Jógvan við Keldu, løgtingsmaður
Fakta er nú einaferð fakta, men tá ein ikki góðtekur fakta, nyttar sjálvandi ikki við fleiri endurtøkum – ella ger tað?
Hetta var nú eitt løgið aftursvar, um tað kann roknast sum aftursvar, í Sosialinum 30. apríl og Dimmalætting, frá Heðini Mortensen, borgarstjóra í landsins størstu kommunu til grein mína “Heðin Mortensen veit betur”.
Fakta er nú einaferð fakta og grundgevingarnar hjá mær lógu í taltilfarinum, men tá ein hevur sett sær fyri ikki at góðtaka fakta, nyttar sjálvandi ikki við endurtøkum.
Hóast tað, kann eg koma við einum stuttum framhaldi av grein míni og vísa á nøkur áhugaverd tøl, sum Granskingardepilin fyri Økismenning hevur gjørt við heitinum “Vinnulívið í Suðuroynni 2006”, har hugt verður eftir frá ymsum sjónarhornum.
Nøkur fyriliggjandi tøl
Lat meg bara taka eitt av mongu áhugaverdu dømunum í samband við lønarbólkarnar, í mínum egna valdømi, sum hoyrir til tey samansett frægu og sammeta tað við Streymoyar sýslu, har Havnin er nógv størsti parturin (tølini 2005):
Streymoyar sýsla:
Framleiðsluvinnur: 15.1%
Bygging og handil vm.: 40,9%
Almenn fyrisiting vm.: 44,0%
Norðoya Sýsla:
Framleiðsluvinnur: 42,3%
Bygging og handil vm.: 26,8%
Almenn fyrisiting vm.: 31,0%
Føroyar (sum heild):
Framleiðsluvinnur: 27,6%
Bygging, handil vm.: 35,4%
Almenn fyrisiting vm.: 37,0%
So kunnu vit taka spurningin, um frægast loysir seg at liva av bygging, handli og almennari umsiting heldur enn at framleiða úr fiskatilfeingi.
Onkur av okkara navnframu búskaparfrøðingum heldur at so er.
Til hetta skal tó sigast, at lønarbólkarnir í tænastu,- handils- og útflutningsvinnuni í samband við fiskatilfeingið eru ikki sergreinaðir og tí helst nakað misvísandi.