Latið smáu bátarnar fiska frítt um summarið

Henrik Old løgtingsmaður mælir til, sum eina roynd, at taka smáu útróðrarbátarnar úr fiskidagaskipanini komandi summar

Endmálið við uppskotinum er at gera eina roynd at loyva bátum undir 15 tons at fiska frítt frá 1. mei til 31. august.

Orsøkin til hetta uppskotið er, sigur Henrik Old, at tað eru nógvir dagar um summarið, har til hevði borið at farið á flot eina løtu, hóast ikki var roynandi allan dagin.

Men nú er tað soleiðis, at menn vilja ikki brúka ein fiskidag, uttan so, at teir eru heilt vísir í, at teir fáa nakað burturúr.

Um vit høvdu latið hesar smáu bátarnar sloppið at fiska frítt, kundu menn saktans farið eftir einum 400 pundum ein seinnapart. Tilsamans kundi tað væl verðið til ein góðan mánaða hjá hesum monnum, sigur Henrik Old.

Eitt annað, sum hendan skipanin kundi ført við sær, er, at bátarnir kundu farið at roynt eftir upsa hesa tíðina.

Nú eru tekin til, at upsi er á veg inn aftur á grunnin. Men menn tora ikki at brúka fiskidagar til hesa veiðu.

Tí upsi er s ringur at fáast við, og eingin vil brúka ein heilan dag og kanska bara fáa nakrar fáar fiskar.

Hinvegin ber væl til at fáa góðar dagar, tá væl liggur fyri. Og um menn fingu hendan møguleikan uttan at missa fiskidagar, høvdu ivaleyst fleiri tikið kjansin, heldur Henrik Old.

Smærru bátarnir hava seinnu árini gjørt lítið av at royna eftir upsa við snellu. Men fyri nøkrum árum síðan var tað eitt fitt ískoyti hjá hesum bátunum, og kann væl gerast tað aftur, sigur Henrik Old.

Um summarið er tað so, at hesir smáu bátarnir betri kunnu flyta seg, enn um veturin. Teir hava ikki líka nógv fyri neyðini at hava eina fasta havn og kunnu tí sveima meira víða, har fiskur er.

Onkur vil vísa á, at upsan hava vit partrolararnar at taka sær av.

Men tað eru stór øki, har upsi er, sum eru friðað fyri troling, so tað átti at borið væl til hjá snellubátunum at gjørt hetta.

Høvuðstankin við hesum uppskotinum er, sigur Henrik Old, at ein slík roynd hevði víst, hvussu út sær við stuðlinum í tí tíðarskeiðnum, hesar royndirnar fara fram.

Tann heilt stóra vanlukkan fyri útróðurin seinasta summar var, sigur Henrik Old, at alt ov fáir dagar vórðu útskrivaðir.

Hasin brølarin hjá umsitingini gjørdi, at útgoldni minstivinningurin summarmánaðarnar gjørdist nógv størri, enn hann natúrliga hevði verið, um bátarnir fiskaðu frítt.

Eisini um teir, sum eftir uppskotinum hjá Henriki Old, kortini vóru undir lógini um minstavinning.

Tá so hendan royndartíðin er av, sigur Henrik Old, løgtingsmaður, ber til at samanbera útgoldna minstavinningin hetta tíðarskeiðið við somu tíð í fjør.

Henrik Old sigur, at hann hevur spurt seg fyri hjá øðrum politikkarum. Og í hvussu so er Miðflokkurin tekur undir við uppskotinum.