Minningarorð um Karl Jespersen langabba - Føddur 7/10-1915 – deyður 20/3-2010

Eftir eitt langt og mangan strævið, men eisini eydnuríkt lív, andaðist Karl Jespersen 94 ára gamal.

Fyri einans 3 árum síðan átti eg eisini ein langabba og eina langommu við Gjógv. Øll blivu tey yvir 90 ára gomul .
Gigomman á Tvøroyri og langomman og langabbin í Hvalba blivu øll 79 ára gomul. Nú eru mong ár síðan tey doyðu. Eg minnist ikki so nógv til teirra, men tey vóru eisini góð við meg.
Tá ið føðingardagar vóru, var Karlabbin við. Hann hevði altíð ein brævbjálva við pengum í við sær, og inni í brævbjálvanum var eisini altíð ein yrking.
Tá ið eg fór út á Tvøroyri at ganga í skúla, var eg mangan og vitjaði Karlabban. Hevði eg ein frítíma, var leiðin løgd oman í krambúðina. Tá eg hevði prátað eina løtu við Jonhard abban í krambúðini, plagdi eg at fara upp til Langabban. Tað var so hugnaligt at ganga upp í gjøgnum tær smølu trappurnar og síðani at gloppa hurðina. Hvørja ferð sá eg tað sama: Har sat Karlabbin í ruggistólinum framman fyri sjónvarpinum, og í hondini hevði hann snúshornið, sum hann hevði fingið úr Íslandi. Tá ið hann sá meg, rætti hann báðar armarnar yvir høvd, og sum oftast rópti hann: “Hey sjøman, kom innar!” Eg setti meg altíð við vindeygað yvir av honum. Altíð stóðu ein ella fleiri skálir við bommum á borðinum. So byrjaði hann at siga frá øllum tí, ið honum hevði verið fyri. Hann kundi steðga á eina løtu, meðan hann fekk sær snús í nøsina, so helt hann fram, oftast var tað frá útróðrinum í Grønlandi, ið hann greiddi frá.
Karlabbin og langabbin við Gjógv vóru so líkir á manga hátt, teir vóru lættir av lyndi, altíð í góðum lag, lættir og kvikir á fótum, komst tú at vitja, sótu teir altíð og skemtaðu sær við børnini. Báðir blivu teir 94 ára gamlir, men tað, sum teir høvdu mest til felags, var, at teimum dámdi sera væl at vera á sjónum og at fáast við fisk.
Karlabbin var so óheppin at bróta sær mjødnina, hann kom ikki úr songini aftur. Hann lá á Suðuroyar Sjúkrahúsi teir seinastu dagarnar, men hann hevði tað lætta sinnalagið, til hann legði eyguni saman.
Nú gerandisdagurin er byrjaður aftur, er tað ikki tað sama at koma inn í krambúðina, ongi fet, onki prát er at hoyra úr stovuni uppiá, so tað er saknur ikki at kunna fara uppá at vitja Karlabban. Men eg havi mong góð minnir eftir Karlabban.



Jónhard Ferjá