Bygdasálin í Hósvík er knúst

- Hósvík hevur verið ein fyrimynd í Sundalagnum sum ein bygd við góðum samanhaldi, men stríðið um samanlegging, hevur knúst bygdasálina, sum hevur so stóran týdning fyri eina bygd. Split er sátt í, og bygdin verður ikki hin sama aftur, sigur Mikkjal Hansen

Fólkaatkvøða

Tað var ein tepur meiriluti á fólkaatkvøðuni í Hósvík leygardagin fyri samanlegging við komandi Sunda kommunu. Tá uppteljingin var liðug, høvdu 88 hósvíkingar atkvøtt fyri samanlegging og 83 høvdu atkvøtt ímóti. Á teirri fyrru fólkaatkvøðuni, sum var 6. mai, atkvøddu 71 fyri og 81 ímóti.
Í samrøðu við Útvarpið segði bygdarráðsformaðurin, Jógvan Mørkøre, at bygdarráðið fer at taka úrslitið til eftirtektar.

Undantaksstøða

Mikkal Hansen, sum áður hevur sitið í bygdarráðnum í Hósvík, er ein teirra, sum alment hevur givið til kennar, at hann er ímóti, at Hósvík fer upp í komandi Sunda kommunu beint nú. Hann heldur, at tíðin er við hósvíkingum í hesum máli og heldur tað vera óðamannaverk ? við einum so teprum meiriluta - at tvinga fólk uppí eina komandi Sunda kommunu, haðani ikki slepst burtur úr aftur.
Hann heldur eisini, at framferðin hjá einum parti av fólkinum í Hósvík og bygdarráðnum í hesum máli er púrasta burtur við.
- Fólkaatkvøðan, 6. mai, var erlig, tí hon var sambært teirri avtalu, sum var ímillum kommunurnar um at halda fólkaatkvøðu samstundis. Fyrru ferðina var málið ikki ein spurningur um lív ella deyð, men um samanlegging ella ikki. Hesaferð hava fólk nærmast ført seg fram, sum um Hósvík var í undantalsstøðu, tí málið fall á fólkaatkvøðuni seinast.
Mikkjal sigur, at sjálvur var hann ikki so hart ímóti
samanlegging, at hann hevði farið runt í bygdini at savnað inn undirskriftir, um ein meiriluti av fólkinum avgjørdi at fara upp í Sunda kommunu.
- Men soleiðis, sum málið seinni hevur tikið seg upp, haldi eg, at framferðin er púrasta forkastilig og andstyggilig. Eftir at úrslitið fyrilág, fóru fólk runt í bygdini at savna inn undirskriftir, sum um talan var um undantaksstøðu.
Hann vísir á, at tað er ikki loyvt at ganga runt og selja uttan við loyvi, og hann heldur ikki, at tað skuldi verið loyvt at gingið runt og savnað inn undirskriftir á henda hátt, har fólk verða biðin um at skriva undir, tí nú vanta bara so ella so fáar undirskriftir í, at nóg mikið er í skjáttuni?


Broytingaruppskot

Mikkjal sigur, at í brævinum, sum fólk skrivaðu undir, varð heitt á bygdarráðið um at leggja saman við komandi Sunda kommunu. Brævið legði ikki upp til eina nýggja fólkaatkvøðu um málið.
- Hóast bygdarráðslimir skrivaðu undir brævið, sum varð lagt fyri bygdarráðið, so samtyktu somu bygdarráðslimir eitt broytingaruppskot sum var at hava eina nýggja fólkaatkvøðu. Tað merkir, at teir undirskrivaðu eitt ? og samtyktu eitt annað.
Hann leggur dent á, at fólkaatvøðan, 6. mai, var hildin
sambært tí leisti, sum kommunurnar høvdu samtykt.
- Men tá ið úrslitið ikki gjørdist tað, sum flestu kommunustýrislimir ynsktu, varð bara lagt upp til eina nýggja fólkaatkvøðu.
Mikkjali heldur, at bygdarráðsformaðurin í Hósvík,
Jógvan Mørkøre, var skjótur at skíra tey, sum ikki vóru fyri samanlegging, afturhaldssinnaði.
- Ja, eg vil siga, at hesi vórðu beinleiðis niðurgjørd sum fávitskut, sigur hann.
Hann heldur annars ikki, at alt er rætt, sum borið er fram av Jógvani og bygdarráðnum um viðurskiftini hjá Hósvíkar kommunu uttanfyri, men í samstarvi, við eina komandi Sunda kommunu.
- Eg ivist ikki í, at vit ein dag høvdu komið uppí Sunda kommunu kortini, men vit, sum ikki taka undir við hesum nú, halda ikki, at tíðin er búgvin. Sum er, hava vit samstarv norðureftir á fleiri økjum, og tað vildi verið ógvuliga undarligt, um kommunurnar norðanfyri fóru at sekta okkum, sum ein komandi samstarvspart ? bara tí, at fólk ikki eru samd um, hvørt tíðin til samanlegging er búgvin.

Fólk angraðu?

Bygdarráðið við Jógvani Mørkøre á odda hevur sagt, at nógv fólk angraðu, at tey ikki tóku undir við samanleggingini á fyrru fólkaatkvøðuni.
- Men hetta er ikki rætt, tí hóast tepur meiriluti nú var fyri samanlegging, vóru eisini fleiri nei-atkvøður hesaferð enn seinast.
Mikkjal vísir á, at eini 95-97 fólk skrivaðu undir áheitanina á Hósvíkar kommunu um at fara uppí komandi Sunda kommunu, men bert 88 atkvøddu fyri á valinum leygardagin.
- Eg haldi, tað er langt úti, at fólk, sum skrivaðu undir hesa áheitan, ikki fóru á val, sigur hann.
Hann heldur tað annars vera undarligt, at bygdarráðið, sum ikki vildi boyggja seg fyri einum meiriluta uppá 10 fólk, sum vóru ímóti, 6. mai, nú vil eftirlíka einum teprum meiriluta, sum bert telir 5 fólk.
- Eg dugi ikki at ímynda mær, at landsstýrismaðurin, sum skal góðkenna hetta, fer at gera tað, sigur Mikkjal.
Hann stúrir annars fyri, at tað stríð, sum nú hevur tikið seg upp, fer at knúsa fyrimyndarliga samanhaldið sum hevur verið millum bygdarfólkið.
- Eingin tekur okkum hósvíkingar fyri fult longur, soleiðis sum hetta mál er viðfarið, og eg stúri fyri, at handfaringin av hesum máli fer at sáa split í bygdina. Bygdarsálin er knúst, sigur Mikkjal Hansen at enda.