Á Vaglinum vóru systrarnar Hjørdis og Ingibjørg Heindriksdóttir og vinkonan Beinta Øssursdóttir savnaðar at síggja skrúðgonguna hjá landsins hægstu.
"Fyri meg snýr ólavsøkan seg mest um føroysk klæði, kappróður og at hitta fólk," sigur Beinta og heldur fram, "vit plaga eisini at støkka inn á gólvið hjá Hjørdis."
"Ja, eg royni at hava ein nátturðabita hjá mær hvørja ólavsøku, og eg vóni altíð so nógv fólk sum gjørligt. Fleiri tess betri. Tað er sjarman við ólavsøkuni, at man møtir fólki, kanska serliga tey, man ikki kennir," sigur Hjørids, "í gjár vóru eitt nú nógvir íslendarar á gólvinum, sum eg ongantíð hevði sæð fyrr."
"Í dag fara vit væntandi ein túr oman á Doktaragrund, har tað verður fólkafundur. Har vænti eg, at tað verður eitt sindur av lívi og stemningi," sigur Ingibjørg, "og so fara vit at vitja onkur vinfólk aftaná."
Tá hon verður spurd um, hvussu nógv ólavsøkan hevur at siga fyri hana, er Hjørdis púra avgjørd.
"Ólavsøkan er heilt ótrúlig. Fleiri dagar undan ólavsøkuni verði eg ordiliga spent, næstan verri enn børnini. Eg havi eina ferð mist ólavsøkuna, og eg havi nú lovað mær sjálvari, at eg ongantíð aftur í lívinum skal missa ólavsøkuna."