Landsstýrismaðurin vísir á, at alla staðni – og eisini, har lond fylgja altjóða ráðgeving um fiskiveiði – vísir tað seg, at stór sveiggj eru í fiskiskapi, og at tað ikki altíð eydnast so væl at ”goyma” [...] skipanir kunnu gerast betri, og tað kann fiskidagaskipanin eisini. - Men vit skulu varða okkum fyri umhvørvisfelagsskapum sum MCS. Vit mugu standa saman og verja okkara skipan og okkara áhugamál móti ágangi [...] tillagingum, ið tryggja burðardygga fiskivinnu, og hetta arbeiði heldur fram. - Veiðan eftir hvítingsbróðuri varð steðgað miðskeiðis í 90-árunum, fyrst og fremst fyri at verja tilgongdina av hýsu, men eisini
fróðarkvinna og vaks upp hjá fróðarfólki, nevniliga Lisu og Eliseus Jacobsen, sum var ættaður av Syðradali á Kalsoynni. Lisa f. Toftegaard var fødd 1899 og doyði í 1992. Hon vaks fyrst upp í Mikldali og síðan [...] Maud og Jógvan Tróndheim, sum vóru systkinabørn Lisa var framúr at siga frá. Tað lá raðið fyri henni, og sera gott minni hevði hon. Hon dugdi væl at taka til. Í útvarpinum var hon fleiri ferðir, og mong [...] ella so. Og annan dagin eftir, nú frætta vit um forlissið. Hvussu frættu tit tað? Armgaard, kona Dáva í Gerðum ringdi yvir og segði, at hon hevði fingið telegramm, at Ernestina var forlist, og teir vóru
flyta fram røðu, og tað bleiv Karl. Og flutti Karl røðu sína fyrst á føroyskum, síðan á donskum og til seinast á íslendskum. Og varð tað stórliga fagnað. Karl var eisini útróðrarmaður, og bygdi hann størsta [...] Her lá skipið fullfermt og hjálparleyst. Hvat var at gera? Stjórin í A.T., Hjalgrím á Heygum, sendi boð eftir Magnus Joensen, skipara, og spurdi hann, um tað var møguligt at sleipa Marité heim, og til [...] bragd og henda ferðin, ein enda fekk, ei ilt er skett, var leiðslan góð – tað stóð á herðum, og manningin so samanflett, vit hóma nú heimafjørðin, og syngja av frøi í sinn. vit heilsa kvinnum og øðrum
Hansen, advokatur, eftir øllum at døma illur inn á, at Intrum innheintar skuld, ið er fallin til gjaldingar. Intrum vil gera vart við, at advokaturin er í einum habilitetstrupulleika – nakað, sum Georg L [...] hevur endamálið hjá fyritøkuni verið at bøta um peningastreymin og úrslitið hjá kravánarum uttan at skaða sambandið millum kravánaran og skuldaran. Ikki gera ikki nakað Tað kann koma fyri hjá okkum øllum [...] Somu heimild sum advokatar Tað er eingin lóg, sum ásetur, hvussu stór ómaksgjøld inkassofeløg – ella advokatar! – kunnu áleggja skuldarum at gjalda, áðrenn farið verður í rættin. Advokatur í habilitetstrupulleika
My Exwife. John Cleese var fyri tað fyrsta so býttur at gifta seg – uppaftur enntá. Og síðani var hann so skítbýttur at verða skildur – í USA. Hann viðgekk í Skavlan, at exfrúan hevði ein nógv betri sakførara [...] heimføðingarnir. Og eingin flogvøllur á Glyvursnesi. Íslendingar, ja, tey duga hatta har, at gera vart við seg. Tey hava ikki somu undirlutakenslur sum vit. Liva ikki av undanførslum og umberingum og av at geva [...] sum vit. Í Íslandi tóku nakrir juppiliberalistar kjansin og váðan. Gongur tað, so gongur tað. Tað gekk ikki. Og hvat so? Tey siga, at 40 menn og ein kvinna rendu alt um koll, tí tað sluppu tey ótarnað at
Fyri einans 3 árum síðan átti eg eisini ein langabba og eina langommu við Gjógv. Øll blivu tey yvir 90 ára gomul . Gigomman á Tvøroyri og langomman og langabbin í Hvalba blivu øll 79 ára gomul. Nú eru mong [...] greiddi frá. Karlabbin og langabbin við Gjógv vóru so líkir á manga hátt, teir vóru lættir av lyndi, altíð í góðum lag, lættir og kvikir á fótum, komst tú at vitja, sótu teir altíð og skemtaðu sær við børnini [...] altíð ein brævbjálva við pengum í við sær, og inni í brævbjálvanum var eisini altíð ein yrking. Tá ið eg fór út á Tvøroyri at ganga í skúla, var eg mangan og vitjaði Karlabban. Hevði eg ein frítíma, var
Áðrenn eg visti av tí, lá ein steik og nakrir borðklútar í taskuni. Eg veit ikki, hví eg gjørdi tað og eg havi ongantíð gjørt slíkt fyrr. Ongin veit sjálvandi av hesum, og eg eri so flóv og skamfull yvir tað [...] fyri hana. Men tak frástøðu frá harðskapinum og tosa skil við hana viðhvørt. Minn hana á tað góða lívið og dreymarnar, sum einaferð vóru. Og at hon til eina og hvørja tíð kann søkja sær stuðul hjá tær, um [...] hana um tað, lukkar hon av og vit koma ikki víðari. Eg vil gjarna hava børn og konu, men tað verður ikki við henni við hetta lag. Annars er hon ein livandi, sjarmerandi, pen og ja alt genta. Heilsan sjeikurin
gjald fyri leigu av hølum og fyri rættin at reka tollfríu søluna, sum Atlantic Airways sjálvt bjóðaði seg fram til í 2008, og sum Atlantic Airways kann sleppa frá at reka eftir 1. november 2010, um teir [...] mær í Dimmalætting og á Vágaportalinum tann 13. apríl 2010. Nú er at siga, at eg ongantíð havi samskift við Parker Donham, so eitt aftursvar frá hansara síðu er tað neyvan talan um – heldur er talan um [...] íleggjarin í Atlantic Airways og stjórin í Atlantic Airways áhaldandi hava ført fram í føroyskum fjølmiðlum um orsøkina til at Atlantic Airways hevði roknskaparligt hall í 2009, og at eg ongantíð, hvørki áðrenn
yvir tykkum góða Anna, Jón og Charlotta og yvir tykkara kæru børnum og ætt tykkara, og yvir øllum tykkum, sum sita við sakni eftir Reinhold. Greve á summarmáladegi 2010 Ása og Arne Hansen [...] stólurin tómur,og røddin tagnað, men aftur her er troyst og lív at finna í Guðs orði: Sálmur 68,6: Faðir faðirleysra og verji einkanna er Gud í heilaga bústaði Sínum. Má Guds signing og Guds friður hvíla [...] standa í Sálma 32,8: “Eg skal læra teg, og vísa tær vegin, ið tú skalt ganga, Eg skal leggja tær ráð við at hyggja á teg.” Sálmur eftir kong Dávid, mannin eftir Guds hjarta. Reinhold var sera evnaligur
heldur hann, at bankarnir hava bøtt upp á, tí rentan á r ealkredittlánum er fallin rættiliga nógv. Og hann heldur, at nú er rentan so lá, at Húsalánsgrunnurin hevur ongan møguleika at kappast, heldur ikki um [...] grunninum. Eftir ætlan skal grunnurin hereftir ikki læna til vanligar bústaðir, men bara til alternativa bygging, umframt at hann skal veita orkulán. Tað eru lán, sum onga inntøku geva av týdningi og tí verður [...] at Húsalánsgrunnurin hevur lítil og ongi útlán havt hesi seinastu nógvu árini, tí kappingin er so gróthørð. - Hann hevur havt kapital alla tíðina, men hevur lítið og onki útlán havt. Samstundis hevur