Eyðun Klakstein
13 fólk lótu lív, og fleiri enn 100 vórðu særd, tá tveir ungir mans skutu frá hond á Columbine-skúlanum í amerikanska býnum Littleton fyri 9 mánaðum síðani.
Tað var fyrrapartin tann 20. apríl, at Eric Harris og Dylan Klebold gingu berserkagongd á sínum egna skúla. Teir skutu floksfelagar, kenningar og lærarar, áðrenn teir góvu sær sjálvum eina kúlu fyri pannuna.
Friðarligi býurin nærindis Denver í Colorado var alt í einum vorðin pallurin fyri eini blóðugari niðurskjóting av tilvildarligum ungfólki.
Tann dag í dag ekkóa skotini í Littleton. Avvarandi eru ikki komin fyri seg enn, og amerikanska samveldisløgreglan ger framvegis kanningar í býnum.
Og beint undan jólum kom virda tíðarritið Time við eini skelkandi avdúking.
Í vikunum undan drápunum høvdu teir báðir drápsmenninir upptikið fimm sjónbond av sær sjálvum. Sjónbond, sum teir vónaðu skuldu vísast kring alla klótuna og sum skuldi gera teir heimskendar. Kendir leikstjórar fóru at stríðast um rættindini til søguna, spáddu teir.
Á hesum bondunum, sum verða rópt Columbine-bondini, greiða Eric Harris og Dylan Klebold frá sínum ætlanum, og hví teir stutta tíð seinni vóru frá sær sjálvum í einum blóðrúsi á skúlanum, har teir høvdu traðkað mangt fótasporið.
Tað kostaði 13 fólkum lívið, fleiri enn 100 vóru særd, og enn fleiri vóru rakt so ella so sum avvarðandi.
Vápn og Whiskey
Tað var ein blanding av hatri, øvund, undirlutakenslu og eini sjúkligari trongd eftir at gerast kendir, sum var orsøk til hópdrapið í Littleton.
Hetta vísa sjónbondini, sum fyrstu ferð komu í ljósmála, tá journalistar á Time tíðarritinum, eftir kanningararbeiðið í fleiri vikur, fingu fatur á bondunum. Løgreglan hevði annars hildið bondini loynilig fyri øllum, tí vildu ikki geva drápsmonnunum óneyðuga nógva umtalu.
Á einum av upptøkunum, sum samanlagt eru tríggjar tímar til longdar, situr Eric Harris við eini avsagaðari fuglabyrsu í fanginum og eini Whiskey-fløsku í hondini. Undir liðini á honum situr Dylan Klebold við tannsteytara í munninum, og saman sita teir og breggja sær av sínum ætlanum um eitt hópdráp á Columbine-skúlanum.
Byrsuna rópar Eric fyri Arlene, og tað navnið hevur hann fingið úr spælinum Doom. Og eftir at hann hevur fingið sær upp í munnin av Whiskey vissar hann øll, sum í framtíðini fara at síggja sjónbandið, um, at teirra ætlan er orginal, og at teir als ikki fara at eftirapa skottilburðum, sum stutt frammanundan høvdu verið í Oregon og Kentucky.
- Hesum tilvildarligum skottilburðunum stóðu børn, sum so gjarna vildi verða góðtikin, fyri, siga Eric.
Sítt álop á skúlan hava Harris og Klebold lagt til rættis í eitt heilt ár, og teir ætla at raka teir vælbjargaðu næmingarnar og ítróttarstjørnurnar meinast. Einum næmingi ætla teir at ?skjóta kjaftin av?, og ein annar skal ?skalperast?, sum teir taka til.
Á einum bandi reksa teir báðir nøvnini upp á teimum gentunum, sum hava sagt nei til at fara í býin við teimum. Eric Harris gremur seg um, at hann verður argaður orsaka av síni útsjónd, sínum hári og klæðunum, hann gongur í.
Hataðu øll
Hatrið er næstan ótømandi, og øll standa fyri skotum.
- Vit hata øll. Hvít, myrk, meksikanarar, gýðingar, kvinnur, trúgvandi og geykara. Vónandi drepa vit 250 av tykkum, froysir Dylan Klebold á einum av bondunum.
Einastu fólkini, sum sleppa undan ágangi á sjónbondunum, eru foreldrini hjá teimum báðum, og tað er sjón fyri søgn, at teir kenna Shakespeare, tá teir sitera hann fyri fylgjandi: Good vombs hath borne bad sons. Hetta verður gjørt í eini hjálparleysari roynd at lætta um sorgina og ábyrgdarkensluna hjá foreldrunum, eftir at teir hava gjørt álvara av síni blóðugu ætlan.
Amerikanska samveldisløgreglan er ikki í iva um, hví teir báðir ungu menninir skutu frá hond á skúlanum. Teir vildu gerast kendir, og teir vildu vísa øllum, hví teir gjørdu sum teir gjørdu.
Á seinasta pettinum av upptøkunum hjá Klebold og Harris siga teir farvæl til foreldrini hjá sær, áðrenn teir fara avstað til skúlan fyri at gera álvara av teirra ætlan.
- Mær hevur ongantíð dámt lívið, og tit skulu bara vita, at eg eri á veg til eitt betri stað enn hetta, sigur Dylan Klebold.
- Hatta var tað. Vit mugu avstað. Farvæl, eru seinastu orðini hjá Eric Harris.
Stutta tíð eftir tað rungaðu fyrstu skotini á Columbine-skúlanum.