og hugi at gera hetta arbeiðið. - Eg veit ikki, hvussu stórur handverkari tað er í mær. Men eg royni bara at gera mítt besta, sigur Sámal Johan. Tað er skilligt, at hann fegin vil hava arbeiðið at polstra [...] hevði verið í dag, sigur hann við einum smittandi brosi. Dámar myndir Eitt var at koma út millum góð fólk. Eitt annað var, at henda nýggja byrjanin í lívi hansara, fekk aðrar natúrgávur fram, og haraftrat [...] til við at tøma hann, men tók eisini fleiri myndir, greiðir hann frá. Sámal Johan og John sýna fram Í eina tíð hevur Sámal Johan Samuelsen tikið myndir, og nú fær so almenningurin høvið til at síggja nakrar
áhugað í at siga frá hesum í fjølmiðlunum. - Kortini søgdu vit stýrinum frá, hví vit fóru, men tað kom einki burturúr. Vit fingu bert í boði at fara beinanvegin, sigur Unn Kruse. Unn Kruse sigur, at hon veit [...] veit ikki, hvat fór fram í stýrinum, men at tað gav Sjúrða Horsdal fullan stuðul. Grundgevingin var, at stýrið var nýtt, og at tað ofta vóru útskiftingar av starvsfólkum, tá stjóraskiftið var á einum a [...] trupulleikarnir? - Tað er, at starvsfólkini fólk verða manipulerað, eitt nú at tey fingu tilsøgn um ávísar arbeiðsuppgávur, sum síðani so spakuliga vóru tiknar frá teimum aftur, til tey at enda sótu eftir við
ikki at siga, hvat hóskandi stødd á einum fjósi er, men hann heldur, at eitt brúk, sum liggur onkustaðni ímillum tey smáu og tey størru, hevði verið á einari leið. - Tú noyðist at hava so mikið, at fíggjarlig [...] skalt hava fólk uttan fyri familjuna at hjálpa tær. - Hinvegin er spurningurin eisini, hvussu stór fjósini skulu vera, tí tá kann tað gerast ein stórur trupulleiki at útvega nóg mikið av stráfóðuri til neytini [...] gamal, valdi eg at gevast, meðan eg enn hevði møguleikan. Tað sigur Jóannes Johannessen á Miðstovugarðinum í Trøðum á Sandi. - Nú ætlanir hava verið frammi um felagsfjós í Trøðum, valdi eg at bjóða bøndrunum
havi mangan hoyrt fólk tosa um, hvussu hetta var. Í morgun upplivdi eg hetta sjálvur. Hann ásannar, at sólarmyrkingin í morgun var nakað serstakt, og hann er fegin um, at hann nú sjálvur hevur upplivað [...] upplivað tað, sum tosað hevur verið um øll hesi ár. - Eg hevði hoyrt, at tað gjørdist myrkt henda dagin, eg varð føddur, og at hønurnar fór inn. Nógvar søgur eru sagdar um henda dag í 1954, sigur Suni Drangá,
við Sosialin, at longu áðrenn Vágatunnilin lat upp fyri trimum árum síðani, vóru hugsanir frammi um hetta sama. Teir valdu tó at bíða eitt bil, fyri líkasum at síggja, hvussu alt fór at útvikla seg í Vágum [...] tær á einum máli um, at hetta er ein góður handil at keypa í. - Alt er so ljóst herinni, og her er úrvalið eisini sera stórt, siga tær báðar við ein munn. Tær fegnast eisini um, at handilin hevur hugsað [...] Vágum. Nú mettu teir so, at stundin var komin til at lata henda handilin upp. Og handilin er sera rúmligur og ljósur, og sum kundarnir eisini bíta merki í beinanvegin. Men hvussu er so við prísinum? - Jú
heldur, at tað ber til at fýlast á býtinum millum privatar og strategiskar íleggjarar. - Tað er óheppið, at tað bleiv soleiðis, at tann privati føroyingurin følir seg snýttan, men fakta er, at aðrir sum [...] sum eru vanir at keypa og selja partabrøv hava verið varugir við at áhugin fyri bankanum bleiv stórur og hava tí lagt upp fyri í boðið uppá partabrøvini fyri at fáa stóran part at ætlaða keypinum og tí [...] bankan, sum politiski viljin var , so har vendist ikki aftur. Johan Dahl, metir at Fíggingargrunnurin eigur at greiða frá, hvussu tey hava valt sínar íleggjarar, m.a. hví stjóraranir í bankanum fingu ein stóran
greinar, eins og hann hevði grivið sær eina grøv fyri at minka um møguleikarnar fyri at vera raktur, um russar fóru at finna út av, hvar hann var og fóru at leypa á hann. - Her liggur tú framman fyri heimsins [...] Verdens Gang fingið eitt serstakt innlit í støðuna. Alina Mykhailova sigur, at tað hevur verið heilt serstakt at verið við til at givið fólkinum, ið áður hertiknum bygdum og býum í Ukraina, frælsið aftur [...] blandaðar kenslur, sum bæði snúgva seg um gleðina við at hava vunnið hesar bygdir og býir aftur, og tað hevur eisini verið heilt serstakt at upplivað, at ukrainar bæði gráta og kyssa okkum av gleði og eydnu
Eg haldi, at ein hugsar nógv meiri um børnini og teirra tørv, tá ein byggir slíkar bygningar í dag. - Og so haldi eg eisini, at skúlin skal hava rós fyri at hava gjørt bygningin soleiðis, at rørslutarnað [...] , og sum ynsktu at vitja flokkin. Lærarin var kunnaður um vitjanina áðrenn, og børnini høvdu einki ímóti at fáa eina so forkunnuga vitjan inn í ein roknitíma. Tað er altíð hugaligt at fáa ein lítlan steðg [...] steðg í undirvísingini. Umboðini fyri tíðindatænastuna ynsktu at fáa eina mynd av flokkinum. Tað hevði eingin nakað ímóti. Um til bar at fáa eina mynd, har henda kvinnan, Jórun Dánjalsdóttir Poulsen var
á, at politikkarnar á hvørjum ári blanda seg í fiskidagaskipanina. Hann vísir á, at føroyska fiskidagaskipanin er bygd upp eftir tí leisti, at hon skal tillaga seg sjálv. ?Skipanin er soleiðis, at um nógvur [...] má framvegis vísa á, at mær vantar argument fyri minkingini, sigur Æyðunn Konráðsson. Tilmælini fara skeiv Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna skilir ikki, hvussu tað ber til at taka tilmælini hjá Ices [...] Í løgtinginum hósdagin vístu fleiri løgtingslimir á, at ein skerjing í fiskidagatalinum fór serliga at raka útróðrarflotan meint. Útróðrarmenn í bólki 4 hava sum er eitt lágt fiskidagatal, og við løgt
. Har vænti eg, at tað verður eitt sindur av lívi og stemningi," sigur Ingibjørg, "og so fara vit at vitja onkur vinfólk aftaná." Tá hon verður spurd um, hvussu nógv ólavsøkan hevur at siga fyri hana, [...] Øssursdóttir savnaðar at síggja skrúðgonguna hjá landsins hægstu. "Fyri meg snýr ólavsøkan seg mest um føroysk klæði, kappróður og at hitta fólk," sigur Beinta og heldur fram, "vit plaga eisini at støkka inn á [...] hjá Hjørdis." "Ja, eg royni at hava ein nátturðabita hjá mær hvørja ólavsøku, og eg vóni altíð so nógv fólk sum gjørligt. Fleiri tess betri. Tað er sjarman við ólavsøkuni, at man møtir fólki, kanska serliga