Intrum-rokningar eiga at verða goldnar

Um krøv frá Intrum ikki verða goldin, gerst kostnaðurin størri

Jákup Bech Jensen, stjóri í Intrum Føroyar
---

Í greinini »Koyri Intrum-krøv í skrell« tann 31. mars 2010 roynir Georg L. Petersen, journalistur á Dimmalætting, enn eina ferð at sáa iva um virksemið hjá Intrum. Tað, sum verri er, er, at hann mælir fólki til at tveita áminningar frá Intrum í ruskspannina. Ráðini frá Dimmalætting eru vánalig, tí verða áminningarnar ikki goldnar, gerst kostnaðurin uppaftur størri.

Endamál hjá P/f Intrum Føroyar
Síðani Intrum Føroyar byrjaði virksemi sítt í 2006, hevur endamálið hjá fyritøkuni verið at bøta um peningastreymin og úrslitið hjá kravánarum uttan at skaða sambandið millum kravánaran og skuldaran.

Ikki gera ikki nakað
Tað kann koma fyri hjá okkum øllum, at vit gloyma at gjalda eina rokning ella ikki hava pening at gjalda við, tá ið hon fellur til gjaldingar. Orsøkirnar kunnu verða so ymiskar. Men avleiðingin verður, at peningur restar í hjá tí, sum hevur sent rokningina. Hetta er peningur, sum viðkomandi hevur væntað sær at fáa, og tí vendur sær til okkara at fáa hjálp til at innheinta.

Intrum gevur gula kortið
Um rokningar ikki verða goldnar til ásettu tíð, merkir tað, at “spælireglunar” ikki eru hildnar.
Í ítrottini er gula kortið honum ein ávaring, sum brýtur reglurnar. Á sama hátt fær tann, sum ikki hevur goldið rokningar, ið eru falnar til gjaldingar, gula kortið frá Intrum. Gula kortið sigur tó eisini, at viðkomandi enn hevur møguleika at vísa, at hann virðir reglunar.

Somu heimild sum advokatar
Tað er eingin lóg, sum ásetur, hvussu stór ómaksgjøld inkassofeløg – ella advokatar! – kunnu áleggja skuldarum at gjalda, áðrenn farið verður í rættin.



Advokatur í habilitetstrupulleika
Í greinini hjá Georg L. Petersen í Dimmalætting, er Annfinn V. Hansen, advokatur, eftir øllum at døma illur inn á, at Intrum innheintar skuld, ið er fallin til gjaldingar.

Intrum vil gera vart við, at advokaturin er í einum habilitetstrupulleika – nakað, sum Georg L. Petersen átti at havt gjørt lesarar sínar varugar við.

Arbeiðið hjá Intrum ber nevniliga í sær, at færri gjøld fara til advokatar. Krøvini verða goldin, áðrenn komið verður so langt.


Hvat siga aðrir advokatar?
Áðrenn Intrum byrjaði virksemi sítt í Føroyum, varð kannað, um løgfrøðiligu viðurskiftini vóru í lagi. Faroe Law, sum ikki hevur innheintingardeild, varð sett á uppgávuna.

Niðurstøðan hjá Faroe Law var greið: einki var til hindurs fyri at byrja virksemi í Føroyum ella at taka innheintingarkostnað frá skuldarum.

Eyðfinnur Jacobsen, advokatur skrivaði soleiðis: “Lóggávan í Føroyum sæst ikki at gera mun á, hvussu advokatar og onnur reka vinnu á hesum øki. Eg meti tí ikki, at grundarlag er fyri at halda, at t.d. p/f Intrum Justitia skal útinna hetta virksemið á annan hátt, enn føroyskir advokatar. Mær kunnugt hevur mannagongdin hjá føroyskum advokatum á hesum vinnuøki síðan í øllum førum 1988 verið hon, at innheintingarbræv er sent skuldaranum við áheitan um at rinda skuldina innan 8 dagar samstundis, sum skuldarin harumframt verður kravdur eftir at rinda innheintingarkostnað. Vanligt er enntá at tilskila í innheintingarbrævinum, at skuldarin ikki kann rinda beinleiðis til kravánaran fyri á tann hátt at smoykja sær undan at rinda innheintingarkostnaðin. Mín uppfatan er, at tá Intrum hevur rætt til hetta vinnuliga virksemi sambært lógina um inkassovirksemi, skal avmarking av hesum slag verða týðiliga ásett í lóggávuni ella ganga fram av siðvenju. Tað gevur snøgt sagt onga meining at kalla slíkt virksemi fyri vinnuligt, um teir ikki kunnu vinna peningin á sama hátt sum aðrir aktørar á marknaðinum”.

Ikki gera ikki nakað
Dimmalætting hevur nú í eina tíð havt eykablaðið pengar.fo í mikudagsútgávuni. Nú veit eg ikki, hvat endamálið við blaðinum pengar.fo er, aðrastaðni hava miðlar sum uppgávu at betra um vilkor hjá brúkarunum.

Ráðini, sum vóru at finna í greinini “Koyri Intrum-krøv í skrell” 31. mars 2010, eru alt annað enn ein roynd at betra um korini hjá brúkarunum, tvørturímóti. Við at fylgja hesum ráðum, ger man sær sjálvum eina bjarnatænastu, tí innheintingarkostnaðurin gerst størri.

Eg vil veita hesi ráð til teirra, sum fáa innheintingarskriv frá Intrum: rinda skuldina alt fyri eitt. Fært tú ikki goldið ella bert goldið ein part av skuldini, men roknar við at fáa pening skjótt, set teg so í samband við okkum, so vit saman kunnu fáa avtalu um gjald í lag.

Hvat enn tú ger – ikki gera ikki nakað.