Íslendska diddú í Norðurlandahúsinum

Leygardagin 22. januar 2000 kl. 16.00 fer íslendska Sigrún Hjálmtýsdóttir, ella Diddú, sum hon verður nevnd á Íslandi, at hava konsert í Norðurlandahúsinum. Við sær á ferðini til Føroyar hevur Sigrún Ónnu Guðný Guðmundsdóttir, sum spælir á klaver

Eitt sindur um tær báðar:

Sigrún Hjálmtýsdóttir, Diddú byrjaði sína sangkarrieru í tí kenda og væl umtókta bólkinum Spælibólkur Tjóðarinnar, á Íslandi. Hon var næmingur á Tónlistaskúlanum í Reykjavík, fór síðani til London á Guildhall School of Music & Drama, hiðani hon tók prógv sum solosangari og sangpedagogur. Síðani fór Sigrún til Italien, har hon luttók í sangkappingum og vann virðislønir. Somuleiðis hevur hon havt nógvar konsertir bæði á Íslandi og í øðrum londum og hevur eisini sungið solo saman við Sinfóniuhljómsveit Íslands, Íslendsku hljómsveitinni, Kamarsveit Reykjavíkur. Sinfóniuhljómsveit Norðurlands og saman við orkestrum uttanlands. Sigrún Hjálmtýsdóttir hevur eisini havt leiklutir á filmi og hevur eisini verið við í sendingum í sjónvarpi. Hon hevur sungið við í fleiri operaum, ikki bara á Íslendsku Óperunni og í Tjóðleikhúsinum, men eisini í Noregi og Svøríki. Fyri stuttum hevur hon havt konsertir í London, Finnlandi, Baltikum, Japan og í Italien. Í 1996 fekk Sigrún Hjálmtýsdóttir íslendska »Riddarakross Hinnar Íslendsku Fálkaorðu« fyri arbeiði sítt. Sigrún hevði eisini ein av høvuðsleiklutunum í operettuni Flogmúsini, sum var í Norðurlandahúsinum í mai 1999.

Nakrar fløgur við sangum hjá Sigrún eru givnar út. Tann nýggjasta »Klassík« kom út í fjør vár.

Anna Guðný Guðmundsdóttir er útbúgvin frá Tónlistaskúlanum í Reykjavík og á Guildhall School of Music & Drama í London. Hennara útbúgving hevur verið innan kamartónleik og at spæla undir hjá sangarum. Anna Guðný hevur arbeitt á Íslandi tey síðstu 16 árini. Sum solistur hevur hon spælt í Simfoníuhljómsveit og hevur spælt verk eftir Mozart, Beethoven og Mendelsohn umframt í Des Canyons aus Étoles og Turangalia eftir Messiaen undir leiðslu af Paul Zukofsky. Anna Guðný hevur spælt á nógvum kamarkonsertum á Íslandi og í útlandinum og á nógvum fløgum. Anna Guðný arbeiðir nú sum free-lance tónleikari hjá Sinfóníuhljómsveit Íslands og undirvísir á Guðný arbeiðir nú sum free-lance tónleikari hjá Sinfóníuhljómsveit Íslands og undirvísir á Tónlistarskúlanum í Reykjavík.

Sigrún og Anna Guðný hava havt eitt gott samstarv, síðani tær vóru á skúla í London og hava hildið konsertir á Íslandi og aðrastaðni eitt nú í London, Tokyo og U.S.A.

Á konsertini leygardagin verða bæði íslendskir sangir/løg og klassiskir sangir/løg at hoyra.

Bestu heilsanir

Norðurlandahúsið í Føroyum

Helga Hjörvar, stjóri