Vit møta Tony Paris á vøllinum í Klaksvík saman við Paul Clapson. Julian Florescu og Sinisa Jovanovic eru í holt við at mála rundanum vøllin, og Tony Paris er arbeiðsformaður. Tony er sera blíður og fyrikomandi. Vit práta eitt sindur á vøllinum, áðrenn vit fara inn á KÍ-kontórið. Fyri mær sýnist Tony Paris at vera ein sera sjálvsikkur maður tó uttan at vera arrogantur. Hann er í javnvág við seg sjálvan. Hann er sera blíður at tosa við, men hann hevur eisini ein myndugleika yvir sær.
Familjulimur í trupulleika
Tony Paris er úr London, og hann tosar við einum eyðkendum enskum tóna, og hann hevur eina útstráling, sum er heilt serlig. Tað er ikki løgið, at hann verður mettur sum ein frelsari í Klaksvík, tí at hann hevur broytt KÍ fullkomiliga.
Tony hevði eina góða tilveru í Florida, har hann búði saman við familjuni. Ein dagin ringdi tey so úr KÍ og bjóðaðu honum venjarastarvið. Spurdur, hví hann valdi at koma aftur til Føroya, svarar hann, at KÍ er sum ein familjulimur hjá honum.
- KÍ var í kreppu í fjør, og tú letur ikki ein familjulim í kreppu vera óhjálptan. Frá at hava vunnið greipuna í 1999, var felagið nær við at flyta niður í fjør. Eg mátti koma aftur til býin og felagið, sum eg elski, og geva mítt íkast. Í veruleikanum hevði eg bíðað eftir hesum starvstilboðnum í sjey ár, sigur Tony Paris.
Mugu gloyma 1999
Tony Paris var venjari hjá KÍ í 1999, tá ið KÍ vann greipuna. Tá var liðið tiltikið fyri góðan stríðsvilja og konditión. Tey síðstu árini hava leikararnir ikki víst hendan stríðsviljan. KÍ hevur havt nógvar luksusspælarar, sum eru góðir bóltspælarar, men fara skjótt niður við høvdinum, tá ið teir møta mótgongd. Tony Paris gjørdi beinanvegin greitt fyri leikarunum, hvørji krøv hann setur til teir.
- Summir vildu ikki spæla undir hesum strongu krøvum, og teir valdu so at fara til onnur feløg. Tað er í fínasta ordan við mær, og eg ynski teimum alt tað besta.
Summir leikarar hava blómað undir leiðsluni hjá Tony Paris. Hjalgrím Eltør, Julian Florescu og aðrir hava fyrr havt disiplinerar trupulleikar, og summi høvdu væntað, at teir fóru at fáa trupulleikar undir venjarans hørðu hond. Teir hava tvørturímóti spælt upp til sítt besta higartil í ár. Teir hava einans brúk fyri einum leiðara, sum kann fáa tað besta fram í teimum, sigur Tony Paris.
Tony Paris hevur altíð viljað verið tann besti, og tí trýr hann eisini uppá, at KÍ kann vinna FM í ár. - Eg gangi altíð 100% uppí mítt starv. Hvar eg so enn havi verið, so havi eg altíð viljað verið tann besti. Eg hyggi hvønn dag eftir einum orðataki, sum hongur á talvuni hjá mær: Second place is number one for loosers!. Vit fara at gera hetta kappingarárið til eitt ár, sum fólk fara at minnast.
Fleiri lið í Formuladeildina og tvey stig fyri javnleik
- Eg eri nøgdur við kappingarárið higartil, hóast vit hava mist nøkur býtt stig. Vit hava havt ov nógvar javnleikir. Tað er ótrúliga flott, at vit eru ósigraðir, men eg vil heldur tapa ein dyst og so vinna tveir heldur enn allar javnleikirnar. Tað er spell, at tað ikki verða givin tvey stig til hvørt liðið fyri ein dyst, sum endar 4-4. Eg haldi, at tað skuldi verði givið eitt stig fyri ein 0-0 dyst, meðan ein málríkur javnleikur gevur tvey stig. Hetta hevði gjørt fótbóltin meira undirhaldandi, sigur hann.
- Tað er gott, at kappingin er longd til 27 dystir. Í 1999 spældu vit einans átjan dystir. Tað er at líkna við ein 100 metra spurt. Vansin við kappingarskipanini í dag er, at vit møta sama liði tríggjar ferðir. Tað verður keðiligt hjá leikarunum at spæla so ofta móti sama liði. Formuladeildin skuldi heldur havt fleiri lið, sum spældu tvær ferðir móti hvørjum øðrum. Vit kundi tikið FSVágar 2004, LÍF og B71 upp í Formuladeildina, og so høvdu tey feløgini eisini vaksið við uppgávuna. Skála er eitt gott dømi um, at eitt felag, sum í fleiri ár hevði eina tilveru í lægru deildunum, menti seg, tá ið tað kom í bestu deildina. Hetta ger fótbóltin meira fjølbroyttan.
Sjálvsikkur ikki arrogantur
Nógv hava samanlíknað Tony Paris við José Mourinho, venjaran hjá Chelsea, tí at teir eru báðir sera arrogantir. Tony hevur millum annað sagt, at KÍ fer at vinna antin steypakappingina ella FM í ár. Hann veit, hvønn týdning hann hevur fyri liðið, og at hann eigur ein stóran part av æruni fyri framgongdina.
- Eg eri sjálvsikkur, men ikki arrogantur. Tá ið eg sigi, at vit fara at vinna okkurt í ár, tá er tað tí, at eg veruliga trúgvi, at vit fara at gera tað. Tað er ikki fyri at vera arrogantur ella skapa øði í hinum feløgunum. Tað er einans tí, at eg trúgvi so nógv uppá liðið hjá okkum, sigur Tony Paris.
Ownership
- Lykilin til at fáa góð úrslit er at fáa leikararnar til at kenna stoltleikan við at spæla fyri felagið. Tá ið ein leikari letur seg í tí bláu blusuna, eiga hárini at reisast í nakkanum. Ein leikari eigur at føla seg priviligeraðan at kunna vera ein av teimum fáu, sum sleppur at spæla fyri felagið, sigur Tony Paris.
Tony Paris hevur havt fyrilestur fyri klaksvíkingum um Ownership. Har kemur hann inná, at øll mugu føla seg at eiga í felagnum, og hugsa um tað sum sítt egna. Tað letur til, at hann hevur megnað at broytt hugburðin hjá leikarunum. Summi vilja vera við, at Tony Paris hevur ávirkað allar klaksvíkingar og ikki einans teir fótbóltsáhugaðu. Klaksvíkingar eru aftur vorðnir lokalir.
Framtíðin
Tony Paris hevur sáttmála við KÍ inntil 2009, og hann vónar at verða í KÍ inntil tá. Um KÍ bjóðar mær ein nýggjan sáttmála tá, so skal eg ikki avvísa, at eg taki av. Eg vil gjarna vera við til at fáa KÍ í oddin í føroyskum fótbólt ikki einans í eitt ár, men KÍ skal verða verandi í oddinum. Familjan býr enn í Florida, so eg má eisini hugsað um tey. Tað er ótrúliga torført at vera burtur frá teimum so stóran part av árinum, men mín kærleiki til KÍ fær meg til at gera hetta. Um fýra ár skal eg aftur taka støðu til, hvat eg skal gera, og tað tími eg ikki at hugsa um nú, sigur Tony Paris at enda.