- Okkum vanta haldgóð prógv

Æyðunn Koráðsson er alt annað enn fegin um løgtingssamtyktina um at skerja fiskidagatalið við tveimum prosentum. Honum vantar haldgóð prógv, og sigur, at um politikkararnir framhaldandi halda á við at skerja fiskidagatalið á hvørjum ári, so verður grundarlagið tikið undan vinnuni

Í løgtinginum hósdagin vístu fleiri løgtingslimir á, at ein skerjing í fiskidagatalinum fór serliga at raka útróðrarflotan meint. Útróðrarmenn í bólki 4 hava sum er eitt lágt fiskidagatal, og við løgtingssamtyktini, verður enn meir máa av teirra fiskidøgum. Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna er alt annað enn fegin um skerjingina.
? Eg kann als ikki siga, eg eri glaður um minkingina í fiskidagatalinum, og eg má framvegis vísa á, at mær vantar argument fyri minkingini, sigur Æyðunn Konráðsson.

Tilmælini fara skeiv
Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna skilir ikki, hvussu tað ber til at taka tilmælini hjá Ices og føroysku fiskifrøðingunum fyri fult.
?Tær eru farnir so ofta skeivir, at ein kann ikki áhaldandi trúgva teimum. Okkurt árið hava vit fiska 150 % meir enn vit áttu, og kortini vaks stovnurin, greiðir Æyðunn Konráðsson frá.

Fiskidagaskipanin tillagar seg sjálv
Æðunn Konráðsson fýlist eisini á, at politikkarnar á hvørjum ári blanda seg í fiskidagaskipanina. Hann vísir á, at føroyska fiskidagaskipanin er bygd upp eftir tí leisti, at hon skal tillaga seg sjálv.
?Skipanin er soleiðis, at um nógvur fiskur er, so fiska vit nógv, meðan er lítíð til, so fáa tilsvarandi lítið, so hon regulerar seg sjálv. Eg skilji tí ikki, hví politikkararnir á hvørjum ári, skulu leggja seg út í skipanina og regulera hana sjálvir, fortelur formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna.

Grundarlagið tikið undan
Hetta er á øðrum ári, at løgtingið samtykkir at skerja fiskidagatalið. Í fjør varð minkað við einum prosenti, og verður hugt samlað, síðan fiskidagaskipanin kom í gildi í 1996, so er fiskidagatalið í alt minkað við góðum 18 prosentum. Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna heldur lítið um gongdina.
? Halda politikkarnar fram við at skerja fiskidagatalið, so taka teir grundarlagið undan vinnuni, sigur Æyðunn Konráðsson at enda.