Er ein íløga í Atlantic Airways váðaleys?

Jóhannus Egholm Hansen, næstformaður í P/F Vága Floghavn
----

Í grein á Vágaportalinum tann 18. apríl 2010 »svarar Parker Donham aftur« uppá lesarabræv hjá mær í Dimmalætting og á Vágaportalinum tann 13. apríl 2010.
Nú er at siga, at eg ongantíð havi samskift við Parker Donham, so eitt aftursvar frá hansara síðu er tað neyvan talan um – heldur er talan um enn eitt dømi um ógrundaðar ákærur móti P/F Vága Floghavn og landstýrismanninum í vinnumálum, sum ikki hava hald í veruleikanum.
Parker Donham ger mær stóra æru við í »aftursvari« sínum at útnevna meg sum talsmann fyri føroysku stjórnina. Eg loyvi mær at ganga út frá, at hugsunarháttur hansara hesum viðvíkjandi er eins og hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum George Bush Jr., sum heldur arrogant førdi fram; at ”antin eru tit við mær, ella eisini eru tit ímóti mær”. Er ein ikki samdur við Parker Donham, so má ein við øðrum orðum vera ímóti honum, og harvið vera umboð fyri Føroya Landstýri, sum sambært ákærum hansara stendur fyri øllum óndum. At man sum næstformaður í P/F Vága Floghavn kann loyva sær at hava egnar meiningar um ákærur hansara og at føra hesar fram almennt tykist ikki verða partur í hugsunarhátti hansara.
Veruleikin er, at eg í einum lesarabrævi, sum næstformaður í nevndini í P/F Vága Floghavn, havi skrivað nakrar viðmerkingar til tey ósannindi, sum størsti privati íleggjarin í Atlantic Airways og stjórin í Atlantic Airways áhaldandi hava ført fram í føroyskum fjølmiðlum um orsøkina til at Atlantic Airways hevði roknskaparligt hall í 2009, og at eg ongantíð, hvørki áðrenn ella aftaná grein mína, havi tosað við nakran landstýrismann ella embætismann í Føroyum um innihaldið í grein mínari. Orðini standa sostatt fyri mína egnu rokning sum næstformaður í nevndini í P/F Vága Floghavn.
Parker Donham nevnir síðani nøkur tøl, sum hann ikki metir ósemja kann verða um, eitt nú, at Atlantic Airways seinastu 14 árini ongantíð hevur havt hall, fyrrenn í 2009. Hann førir so aftur fram, at hallið í 2009 m.a. kemst av hækkaðu loftferðslugjøldunum, hóast eg fyrr havi víst á, at hesi ikki komu í gildið fyrrenn í 2010. Tað tykisk ikki verða í hugaheiminum hjá Parker Donham, at orsøkin til hallið hjá Atlantic Airways ikki er onnur enn tann sama, sum fyri stórt sæð øll onnur flogfeløg í heiminum í 2009, nevniliga minkandi ferðafólkatal. Atlantic Airways var eisini rakt av hesum og hevði 9% færri ferðandi í 2009 enn í 2008.
Parker Donham vísir eisini á, at partabrævaprísurin fyri partabrøv í Atlantic Airways á virðisbrævamarknaðinum er fallin úr 261 til 130. Nú er tað soleiðis, at kursurin á partabrøvum á einum virðisbrævamarknaði støðugt fer upp og niður. Einhvør, sum ger íløgu í børsskrásett partabrøv er - ella eigur at verða - fult vitandi um, at tað er ein váðamikil íløga, og at eingin trygd er fyri, at virðið á partabrøvunum bara fer uppeftir. Stórt sæð øll onnur børsskrásett partabrøv í heiminum eru fallin í virði síðani summarið 2008, so tað er neyvan nakað óvanligt í, at hetta eisini er hent fyri Atlantic Airways.
Ein professionellur íleggjari vildi, heldur enn at leita eftir øðrum sum syndabukkar, umhugsað at selt partabrøvini til dagskursin um íleggjarin ikki trýr upp á tey, og so roynt at vunnið tapið aftur við at gera íløgu í onnur partabrøv, sum íleggjarin væntar fara at hækka í virði. Parker Donham tykist tó meina, at tann privata íløgan í partabrøv í Atlantic Airways, sum hann umboðar, skal verða tryggja við landskassaveðhaldi fyri, at kursurin ongantíð fer at falla niðurum keypsprísin. Soleiðis virkar partabrævamarknaðurin nú einaferð ikki, hvørki í Føroyum ella aðrastaðni.
Eftir stendur, at Parker Donham ikki á einum einasta øki hevur ella er førur fyri at afturvísa teimum faktisku upplýsingunum um tollfríu søluna á flogvøllinum og um árinini av hækkaðu loftferðslugjøldunum, sum vórðu lagdir fram í lesarabrævi mínum. Ein endurtøka av somu grundleysu ákoyringunum móti P/F Vága Floghavn og/ella móti landstýrismanninum í vinnumálum er ikki og blívir ikki meira sonn bert við at blíva endurtikin av honum ella av stjóranum í Atlantic Airways.
At Atlantic Airways í sínum roknskapi (s. 17) undir umrøðuni av loftferðslugjøldunum soleiðis sigur, at »Felagið rindaði til Vága Floghavn 24,8 milliónir krónur í 2009« og fer at rinda kr. 31 milliónir í 2010, er beinleiðis skeivt, og at Parker Donham vísir til hetta er sostatt líka skeivt. Av teimum umleið kr. 24,8 milliónunum, sum goldnar eru í 2009, hevur Atlantic Airways goldið umleið kr. 4 milliónir fyri at hava flogvøllin tøkan alt árið, meðan tað eru ferðafólkini, ið hava goldið umleið kr. 13 milliónir. Restin av teimum nevndu kr. 24,8 milliónunum, umleið kr. 7,8 milliónir, er gjald fyri leigu av hølum og fyri rættin at reka tollfríu søluna, sum Atlantic Airways sjálvt bjóðaði seg fram til í 2008, og sum Atlantic Airways kann sleppa frá at reka eftir 1. november 2010, um teir meta tollfríu søluna sum eina byrðu heldur enn ein fyrimun. Allir hesir upplýsingar framganga av teirri viðmerking (Skjal E), sum Atlantic Airways sendi Løgtingsins Vinnunevnd í samband við viðgerðina av lógaruppskotið nr. 79/2009, og áttu sostatt at verið kendir upplýsingar hjá stjórnini og hjá viðkomandi íleggjara í Atlantic Airways.