar ikki, at talið verður minni sunnudagin.

- Vit eru øll líka spent her í økinum, og tí vænti eg ikki minni fólk til hendan dystin – líkamikið, hvussu veðrið verður.

 

Alt er skotið!

Spurd, um felagið fer at skjóta fýrverk við vøllin eftir dystarlok, um NSÍ verður FM-vinnari, sigur hon skemtandi, at tað er ikki vist, at so nógv fýrverk er eftir.

- Vit plaga altíð at skjóta fýrverk, tá seinasti dysturin í landskappingini er leiktur, men nú sigur onkur í skemti, at NSÍ skjeyt alt sítt fýrverk í fjør, tá ið B68 flutti úr formula-deildini og niður í 1. deild!

Stjórin í Faroe Seafood, Meinhard Jacobsen, er toftamaður, og onkur vil vera við, at tað er hann, sum hevur sagt hetta.

- Tað virkaði kanska undarligt, at vit skutu fýrverk eftir seinasta dyst í fjør – grannadystin - tá vit vóru við til at koyra B68 úr formula-deildini, men hetta gera vit sum nevnt altíð eftir seinasta dyst, leggur hon aftrat.

Maður Lauru, Jónsvein Olsen, er ein av liðleiðarunum hjá formulaliðnum hjá NSÍ, men hann var ikki heima, nú Sosialurin var á gátt í gjárkvøldið.

 

Einki formelt

Laura heldur ikki, at nakað formelt er fyrireikað til sunnudagin, um so skuldi verið, at NSÍ hendan dagin tryggjar sær FM-heitið.

- Kortini er ikki óvist, at okkurt ikki verður stáplað upp á beinini. Men lat okkum nú fyrst brúka alla orku og alt skil til at føra sigurin heim. Eydnast tað, fer tíðin at vísa, um okkurt verður gjørt burtur úr ella ikki

Um tað skuldi gingið ringast í Runavík, kann henda, at EB/Streymur, sum skal leika móti B36, fer at taka stig frá B36 og soleiðis kemur við eini hjálpandi hond.

- Eg vóni í hvussu er, at NSÍ hevur avgjørt FM-heitið fyri dystin, sum verður millum KÍ og NSÍ í Klaksvík í seinasta umfari.

Hon sigur, at kapping altíð er millum Klaksvíkina og Eysturoynna, og tí kann ein dystur millum KÍ og NSÍ vera rímiliga opin.

- Tað eru ofta góðir dystir, vit síggja millum hesi feløg, sigur hon.

Tað, sum er sermerkt hjá NSÍ ár, er, at felagið eisini er fylt fimmti ár í ár.

- So, eitt FM-heitið í bestu deildini júst í ár er avgjørt ikki at forsmáa sum føðingardagsgáva, heldur Laura, sum eisini hevur eina klokku hangandi á vegginum í køkinum – við áskriftini NSÍ 50 ár.

 

Eydnast væl

Laura heldur, at NSÍ-liðið í bestu deildini hevur staðið seg óføra væl í ár.

- Verjan hevur verið sterk og vælskipað, og álopið hevur roynst væl. Sum eg nevndi, eru tað fleri, sum hava skotið málini. Tað er ein styrki.

Hon heldur, at venjarin, Jóhan Nielsen, eigur ein stóran leiklut í, at NSÍ-liðið er vorðið so gott og støðugt í ár.

- Vit høvdu eitt ungt lið, tá vit byrjaðu, og vit tordu ikki at vænta, at vit fóru at røkka so langt longu í ár.

Laura heldur, at Jóhan Nielsen hevur fingið liðið munandi betri, sum summarið og heystið eru liðin.

- Jú, Jóhan hevur verið ein fantastiskur fongur hjá okkum – ein maður, sum vit øll hava stóra virðing fyri í hesum høpi, sigur hon.

 

Ymisk “ritualir”

NSÍ-fjepparin viðgongur, at hon hevur nøkur ávís “ritualir”, sum hon rópar tað, tá hon fer til fótbóltsdyst – og tá ið hon er við vøllin.

- Tá eg fari inn á økið og finni mítt pláss, geri eg hetta á ein ávísan hátt og eftir eini ávísari skipan, tí eg trúgvi upp á, at tað ger mun. Gongur ikki væl hjá okkara liði, stilli eg meg aftanfyri málið hjá mótstøðuliðnum, tí eg trúgvi, at bólturin kemur í tann rætning, har eg standi – altso í málið.

Meðan vit práta í køkinum hjá Lauru og Jónsvein, kemur ein tilkomin sonur eisini uppí prátið – og sjálvandi er tað eisini um fótbólt.

- Hevur tú ikki fortalt honum, hvussu tað var, tá ið tú koppaði barnavognin, spyr hesin og flennur.

- Tig við tær, sigur Laura og tykist eitt sindur flov.

Hendingin fór fram til ein dyst í summar. Laura, sum hevði barn og barnavogn við sær á vøllin hendan dagin, hevði stillað seg aftanfyri málið hjá mótstøðuliðnum.

- Knappliga skoraði NSÍ, og eg skuldi rætta armar uppí loft av frøi, men tá kom eg í berum ovfarakæti at lyfta undir vognin, so hann koppaði.

Laura er skjót at leggja aftrat, at tíbetur hendi ikki barninum nakað.

 

Chiko í gulum

Vit spurdu eisini NSÍ-fjepparan um søguna aftanfyri, at Chiko er í gulum og svørtum, nú vit eru inni á gólvinum.

- Tá dóttir mín Eivy giftist 8. september í ár, var hundurin í pleygu eitt vikuskifti hjá Marjun Lamhauge, og meðan hann var har, bant Marjun Chiko ein NSÍ-búna.

Laura Olsen sigur, at tey hava keypt hundin úr Suðuroy fyri 8.000 krónur.

- Eg helt, at hann sá so sjáldsamur og útlendskur út, at tað hevði ljóðað undarligt, um hann kanska kallaðist Snar. Vit vóru í Djórahandlinum í Havn og keyptu honum eina reim um hálsin og á eini skelti, vit sóu har, stóð navnið Chiko – og hetta navnið valdu vit at geva honum. Tað haldi eg riggar ordiliga væl, sigur hon.