Á Tvøroyri var staðsettur annar skúli, ein yrkisskúli fyri heilsuhjálparar og heilsurøktarar. Hesum skúla vórðu frá fyrsta degi boðin eins vesalig húsakor sum miðnámsskúlanum. Til tað er bert at siga, at hevði avgerðin ikki verið tikin um at flyta hendan skúla úr Havn til Suðuroyar, so hevði hann nú húsast í eins snotiligum og framúr vælhóskandi hølum sum Sjúkrarøktarfrøðiskúlin. Men hetta var tann gamla søgan: ein politisk avgerð um útflyting varð tikin, uttan at avvarandi myndugleikar megnaðu at tryggja útflutta stovninum eitt minstamark av neyðturviligum og hóskandi hølum. Hetta megnaði hvørki fullveldissamgongan ella hendan samgongan.
So varð tikin ein reint politisk avgerð um at flyta Miðnámsskúlan úr Vági til Hovs. Hetta var gamla uppskotið frá áttatiárunum. Hvørt hetta var ein vís og sakliga grundað avgerð, skulu vit ikki meta um her. Men henda avgerð lat so uppfyri eini sømiligari loysn fyri Almanna- og heilsuskúlan. Hesin skúli hevur undir teimum mest primitivu og vánaligast hølisumtøðum, ið hugsast kunnu, klárað at avrika eitt sera dygdargott arbeiði. Næmingarnir eru sera fegnir, og arbeiðsarknaðurin kappast um teir lidnu næmingarnar. Hesin skúli hevur annað og betri uppiborið frá landsins myndugleikum, og henda ótolandi støða kundi ikki halda fram. Hetta verður nú bøtt um við nýggja bygninginum í Hovi. Loysnin fer heilt vist at gagna báðum skúlum og ungdómi í Suðuroy og um alt landið. Nú eigur friður at verða um hesa skúlabygging. Tey, sum ikki hava fingið sín vilja, eiga at viðurkenna hetta, og øll eiga at medvirka til, at málið: tveir skúlar, sum skulu verða millum teir fremstu í heiminum, sleppa at mennast og blóma til gagn fyri okkum øll.
Sosialurin