Vinna
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er onga løtu í iva um, at føroyska fiskiveiðiskipanin er burðardygg.
- Vit hava eina burðardygga fiskiveiðu, og vit kenna ikki nakra betri skipan enn okkara. Tað nýggjasta er, at skotar arbeiða við at skipa teirra botnfiskiskap við fiskidøgum í staðin fyri við kvotum.
Landsstýrismaðurin vísir á, at alla staðni – og eisini, har lond fylgja altjóða ráðgeving um fiskiveiði – vísir tað seg, at stór sveiggj eru í fiskiskapi, og at tað ikki altíð eydnast so væl at ”goyma” fisk í sjónum, sum hann tekur til.
- Hyggja vit at okkara nærmastu grannum, Íslandi og Skotlandi, sum neyvt fylgja ráðgevingini frá ICES, síggja vit, at eisini hesi lond hava stór sveiggj. Tey fyrr so blómandi fiskivinnuøkini í Skotlandi eru so at siga burtur, og har er fiskivinnan í einari syndarligari støðu.
Landsstýrismaðurin sigur, at tá Ísland fyrst í 80-árunum fór at fylgja ráðgevingini hjá ICES, lá toskaveiðan hjá teimum um 400.000 tons árliga. Síðan er toskaveiðan minkað støðugt, og fyri fiskiárið 2009/2010 er toskakvotan sett til 150.000 tons.
- Harvið er ikki sagt, at vit ikki skulu lurta eftir fiskifrøðiligari ráðgeving. Men henda ráðgeving má framhaldandi brúkast saman við ráðgevingini frá teimum, sum umboða ”serfrøðina”, ið dagliga starvast á sjónum, leggur Jacob Vestergaard aftrat.
Alt gerst betri
Allar skipanir kunnu gerast betri, og tað kann fiskidagaskipanin eisini.
- Men vit skulu varða okkum fyri umhvørvisfelagsskapum sum MCS. Vit mugu standa saman og verja okkara skipan og okkara áhugamál móti ágangi uttanífrá, heldur landsstýrismaðurin.
Hann vísir á, at Føroyar áhaldandi hava arbeitt við tillagingum, ið tryggja burðardygga fiskivinnu, og hetta arbeiði heldur fram.
- Veiðan eftir hvítingsbróðuri varð steðgað miðskeiðis í 90-árunum, fyrst og fremst fyri at verja tilgongdina av hýsu, men eisini tí, at hvítingsbróður er ein týðandi føðikelda hjá hýsu, toski og upsa. Talið av fiskidøgum er minkað við umleið 35%, síðan fiskidagaskipanin varð sett í verk í 1996, og í sama tíðarskeiði er talið av stórum skipum lækkað við 30%.
Landsstýrismaðurin vísir eisini til nógv umrødda húkaflotan og sigur, at talið av skipum niðanfyri 110 tons er minkað við 44, og talið av skipum omanfyri 110 tons er økt við 7.
- Men samlaða talið av skipum er soleiðis munandi minkað, og fiskiorkan er flutt út um 6 fjórðinga markið, leggur hann aftrat.
Haraftrat vísir landsstýrismaðurin á, at eingin troling er loyvd innanfyri 12 fjórðinga markið við undantaki av smáu trolbátunum, sum sleppa á ávís økir um summarið.
- Haraftrat er 50% av øllum økinum millum 12 fjórðingar og sonevnda ringin stongt fyri troli. Hetta er umleið 80% av øllum hýsu- og toskaleiðunum, sigur hann.
Mest við línu
Landsstýrismaðurin heldur, at skipanin við trolfríum økjum eigur at virka sum sera týðandi átøk mótvegis MCS, tí felagsskapurin hevur ein standandi boðskap um, at keyparar helst skulu velja húkaveiddan fisk. Sambært MCS er húkareiðskapur tann mest umhvørvisvinarligi.
- Seinastu 5 árini eru umleið 80% av allari hýsu veidd við húki, og umleið 50% av allari hýsuni er veidd av teimum stóru línuskipunum, sum øll veiða uttanfyri 6 fjórðingar, leggur hann dent á.
Føroyar hava eisini nógvar gýtingarfriðingar, og vit hava strangar ásetingar fyri at verja smáfiskin. Fráboðanarskylda er galdandi, um smáfiskaprosentið fer upp um ávíst mark.
- Við tað, at vit hava fiskidagar og ikki kvotur, verður øll veiðan tikin við til lands. Tey, sum rópa harðast um burðardygga veiðu, hava stórar trupulleikar við útblaking. Hetta eru trupulleikar, sum vit einki kenna til, sigur hann.
Jacob Vestergaard fegnast um at kunna siga, at hóast døpru spádómarnar, sær út til, at tilgongdin av hýsu og toski er góð.
- Nógvur smáfiskur er í fiskiskapinum, eins og úrslitini frá yvirlitstrolingunum boða frá, at náttúran er við okkum aftur, sigur landsstýrismaðurin í fiskivunnumálum.
Recovery-planur
Jacob Vestergaard heldur, at vit í felag mugu byggja upp eitt skipað samskifti við ICES, MCS og fiskakeyparar, tí tað letur seg ikki gera at steðga øllum hýsufiskiskapi við Føroyar, beinleiðis sum óbeinleiðis.
- Tað er hetta, ið MCS áleggur okkum. Skulu vit fylgja hesum boðskapi, má allur botnfiskiskapur við Føroyar steðga, tí hýsa er so at siga við í øllum fiskiskapi sum hjáveiða, og harvið er fullkomið bann ímóti hýsuveiðu – einsæris - ikki møguligt.
Landsstýrismaðurin ásannar, at okkum vantar at seta ein veiðisetning um, hvussu nógv vit ætla at taka úr stovninum, inn í lógina og at hava eina ætlan fyri, hvussu vit skulu bera okkum at, um stovnurin fer niður um eitt ávíst minstamark. Hetta er ein sonevndur recovery-planur.
- Hetta er eitt nú tað, sum ICES mælir okkum til og sum hevur ligið á láni, men má fáast avgreitt til komandi fiskiár. Útlitini eru góð, og vónandi kunnu vit í felag skipa soleiðis fyri, at vit framhaldandi hava eina burðardygga fiskivinnu, sum grundstuðul undir samfelagsbúskapinum, sigur landsstýrismaðurin, Jacob Vestergaard.