- Nú veit eg hvat tey tosaðu um

Í dag upplivdi Suni Drangá, sum varð føddur sólarmyrkingardagin í 1954, hvat fólk hava tosað um hesi árini.

Í dag upplivdi Suni Drangá í Skopun, sum varð føddur sólarmyrkingardagin í 1954, hvat fólk hava tosað um hesi árini.

 

- Ja, hetta var nakað heilt serligt. Eg varð føddur í Skopun sólarmyrkingardagin 30. juni í 1954 og havi mangan hoyrt fólk tosa um, hvussu hetta var. Í morgun upplivdi eg hetta sjálvur.

 

Hann ásannar, at sólarmyrkingin í morgun var nakað serstakt, og hann er fegin um, at hann nú sjálvur hevur upplivað tað, sum tosað hevur verið um øll hesi ár.

 

- Eg hevði hoyrt, at tað gjørdist myrkt henda dagin, eg varð føddur, og at hønurnar fór inn. Nógvar søgur eru sagdar um henda dag í 1954, sigur Suni Drangá, ið siglir við havrannsóknarskipinum, Magnusi Heinasyni.