- Nú var tíð at gevast við mjólkini

- Tað er eingin, sum stendur í bíðirøð til at mjólka og ansa neytum, sigur miðstovubóndin, sum er annar mjólkarbóndin í Sandoynni, sum eftir hálvum øðrum ári hevur selt sína mjólkarkvotu av oynni.

 

Í fleiri ár hevur Jóannes Johannessen velt nógva grøði, og soleiðis er aftur í ár.

 

 

- Eg havi mjólkað í næstan seksti ár, og nú eg eri 71 ára gamal, valdi eg at gevast, meðan eg enn hevði møguleikan. 

Tað sigur Jóannes Johannessen á Miðstovugarðinum í Trøðum á Sandi.

 

- Nú ætlanir hava verið frammi um felagsfjós í Trøðum, valdi eg at bjóða bøndrunum, sum hava arbeitt við hesi ætlan, mína mjólkarkvotu, men teir hildu seg ikki hava umstøður at taka av.

 

Kvotan hjá miðstovubóndanum endaði tískil vestan fyri Fjarðará í Eysturoy.

 

- Tað er eingin, sum stendur í bíðirøð til at mjólka og ansa neytum. Nú eg seldi mína mjólkarkvotu, var eg púrasta avkláraður við umstøðurnar. Eg byrjaði sum 12 ára gamal at mjólka. Hetta er eitt arbeiði, sum krevur 365 dagar um árið, og her er eingin frítíð.

Jóannes Johannessen sigur, at hann hevur verið heppin og hevði í mong ár ein góðan húskall.

 

- Seinni árini var heilsan hjá mær eisini farin at bila, og nú eg gavst við mjólkini, var eg ikki í iva.

 

Miðstovubóndin, sum veltur nógv og hevur seyð, heldur, at lítil framtíð er í teimum smáu fjósunum, tí hesi er ov lítil til lønandi vinnu, um tú skalt hava fólk uttan fyri familjuna at hjálpa tær.

 

- Hinvegin er spurningurin eisini, hvussu stór fjósini skulu vera, tí tá kann tað gerast ein stórur trupulleiki at útvega nóg mikið av stráfóðuri til neytini.

 

Jóannes Johannessen dugir ikki at siga, hvat hóskandi stødd á einum fjósi er, men hann heldur, at eitt brúk, sum liggur onkustaðni ímillum tey smáu og tey størru, hevði verið á einari leið.

 

- Tú noyðist at hava so mikið, at fíggjarlig orka eisini er til frítíðina hjá teimum, sum reka garðin. Eingin kann arbeiða og vera bundin í 365 dagar um árið, sigur miðstovubóndin, sum aftur í ár hevur gjørt nógv burtur úr grøðini.

 

Leggjast kann aftrat, at fyri stívliga hálvum øðrum ári síðan seldi eisini Klettagarður á Sandi sína mjólkarkvotu úr Sandoynni, soleiðis at bøndurnir í oynni, sum høvdu mjólk, nú bert eru fýra í tali - ein í Skopun, tveir í Trøðum og ein í Skálavík.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum kom fríggjadagin, verður gjørt burtur úr mjólkini í Sandoynni, og her verður spurningurin settur, um nøkur mjólk yvirhøvur verður eftir í oynni um 10 ár. Í Suðuroy læt seinasta mjólkarfjósið aftur fyri tíð síðan.

 

 

 

Í fleiri ár hevur Jóannes Johannessen velt nógva grøði, og soleiðis er aftur í ár.