er beinleiðis orsøkin til, at vit ikki vildu gjalda. Vit meta, at hetta skaddi valdystin hjá okkum, men rætturin hevur so staðfest, at slíkt er trupult at máta, og tí eru vit dømdir at gjalda fullu upphæddina [...] stendur, at vit tosaðu um at gera eina keiputekning, staðfestir Høgni Hoydal. - Ætlanin var, at hendan á skemtiligan hátt skuldi koyra uppá, um politiska valdið var í Danmark ella Føroyum. Vit komu eisini [...] lýsingina, sum var í Sosialinum á valdegnum. Millum annað verður víst til vitnisfrágreiðingina í rættinum: »Det passer, at han havde talt med Hannis Egholm (táverandi kreativur leiðari á Team 85, blðm.) om en
og eg mátti fara heim. Góða Randi, vit roknaðu við, at vit skuldu fáa nøkur góð og rík ár saman aftrat; men Guð vendi tí til nakað annað, sum vit fáa svar uppá tá vit koma heim. Tá ið eg hoyrdi hesi boð [...] og rópar teg. Randi upplivdi frelsuna í Jesusi Kristusi á ungum árum, og hon fekk at kenna, at eins og Jesus hevði borið hana gjøgnum lívið her á jørð, soleiðis vildi hann eisini bera hana inn um perluportrið [...] og Olaf stigu, tá tey gingu inn á ríkishospitalið og orðini vóru hesi: »Randi det skal gå dig godt«. Randi hoyrdi tað sama sum Maria hoyrdi: »Meistarin er her og rópar á teg«. Randi hoyrdi eisini himmalskan
Gøteborg. Nú hevur Teddy Air júst gjørt leigusáttmála við Saab-verksmiðjurnar um at leiga eitt flogfar, sum tekur 34 ferðafólk. - Og í staðin fyri at lata flogfarið standa tað mesta av degnum á flogvøllinum [...] flogvøllinum í Stavanger fara vit nú at kanna, um ikki ber til at gera eina rutu millum Stavanger, Føroyar og Aberdeen, sigur Harald Sørensen, menningarstjóri í Teddy Air. Hann sigur, at tað er framtíðar oljuvirksemið [...] Føroyum. Og hann ivast ikki í, at fleiri verða fegin um eina slíka rutu. Harld Sørensen sigur, at hann nú fer til stýrið fyri flogfelagið við hugskotinum, og tað skuldi ikki tikið so langa tíð, til støða verður
kundi ikki halda fram. Hetta verður nú bøtt um við nýggja bygninginum í Hovi. Loysnin fer heilt vist at gagna báðum skúlum og ungdómi í Suðuroy og um alt landið. Nú eigur friður at verða um hesa skúlabygging [...] Á Tvøroyri var staðsettur annar skúli, ein yrkisskúli fyri heilsuhjálparar og heilsurøktarar. Hesum skúla vórðu frá fyrsta degi boðin eins vesalig húsakor sum miðnámsskúlanum. Til tað er bert at siga, [...] at hevði avgerðin ikki verið tikin um at flyta hendan skúla úr Havn til Suðuroyar, so hevði hann nú húsast í eins snotiligum og framúr vælhóskandi hølum sum Sjúkrarøktarfrøðiskúlin. Men hetta var tann
Jógvan við Keldu, løgtingsmaður Fakta er nú einaferð fakta, men tá ein ikki góðtekur fakta, nyttar sjálvandi ikki við fleiri endurtøkum – ella ger tað? Hetta var nú eitt løgið aftursvar, um tað kann roknast [...] Mortensen, borgarstjóra í landsins størstu kommunu til grein mína “Heðin Mortensen veit betur”. Fakta er nú einaferð fakta og grundgevingarnar hjá mær lógu í taltilfarinum, men tá ein hevur sett sær fyri ikki [...] sjálvandi ikki við endurtøkum. Hóast tað, kann eg koma við einum stuttum framhaldi av grein míni og vísa á nøkur áhugaverd tøl, sum Granskingardepilin fyri Økismenning hevur gjørt við heitinum “Vinnulívið í
við eitt nú Mortan í Hørg og Milan Kulic, sum báðir eru farnir til HB at spæla, hevur hann góðar vónir til kappingina. Venjingin gongur sera væl, og spælararnir fara at koma í sera góðan form. Nú vita vit [...] miðvallarspælarin var ein eyðsýndur partur av VB-liðnum, sum stríddist fyri at sleppa undan niðurflyting. Nú er framtíðin hjá Ble í VB ivasom. Orsøkin er ein tilburður undir venjing sunnudagin, har Ble brast [...] fyri tveimum árum síðani, skal koma aftur til VB í ár, og onkur annar útlendskur spælari er eisini upp á tal.
ivist ikki í, at vit ein dag høvdu komið uppí Sunda kommunu kortini, men vit, sum ikki taka undir við hesum nú, halda ikki, at tíðin er búgvin. Sum er, hava vit samstarv norðureftir á fleiri økjum, og [...] fólk ikki eru samd um, hvørt tíðin til samanlegging er búgvin. Fólk angraðu? Bygdarráðið við Jógvani Mørkøre á odda hevur sagt, at nógv fólk angraðu, at tey ikki tóku undir við samanleggingini á fyrru f [...] rætt, tí hóast tepur meiriluti nú var fyri samanlegging, vóru eisini fleiri nei-atkvøður hesaferð enn seinast. Mikkjal vísir á, at eini 95-97 fólk skrivaðu undir áheitanina á Hósvíkar kommunu um at fara uppí
leitað sær hjálp á Heilbrigdi á Velbastað og sostatt eru tað einir 250 fólk, sum hvørt ár leita sær hjálp fyri rúsdrekkamisnýtslu á teimum báðum føroysku viðgerðarstovnunum. Harafturat eru so tey, sum megna [...] og foreldur. Sostatt eru tað einir 10.000 føroyingar, sum eru offur fyri misnýtslu av rúsdrekka, staðfestir leiðarin í Báa Krossi. Hon sigur, at hetta byggir á kanningar, sum eru gjørdar í hinum norðurlondum [...] sum leita sær viðgerð, eru blandingsmisbrúkarar. Í Føroyum kenna vit ikki til, at fólk eru rúsevnamisbrúkarar burtur av, tí atgongdin til rúsevni er so svikalig. - Tey allarflestu eru rúsdrekkamisbrúkarar
teimum at sannføra føroyingar um, at allir danir eru reinir devlar, sum eru rótin til alt ilt, sum hendir í Føroyum. Tí verður nú farið aftur um ryggin á føroyingum og niður til Danmarkar at leita sær hjálp [...] frá 1998-04, enntá so nógv, at nú aftaná er ilt at vísa á nakað týðandi politiskt avrik til frama fyri føroyska vinnulívið, mentanarlívið ella samfelagslívið sum heild. Nú er flokkurin rikin frá valdinum [...] so at uttanum-parlamentarisma ikki kann føra á mál, tá ið ein ikki fær parlamentarismuna at makka ræt. Tað er ein ivingarsom søk, at fullveldisfólkini nú eru farin at brúka loysunarorðið, sum verður heft
fyrikomandi. Vit práta eitt sindur á vøllinum, áðrenn vit fara inn á KÍ-kontórið. Fyri mær sýnist Tony Paris at vera ein sera sjálvsikkur maður tó uttan at vera arrogantur. Hann er í javnvág við seg sjálvan [...] - Eg eri nøgdur við kappingarárið higartil, hóast vit hava mist nøkur býtt stig. Vit hava havt ov nógvar javnleikir. Tað er ótrúliga flott, at vit eru ósigraðir, men eg vil heldur tapa ein dyst og so vinna [...] Vit møta Tony Paris á vøllinum í Klaksvík saman við Paul Clapson. Julian Florescu og Sinisa Jovanovic eru í holt við at mála rundanum vøllin, og Tony Paris er arbeiðsformaður. Tony er sera blíður og f