er fyri eitt ár. Møguleiki er fyri, at teir fara at flyta í onnur og størri høli tá. Tað veldst so alt um, hvussu verður við útbjóðingini í næsta ár og gongdini annars. Oljusamtakið AMG hevur nú í tvey ár [...] oljufelagið gjørt hava at lata upp skrivstovu í Føroyum. Leigusáttmáli er gjørdur við Føroya Banka um ovastu hæddina í húsinum, sum Tryggingarfelagið Trygd hevur húsast í á Bryggjubakka. Terje Hagevang
ein túr, sjálvt um teir hava baldrast á havinum í 3/4 ár. Tá uppgerðin einaferð kemur, einar 2 mánaðir eftir at teir eru heimkomnir og skattur o.a. er tikið av, eru teir bert javnfríðir, um væl stendur til [...] umborð hjá okkum: 1. Vit ganga 6 og 6, so vanligur arbeiðsdagur er 12 tímar, 7 dagar um vikuna. T.v.s. minimum 84 tímar um vikuna. Her er einki, ið eitur yvirtíðarískoyti. 2. Fyriuttan 84 tímar arbeiðsviku [...] síður um vikuna við teimum neyvastu tíðindunum. Eisini mugu vit gjalda fyri at fáa sjónvarpstíðindini á bandi, og tá eru tað tíðindi, sum vóru at hoyra fyri ca. tveimum mánaðum síðani. Omaná alt hetta
viðmerking frá Árna Olafssyni til hesa avgerð løgmans, men hann sigur seg einki kunna seg um tað. Hann vil sostatt einki siga um, antin henda avgerð løgmans er í tráð við hansara egnu meining og metingar ella ikki [...] heldur onga viðmerking hava. Og sama er svarið, tá vit spyrja hann, um hann ikki megnar at vera formaður í Oljuráðleggingarnevndini um somu tíð sum hann er leiðari av føroysku samráðingarnevndini í mar [...] at stigið er tikið við tí í hyggju, at Árni Olafsson frameftir burturav skal arbeiða við spurninginm um landgrunnsmarkið millum Føroyar og Bretland. Har verður eisini víst til, at løgmaður undir viðgerðini
fiskimannafelagnum, aftur uppá tað harðasta. Næstu samráðingar verða í fyrsta lagi um eitt ár. Og hvat fer at henda um eitt ár, er púra vónleyst at siga nú. Undir viðgerðini í løgtinginum váttaði Bjørn [...] og í Tjóðveldsiflokkinum, vístu á sama vanda. Men alt hetta, kennir formaður fiskimannafelagsins púra onki til. Tað er ongin avtala í samgonguni um nakað slíkt. Tað er ikki so frægt sum nevnt, at fiskimenn [...] so at hvørgin parturin ikki heilt verður við sviðusoð. Spurningurin um manningahýrurnar er nógv meiri fløktur, enn spurningurin um tímalønina á landi. Manningin fær part í veiðini. Gongur væl, fáa teir
nú bert venjing 1-2 tímar um døgnið í 5 dagar um vikuna. Hetta tiltak er undir alt lágmark, serliga tá hugsað verður um at árið 1997 er lýst at verða HEILAÁR og londini rundan um okkum hava brúkt nógva orku [...] apeutar og talulærarar), sum hava neyva vitan um apopleksia cerebri, og eru væl upplærd í »Bobaths prinsippum«, sum er venjing/røtt handfaran 24 tímar um døgnið. Í Danmark verður mett, at umleið 7. hvør [...] hava víst, at miðsavnan av hesum sjúklingum á deildir við serútbúnum starvsfólki, hevur minkað munandi um deyðiligheitina og fylgjurnar eftir apopleksi. Tøl frá Vejle sjúkrahúsi vísa, at tað eftir bert einum
tekst: »Eg vil gera alt tað eg eri ment/ur fyri at tryggja at rættindini í alheimsyvirlýsingini um mannarættindi gerst veruleiki um allan heim.« Hetta er ikki ein umbøn, men eitt lyfti um at eisini vit, hvør [...] tí fjórðu hvørja viku verður frágreiðing um gongdina sent høvuðsskrivstovuni, sum síðani almannakunngerð tølini, um nakar almennur persónur hevur undirskriva og um áhugaverd tiltøk, ið samband við bøkurnar [...] lagi, skulu tryggja mannarættindini. Hetta bindur okkum... Bøkurnar Tað eru um 50.000 slíkar bøkur á A5 stødd sendar runt um í heiminum, umframt eru tað latin í minsta lagi ein bók á A2 stødd til hvørja
Í síðstu viku gjørdi Súni Fríði Johannesen avtalu við HB um at spæla við teimum næsta ár. Úr B68 hevur allatíðina verið sagt, at álopsspælarin úr Runavík skuldi spæla við teimum, og á Toftum hildu teir [...] Havn. Tað hevði verið ómetaliga trupult hjá mær at vant í B68 komandi ár, og tí havi eg valt HB fram um, sigur Súni Fríði Johannesen við Ítróttarsosialin. Tað er ikki tað, at eg ætli mær at trappa niður [...] mál. Fyri meg er tað ein veldug avbjóðing bara at fara í HB at spæla, tí har er sera stór kapping um plássini. Fyrsta málið, sum eg má seta mær, er at koma á liðið, og tað nýtist ikki verða nøkur løtt
Jóhann Herluf Sørensen og Petur Mellin skrivað. Kápumyndina hevur Regin Askham gjørt. Fløgan fæst nú um alt landið.
Johannesen. Hann vísur tí aftur, sum Anfinn Kallsberg, fíggjarmálaráðharri, førir fram um, at tað hevði blivið alt ov fløkt og trupult, at sett ein part av skattalættanum í pensjónsgrunn, so at tað bar [...] hjá Jóannesi Eidesgaard um at seta hámark á, so at tað verða tær lágu inntøkurnar, sum fáa skattalættan og at tær høgu inntøkurnar ikki fáa skattalætta. Vit hava ikki tosað um tað í nevndini í Fiskim [...] vit siga farvæl til alt sosialt í Føroyum, hóast vit bara fara út á landgrunnin at vinna pening til samfelagið. Hvørja ferð, eg havi sett fótin á skipsdekk, havi eg følt tað, sum um eg eri farin uttanlands
hesum bátunum, og kann væl gerast tað aftur, sigur Henrik Old. Um summarið er tað so, at hesir smáu bátarnir betri kunnu flyta seg, enn um veturin. Teir hava ikki líka nógv fyri neyðini at hava eina fasta [...] Henrik Old, at alt ov fáir dagar vórðu útskrivaðir. Hasin brølarin hjá umsitingini gjørdi, at útgoldni minstivinningurin summarmánaðarnar gjørdist nógv størri, enn hann natúrliga hevði verið, um bátarnir fiskaðu [...] fiskaðu frítt. Eisini um teir, sum eftir uppskotinum hjá Henriki Old, kortini vóru undir lógini um minstavinning. Tá so hendan royndartíðin er av, sigur Henrik Old, løgtingsmaður, ber til at samanbera útgoldna