Friðarligi býurin nærindis Denver í Colorado var alt í einum vorðin pallurin fyri eini blóðugari niðurskjóting av tilvildarligum ungfólki. Tann dag í dag ekkóa skotini í Littleton. Avvarandi eru ikki komin [...] kendir, sum var orsøk til hópdrapið í Littleton. Hetta vísa sjónbondini, sum fyrstu ferð komu í ljósmála, tá journalistar á Time tíðarritinum, eftir kanningararbeiðið í fleiri vikur, fingu fatur á bondunum [...] situr Eric Harris við eini avsagaðari fuglabyrsu í fanginum og eini Whiskey-fløsku í hondini. Undir liðini á honum situr Dylan Klebold við tannsteytara í munninum, og saman sita teir og breggja sær av sínum
Seinastu fýra árini hevur familjan búleikast í Aberdeen, har pápin hevur virkað sum tannlækni, og sjálvsagt hevur lítli Oddmar tí gingið í skúla har á staðnum. Í Skotlandi er tað soleiðis, at so at siga allir [...] Annar Oddmar í røðini smæddist heldur ikki burtur, og m.a. var hann seinast í sjeyti árunum í danska U-16 landsliðshópinum, umframt at hann eisini var at síggja á føroyska A-landsliðnum fyrst í áttatiárunum [...] triðið Oddmar í røðini, sum roynir seg við rundu leðurkúluni. Abbin var í fleiri ár at síggja á besta B36 liðnum, og umframt at vinna okkurt heitið har, leikti hann eisini við klaksvíkingum í nøkur ár, og
til í húsarhaldinum og vinna sær pening til at seta føtur undir egið borð, gekk nú í skúla, til hann var trøllvaksin. Gentan, sum kanska ofta var meira hugað í skúlanum, enn drongurin, gjørdist nú í mongum [...] hvørjum øðrum, at fyrigeva hvørjum øðrum, eru vit uppald til í okkara mentan. Kolveltingarmaður í 2000 ár Fyri júst 2000 árum síðan føddist í Miðeystri eitt barn, sum fullkomiliga broytti alla mannahugsan [...] fylgdu ?kristnu? makthavarunum í miðøldini, og soleiðis hevur mannaættin upplivað eina forfylging fyri og aðra eftir, upplivað kríggj og aðrar ræðuleikar í Jesu navni. Ja, enn í dag uppliva vit, at sjálvt
høvuðsevnum í skaldskapi hansara. Savnið er býtt í tríggjar høvuðspartar, ið eita Fólk og samfelag. Lívgevandi máttur og Tilverufatan. Flestu tekstirnir hava ikki áður verið útgivnir á føroyskum og eru í fullari [...] høvuðsdenturin er lagdur á at flyta William varlig aog neyvt yvir í føroyskt, og eisini er dentur lagdur á at varðveita stevið og tónan í máli hansara. Stjørnuskaldið undir Varða er savn við myndum, tónum [...] gerandisligu smáhendingunum til óendaligu og órannsakiligu stjørnurúmdina. Hann sat uppi undir Varða í Havn í lítlu smáttu sínari og skapti heimsbókmentir. Nógv spyrja, hví William skal týðast til føroyskt
konservatorium í Antwerpen eitt ár, so fór hann at lesa í Brússel, men hann helt fram at búgva í Antwerpen, sum liggur 50 kilometrar frá belgiska høvuðsstaðnum, sum hevur fingið sentralan leiklut í ES. Síðani [...] um. Nikolaos Kapnas ivast í, hvat borð vit skulu seta okkum við, men tá hann hevur flutt stólarnar runt í stovuni, avger hann, at tað man vera best at sita við borðið mitt í stovuni. Á borðinum stendur [...] veikleika fyri telduspælinum Star Trek, sum gongur fyri seg í eini tíð, nógv violinstykki frá okkara døgum. Nikolaos Kapnas trein fram í bestu senditíð í sjónvarpinum sunnukvøldið. Hann hevði fingið leiklutin
vikuskiftismøti vegna samkomulegu í Nesvík. Mánadagin kl. 06.00 morgunbøn og kl. 20.00 samkomubønarmøti. Meinigheitshúsið í Havn Hvørt kvøld kl. 20 í hesi vikuni er bønarmøti í samband við alheims bønarvikuna [...] 18 talar Sverri Steinhólm. Missiónsvikan verður í døgunum 23.-30. januar. Øll eru vælkomin. Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin kl. 14.00 í Hoyvíkar skúla er sunnudagsskúli, kl. 17.30 er bøn og kl. 18.00 [...] Øll eru vælkomin. KFUM og KFUK í Havn Mánadagin 17. jan kl. 15.00 í KFUK. Eldrasamkoman v/ Carl Weihe, evni: Nøkur orð um eina trúbótarhetju. Týsdagin 18. kl. 16.00-17.00 í KFUK: Várgleði fyri børn. Hvalvíkar
ein yvirgang í bólkinum Who Cares, og har kom væl burturúr, tí saman vóru teir í studio og tóku upp eitt lag, sum stutt og greitt kallast fyri D og sum í dag er at finna á útgávuni Rock í Føryum 2. Síðani [...] Í eini kjallaríbúð á Landavegnum í Havn býr 22 ára gamli trummusláarin, Janus Nicolajsen. Í farnu viku fekk Yngd eitt prát við Janus, sum ikki dylir, at hann ætlar sær at liva av at vera tónleikari Jákup [...] tíggju ára gamal, fór hann at ganga til undirvísing á musikskúlanum í Havn. Hetta var nakað í dámdi Janusi væl, og hann fekk nógv burturúr. - Í fyrstuni hevði eg ein sven-skan lærara, men seinni tá hesin fór
hevur tosað í meira lagi. Hon verður illa við, og tagnar. Men William sigur framvegis ikki eitt orð. Einasta, ið hoyrist, er klokkan á vegginum. Tá ein løta er farin í djúpastu tøgn, letur í Williami Heinesen: [...] Annika Hoydal eitt úttalilsi, hon fann eftir William Heinesen, tá hon leitaði í goymslunum hjá Danmarks Radio. Í eini samrøðu í DR um deyðan, segði William Heinesen: _Selv stjernerne har en alder, og de lever [...] er trongsul í Keypmannahavnar gøtum hendan morgunum. Eini 10.000 fólk av Ærø, ella fólk, sum so ella so hava við Ærø at gera, fylla gøturnar. Fyri løtu síðani kringsettu tey Christiansborg í eini roynd
spælistøðunum. Spælt verður í Klubbanum á Tvøroyri (tekning hjá Ásu Jacobsen, tel. 37 12 39) , í gamla skúla í Miðvági (tekning hjá Jákupi Egholm, tel. 33 35 42), í Matmøðrafelagshúsinum í Klaksvík ( tekning hjá [...] Spæld verða í minsta lagi 28 spøl. Í fjør tóku 54 pør lut í kappingini, og FBS væntar eina minst líka stóra luttøku hesa ferð. Tað samlaða úrslitið fyri landið verður kunngjørt í bløðunum og í útvarpinum [...] hjá Sámal Júst Dahl, tel. 45 58 68), í Lonini í Fuglafirði (tekning hjá Dia Jacobsen, tel. 44 42 70), og í Bridgehúsinum í Havn (tekning hjá Boga Simonsen, tel. 31 20 33). Byrjað verður at spæla klokkan
verið við í sendingum í sjónvarpi. Hon hevur sungið við í fleiri operaum, ikki bara á Íslendsku Óperunni og í Tjóðleikhúsinum, men eisini í Noregi og Svøríki. Fyri stuttum hevur hon havt konsertir í London [...] sum var í Norðurlandahúsinum í mai 1999. Nakrar fløgur við sangum hjá Sigrún eru givnar út. Tann nýggjasta »Klassík« kom út í fjør vár. Anna Guðný Guðmundsdóttir er útbúgvin frá Tónlistaskúlanum í Reykjavík [...] undirvísir á Tónlistarskúlanum í Reykjavík. Sigrún og Anna Guðný hava havt eitt gott samstarv, síðani tær vóru á skúla í London og hava hildið konsertir á Íslandi og aðrastaðni eitt nú í London, Tokyo og U.S.A