Einki við okkara hugskot at gera

Høgni Hoydal heldur fast um, at tað er langt ífrá hugskotinum, sum hann hevði til lýsing á valdegnum til tað, sum var at síggja í Sosialinum 30. apríl 2002


Sakarmál

 
Eitt av teimum heilt nógv umtalaðu rættarmálunum seinastu tíðina fekk ein enda, tá Føroya Rættur herfyri dømdi Tjóðveldisflokkin at rinda so at siga fullu upphæddina fyri lýsingarherferðina, sum lýsingarstovan, Team 85, gjørdi fyri flokkin áðrenn løgtingsvalið 2002.
                      Í sentrum í trætumálinum var ein lýsing, sum Team 85 hevði sett í Sosialin á sjálvum valdegnum, men sum Tjóðveldisflokkurin als ikki vildi kennast við.
                      Lýsingarstovan átók sær eisini alla ábyrgd av lýsingini dagin eftir. Høgni Hoydal staðfesti, at hann so einki til lýsingina, áðrenn hon var í blaðnum, men alt var ikki liðugt av teirri orsøk. Tjóðveldisflokkurin noktaði nevnliga at rinda fulla upphædd fyri lýsingarnar, sum Team 85 hevði gjørt fyri flokkin, og tí varð flokkurin seinni stevndur.
 
Einki við hugskotið at gera
Eitt av argumentunum fyri, at Tjóðveldisflokkurin ikki vildi gjalda fyri lýsingina var, at tey mettu umrøddu lýsingina hava skatt valdystin fyri teirra viðkomandi. Hartil varð í rættinum sagt, at samlaði kostnaðurin av lýsingararbeiðinum var væl omanfyri tað, sum partarnir høvdu avrátt, og hetta var flokkurin ikki sinnaður at gjalda.
                      Í Dimmalætting í gjár verður sagt, at Høgni Hoydal kendi til lýsingina, sum var í Sosialinum á valdegnum. Millum annað verður víst til vitnisfrágreiðingina í rættinum: »Det passer, at han havde talt med Hannis Egholm (táverandi kreativur leiðari á Team 85, blðm.) om en karikaturtegning, hvor statsministeren holdt Lisbeth Petersen og Jóannes Eidesgaard i hånden. De var i tidsnød. Han foreslog, at der blev lavet noget med nogle billeder, og det skulle være humoristiskt. Der blev intet sagt om noget etnisk.«
                      Men sambært Høgna Hoydal hevur hetta einki at gera við lýsingina, soleiðis sum hon sá út valdagin.
                      - Tað passar, sum tað stendur, at vit tosaðu um at gera eina keiputekning, staðfestir Høgni Hoydal.
                      - Ætlanin var, at hendan á skemtiligan hátt skuldi koyra uppá, um politiska valdið var í Danmark ella Føroyum. Vit komu eisini í tíðarneyð, og tí varð tosað um at gera okkurt við myndum, men talan var so als ikki um at koyra upp á nakran etniskan mun millum føroyingar og danir. Tað er ein trupulleiki, sum vit í Tjóðveldisflokkinum hava barst ímóti í fleiri ár. Hetta at fólk siga, at okkum ikki dámar danir, hvørja ferð vit tosa um loysing kontra samband. So eg kann bara enn einaferð siga, at eg taki frástøðu frá hasi lýsingini.
                      So tað var so ikki hatta slagið av skemti, sum tit høvdu í huganum?
                      - Handan lýsingin hevur so einki við skemt at gera. Og sum málið er framlagt í rættinum, so undrar tað meg bara enn meira, at hon kom í blaðið. Sagt varð, at lýsingin varð send aftur, tí stavivillur vóru í henni, og tað burdi so fingið onkran at sagt okkum frá. Eg fekk annars allar aðrar lýsingar til góðkenningar, men hasa sá eg ongantíð, sigur Tjóðveldisformaðurin.
 
Lýsingin var orsøkin
Spurdur, hvørt tað var hendan lýsingin ella samlaða upphæddin fyri lýsingarherferðina, sum var orsøk til sakarmálið, sigur Høgni Hoydal, at fremsta orsøkin var lýsingin.
                      - Hon er beinleiðis orsøkin til, at vit ikki vildu gjalda. Vit meta, at hetta skaddi valdystin hjá okkum, men rætturin hevur so staðfest, at slíkt er trupult at máta, og tí eru vit dømdir at gjalda fullu upphæddina. Tað einasta, sum eg kann fegnast um í hesum er, at øll mannagongdin viðvíkjandi ger av hasi einu lýsingini nú er lýst til fulnar. Og at tað er staðfest, at tað ikki vóru vit, sum vóru atvoldin til hana, sigur Høgni Hoydal at enda.