“Íslendingar hava hvørki tamarhald á sínum bankum ella sínum eldgosum,” segði stórskemtarin John Cleese í Oslo fríggjakvøldið 16.apríl í sjónvarpssendingini Skavlan.
Verturin, Fredrik Skavlan, segði seg hava frætt, at John Cleese ætlaði sær at vera eina tíð í Oslo.
“Ja, tveir mánaðir ella so,” svaraði Cleese,. Hann var rimmarøskufastur í Oslo. Skavlan minti hann á, at eina ferð gjørdi hann lýsingar fyri Kaupting.
“Ja, og eg havi einki frætt aftur frá teimum,” svaraði John Cleese.
John Cleese hevði ikki stundir til at vera rimmarfastur í Norra, so hann fekk ein hýruvogn at koyra seg úr Oslo til Brússel, 30.000 norskar krónur. Úr Brússel slapp hann við toki til Onglands.
John Cleese hevur ikki stundir at bíða eftir floglíkindum (sigst kortini, at hann hevur verið tvær ferðir í Føroyum), tí hann noyðist at vinna sær nógvar pengar fyri at gjalda fyrrverandi konu sínari 100 milliónir krónur. Tað ger hann við sýningini Paying My Exwife.
John Cleese var fyri tað fyrsta so býttur at gifta seg – uppaftur enntá. Og síðani var hann so skítbýttur at verða skildur – í USA. Hann viðgekk í Skavlan, at exfrúan hevði ein nógv betri sakførara enn hann hevði sjálvur. Loyalur móti fyrrverandi konuni var hann ikki. 100 milliónir eru nógvir pengar.
Eisini í Føroyum gjørdust vit øskurimmarføst. Hvørki øskudólgur ella øskufísa sluppu av landinum. Tey høvdu ikki farið kortini, heimføðingarnir. Og eingin flogvøllur á Glyvursnesi.
Íslendingar, ja, tey duga hatta har, at gera vart við seg. Tey hava ikki somu undirlutakenslur sum vit. Liva ikki av undanførslum og umberingum og av at geva øðrum skyldina sum vit.
Í Íslandi tóku nakrir juppiliberalistar kjansin og váðan. Gongur tað, so gongur tað. Tað gekk ikki. Og hvat so? Tey siga, at 40 menn og ein kvinna rendu alt um koll, tí tað sluppu tey ótarnað at gera. Eitt framkomið samfelag forðar ikki framfýsnum fólkum, ibirtarum, íverksetarum. Bara ein av teimum, sum søktu Ísland, hevur biðið um umbering. Rættir menn biðja ikki um umbering.
Og so duga tey so óføra væl at flyta fokus, íslendingar. Stóra dómadagskanningin kom, men so fylti fyrrverandi forsetin so hóskandi runt, og eitt eldgos kom í tøkum tíma. Slíkt kallast timing við einum fremmandum orði. Iceland strikes again.
Fyrrverandi forsetin, Vígdís, fekk eitt gávukort við fyrivarni úr Føroyum. Sum so ofta var løgtingið ov seint á sjóvarfallinum. Pengarnir frá almennu Føroyum vóru líka sum ikki játtaðir enn, bara hálvgum játtaðir.
Betur lá fyri við gávuni til drotningina. Hon var ikki nakað gávukort við fyrivarni.
Øskurok og forboðið at flúgva. Hvør man hava vinning av tí? Veit nakar, um tað veruliga ikki ber til at flúgva?
Hvussu nógv vóru tað nú, sum doyðu av svínakríminum? Hvussu nógvar teldur doyðu á midnátt 31.desember 1999? Hvussu nógv hópoyðingarvápn hevði Saddam Hussein? Bara øskubumbur. Hví ber ikki til at lekja krabbamein uttan kemo og annan fananskap? Tí onkur vinnur pengar av tí, at tað ikki ber til. Veðurlagsbroytingar?
Onkur vinnur nógvar pengar av lygnum. Og júst sum í Íslandi spæla øll við, politikarar, myndugleikar, akademikarar og fjølmiðlar ikki minst. Fjølmiðlar eru altíð fúsir at kunngera og dyrka dómadagsspádómarnar. Lygnin verður sannleikin.
Sum skilamaðurin segði: “Tú skalt ikki trúgva meira enn helvtina av tí, sum tú sært og ongum av tí, sum tú hoyrir.”
Tá so tað er sagt, latið okkum tá fegnast um, at vit hava bæði summartíð og vár. Og kavin er ikki gráur, men hvítur. Er lívið ikki herligt? Úr eldinum í øskuna.










