Í gjár kom út fløga við bólkinum »Blátt«. Fløgan ber heitið »Vøkur mynd« og á henni eru 10 løg.
Tað eru Jákup Marnar Anthoniussen og Regin Askham, ið hava skrivað tekstirnar, løgini hava Jákup Marnar Anthoniussen, Jóhann Herluf Sørensen og Petur Mellin skrivað.
Kápumyndina hevur Regin Askham gjørt.
Fløgan fæst nú um alt landið.