Oljuvinnan, sum væntandi skjótt tekur seg upp í Føroyum, vekir áhugan hjá útlendskum flogfeløgum at gera nýggjar flogrutur til Føroya.
Eitt av hesum feløgum er norska flogfelagið Teddy Air í Skien.
Teddy Air, sum hevur 40 mió. nkr. í umsetningi um árið, flýgur fleiri ferðir um dagin millum Skien og Stavanger, og eina ferð um dagin til Gøteborg. Nú hevur Teddy Air júst gjørt leigusáttmála við Saab-verksmiðjurnar um at leiga eitt flogfar, sum tekur 34 ferðafólk.
- Og í staðin fyri at lata flogfarið standa tað mesta av degnum á flogvøllinum í Stavanger fara vit nú at kanna, um ikki ber til at gera eina rutu millum Stavanger, Føroyar og Aberdeen, sigur Harald Sørensen, menningarstjóri í Teddy Air.
Hann sigur, at tað er framtíðar oljuvirksemið í Føroyum, sum hevur fingið Teddy Air at venda eyguni móti Føroyum. Og hann ivast ikki í, at fleiri verða fegin um eina slíka rutu.
Harld Sørensen sigur, at hann nú fer til stýrið fyri flogfelagið við hugskotinum, og tað skuldi ikki tikið so langa tíð, til støða verður tikin til málið, tí fyritøkan er ikki størri enn, at hon telur 30 starvsfólk.
Eisini ætlar hann sær beinanvegin at venda sær til flogferðslumyndugleikarnar í Føroyum um ætlanina.
Harald Sørensen sigur, at Teddy Air ikki bara hevur væl egnað flogfar til at flúgva til Føroya við. Tey eru eisini væl fyri við fólki, við tað at fleiri av flogskiparum teirra hava verið hjá Maersk Air, og haðani hava drúgvar royndir í at flúgva til Føroya.
Um Teddy Air ger álvara av tí, kann rutan byrja longu í mars ella apríl mánaði, sigur Harald Sørensen.










